Veðurlags- og orkupolitikkur eru tvær síður av somu søk, og kortini hvørt sítt. Ímeðan tað fyrra snýr seg um at gera okkara part at fyribyrgja ógvusligu árinunum av veðurlagsgassum, so snýr tað seinna seg um at gerast leys av oljuni fyri at framtíðartryggja okkara búskap.
Yvirskipaða málið má vera, at vit sjálvi skulu framleiða nóg mikið av orku til at reka alt samfelagið, umframt at hava rúm fyri framhaldandi búskaparvøkstri.
Utopi? Tann, sum soleiðis talar, er í øllum føri í vanda fyri at verða skýrd naivistur og mistonkt fyri ikki heilt at hava fatað, hvussu stórar avbjóðingarnar eru. Men eingin ivi skal vera um, at avbjóðingarnar eru risastórar. Og tær verða ikki loystar við teirri tøkni, okkara streymveiting í dag byggir á.
Momentum fyri kollveltingini
At hugsa um at temja fleiri varandi orkukeldur eru ikki nýggir tankar. Og av røttum kann spurningurin setast: Um tað lønar seg, hví hevur man so ikki langt síðani gjørt tað? Bílig olja hevur higartil gjørt kost/nyttu útrokningarnar neiligar fyri nýggjum varandi orkukeldum. Men tað, at heimurin er um at kódna undir tungari CO2-dýnu samstundis sum alt bendir á, at oljuprísurin fer at hækka munandi, og kanska fleirfaldast í framtíðini, broytir roknistykkið fullkomiliga. Vit fingu ein ósøtan brellbrita uppá, hvussu oljuprísurin kann taka hvørkratak á okkara høvuðsvinnu, tá oljuprísurin í fjør lá um 150 dollarar fyri tunnuna. Løtan er komin, at seta øll segl til at fulltroyta varandi orkuna, vit eru umgird av.
Loysnir tøkar
Á ráðstevnuni “Nordic climate solutions”, sum varð hildin í Keypmannahavn í september, var høvuðsboðskapurin, at tøkniligu loysnirnar fyri at gerast leys av oljuni, langt síðani eru tøkar. Tað sum væntar, eru ítøkilig politisk stig - krøv frá myndugleikunum og lógarkarmar, sum gera, at ferð kemur á nýtsluna av orkusparandi tøkni og nýggjum orkuloysnum.
Kring heimin streyma milliardir til víðarmenning av grønari tøkni. Samstundis síggja íleggjarar góðar møguleikar at forvinna pengar. Loysnir, vit í dag hava ilt við at ímynda okkum, kunnu saktans vera partur av okkara orkuveiting um fá ár.
Orkuveiting hugsast av nýggjum
Okkara streymveiting kemur í dag - umframt frá oljuni - frá vatni og vindi, og her eru bæði ætlanir og møguleikar fyri munandi útbyggingum. Men tað er givið, at vatnorkan ikki nær námind kann nøkta tann ógvusliga vøksturin í streymframleiðslu, sum skal til, skal samfelagið av álvara “ravmagnast”, fyri at sleppa av við oljuna.
Sjóvarfallsorkan, sum hugsað hevur verið um í fleiri áratíggju, tykist vera skilabesta og høgligasta orkukeldan at troyta afturat vatni og vindi. Sum Knud Simonsen, granskari, í fleiri almennum fyrilestrum hevur víst á, so síggja møguleikarnir út til at vera góðir fyri at fáa meira orku fyri munandi minni pengar við at troyta sjóvarfallsorkuna, samanborið við eitt nú at útbyggja vatnorkuna. Okkum tørvar bæði og.
Biogass er avgjørt ein møguleiki, sum eisini fleiri gløggir heilar hava arbeitt við – og her trýtur ikki tilfar til biogassframleiðslu við slógvi frá fiska- og alivivinnuni, neytamykju, tara og annað lívrunnið burturkast. Vetni er eisini møgulig og tøk tøkni.
Nógv størsti parturin av øllum heimsins farmaflutningi fer sjóvegis, og altjóða shippingvinnan tekur í løtuni stór tøk at finna hættir at spara orku, reinsa útlát, og gera royndir at nýta onnur brennievni enn olju til motorarnar – til dømis roynir Mærsk nú at sigla við biodiesel. Fleiri av loysnunum, ið verða mentar, kunnu helst eisini nýtast umborð á fiskiskipum í framtíðini, og kann koma afturat ymiskum orkusparandi loysnum, sum vera mentar her heima.
Fyri nøkrum døgum síðani lótu norðmenn upp eitt saltorkuverk. Her er talan um orku frá gjøgnumseyringartrýsti (osmosu) sum stendst tá feskvatn og sjógvur blandast. Saltorkuverkið er fyrsta royndarorkuverk av sínum slag, og er eitt dømi um orkuloysnir, vit ikki ímynda okkum í dag, men sum kunnu gerast partur av orkuloysnini í morgin.
Til ber at skriva nógvar síður um ymiskar orkuloysnir – eisini tær sum kunnu knýtast beinleiðis til sethús, bygningar og býlingum – hitapumpur, jarðhiti, sólkyknur osfre.
Øll á mánan
“Vit kunnu seta ein mann á mánan, men tað er ein trupulleiki at flyta øll uppá mánan”. Orðini eigur Lars G Josefsson, stjóri á Vattenfall. Varandi orkukeldurnar eru har. Tøknisku loysnirnar eru har. Her heima er stóra avbjóðingin hópframleiðsla av orku frá óstøðugum orkukeldum, tí vit ikki hava møguleika at javna streymin á netinum við at útflyta yvirskotsorkuna (Íslandskaðal, sum gekk víðari niður á evropiska meginlandið kundi loyst tann trupulleikan, men tað liggur ikki beint fyri). Sjálvt við “klókari” talgildari tøkni, sum fer at geva betri útjavnan millum framleiðslu og streymnýtslu, verður hetta framvegis ein stór avbjóðing. At loysa tann spurningin má hava fremstu raðfesting.
Verk má fylgja vilja
Við felagsuppskotinum til samtyktar um at minka útlátið av CO2, sum allir flokkar á tingi nú hava samtykt, er ein góður vilji staðfestur. Næsta stigið er at gera ítøkilig átøk at menna førleikan at royna alternativar orkuveitingar- og orkuspariskipanir og taka til okkum tøkniligar loysnir. Samstundis mugu vit savna kreftirnar og vitanina um varandi orku.
Sum nevnt í grein herfyri, eiga aðalráðnini at verða umskipaði, soleiðis at orkupolitikkur og veðurlagspolitikkur verða savnaði í einum sterkum ráði. Í hesum sambandi er tað eitt gott hugskot at umskipa SEV til dynamiskan stovn undir orkumálaráðnum, soleiðis at hesin kann ganga á odda í orkukollveltingini.










