Fara heldur av landinum enn til grannabygd

Arbeiðsloysi Hóast tað er ein byrða hjá mongum at standa uttan arbeiði eru arbeiðleysir føroyingar ikki til reiðar at ferðast ov langt til arbeiðis. Sum heild eru føroyingar lítið flytførir. Hinvegin vilja vit heldur flyta av landinum, enn til aðra bygd ella bý

Inngangur:

Hví eru tey arbeiðsleys? Hvar starvaðust tey, áðrenn tey komu upp í ALS skipanina? Og hvussu leingi hava tey verið í ALS? Hesir eru bert nakrir av spurningunum, ið verða viðgjørdir og greinaðir í eini stórari kanning, sum Lóður hevur gjørt fyri ALS, har hugt verður eftir viðurskiftunum hjá teimum arbeiðsleysu í Føroyum.
Kanningin varð gjørd í fjør, tá heitt varð á 1500 fólk, sum hava verið inni í ALS skipanini styttri ella longri tíðarskeið síðani 2008 og fólk, sum framvegis eru í ALS skipanini, at svara spurningum. Beint undir helvtina, umleið 700 fólk svaraðu spurningunum, og sigast kann tí, at talan er um eina umfatandi og neyva kanning av viðurskiftunum hjá arbeiðsleysum í Føroyum.
- Endamálið við kanningini er at fáa eina betri fatan av viðurskiftunum hjá teimum arbeiðsleysu í Føroyum, soleiðis at vit á tann hátt eisini betri kunnu nøkta tørvin hjá teimum, sum eru í skipanini, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS.
Mánadagin og mikudagin nomu vit við nøkur av viðurskiftunum hjá teimum arbeiðsleysu í Føroyum. Her fara vit eitt sindur meira í dýbdina av kanningini.
-------


Rógvi Nybo


Tað kann verða trupult hjá arbeiðsleysum at fáa arbeiði. Tað kann eisini verða trupult hjá arbeiðsgevarum at fáa arbeiðsfólk. Og hóast ein fullkomin fríur arbeiðsmarknaður átti at fingið hesi bæði – arbeiðssøkjandi og arbeiðsgevandi – at funnið saman, er tað ikki altíð so.
Ein av orsøkunum til, at tað kann verða trupult at fáa arbeiðssøkjandi og arbeiðsgevarar at finna saman, er teinurin teirra millum.
Kanningin um tey arbeiðsleysu í Føroyum, sum Lóður hevur gjørt fyri ALS, vísir at tey arbeiðsleysu í Føroyum sum heilt eru lítið flytfør (mobil). Hetta merkir eisini, at arbeiðsmegin ikki er serliga fús at gera ein stóran innsats fyri at fáa fatur á einum starvi.
Í kanningini, sum ALS hevur fingið gjørt, vórðu tey í arbeiðsleysu spurd ymsar spurningar um, hvørt tey eru til reiðar at gera nøkur av hesum tingunum fyri at fáa eitt starv. Millum hesar spurningar snúðu nakrir seg um flytførið hjá føroyingum. Og her eru føroyingar sum heild ikki serliga fús at gera tann heilt stóra innsatsin, tó at onkrir aldursbólkar eru meira flytfør enn onnur.

Vilja ikki koyra til arbeiðis
Eitt, sum er serliga eyðsýnt í kanningini er, at tey arbeiðsleysu í Føroyum yvirhøvur illa vilja ferðast serliga langt – pendla – til arbeiðis. Tað er sjálvandi ymiskt, hvussu svarini eru millum aldursbólkarnar, har tey yngstu sum heild eru mest til reiðar at ferðast langt, men merkisvert er, at eingin av aldursbólkunum eru serliga fús at ferðast meira enn ein tíma til og frá arbeiði.
Ringast stendur til hjá teimum omanfyri 60 ár, meðan tey í aldursbólkinum 30-39 eru líka lítið fús at ferðast meir enn ein tíma til og frá arbeiði fyri at fáa eitt starv. Á svarstiganum, sum gongur frá 0 til 100, har 0 er í sera lítlan mun og 100 er í sera stóran mun (at tey eru til reiðar at ferðast til arbeiðis), er vísitalið ávikavist 20 og 22 hjá hesum aldursbólkunum.
Hægsta vísitalið er 47, sum er hjá aldursbólkinum undir 19 ár. Hesi eru mest til reiðar at pendla meir enn ein tíma fyri at fáa eitt starv. Hetta merkir samstundis, at eingin av bólkunum er omanfyri 50, sum er miðjan, og at allir bólkar tí eru neiligir fyri at ferðast serliga leingi til arbeiðis.
Samanbera vit við eitt nú Danmark, er ikki óvanligt ferðast upp í 1 til 2 tímar til og frá arbeiðsplássinum – og flytførið hjá donsku arbeiðsmegini er støðugt vaksandi, vísa nýggjastu hagtølini frá Danmarks Statistik.
Mynd 2 vísir, at í miðal ferðast danir 19,8 kilometrar til arbeiðsplássið – og tá eru øll tey, ið búgva í Keypmannahavnarøkinum, og kunnu ganga ella súkkla til arbeiðis, tald við.


Heldur av landinum enn til aðra bygd
Eitt annað sera áhugavert úrslit er, at tey arbeiðsleysu í mongum førum eru í størri mun til reiðar at flyta av landinum, enn at flyta til aðra bygd fyri at fáa starv.
Sum heild eru fólk ikki so øgiliga fús at flyta, til tess at fáa eitt starv, men skulu tey flyta, benda tølini á, at tey so heldur vilja flyta til útlandið.
Millum aldursbólkarnir eru stórir munir. Her eru serliga tey yngru í størri mun til reiðar at flyta til aðra bygd ella annan bý fyri at fáa starv, enn tey í eldra endanum. Serliga, tá fólk eru í aldursbólkinum yvir 60 ár, eru fólk illa til reiðar at flyta frá hús og heimi fyri at fáa eitt starv. Hinvegin hava tey yngru eitt leysari tilknýti til teirra bústað, og eru tí meiri fús at royna nýggjar leiðir.
Tá tað kemur til at flyta til annað land, fyri at fáa eitt starv, er yngsti bólkurin, tey undir 19 ár, ikki serliga fús at fara. Hinvegin eru serliga tey í aldrinum 19-29 ár, sum er júst tann bólkurin, har fólk koma út á arbeiðsmarknaðin og eru í besta barnførum aldri, mest jalig fyri at flyta av landinum. Vísitalið 42 merkir, at hesin bólkur liggur beint undir miðjuna á skalanum, sum er 50.
Men eisini tey í aldursbólkunum 30-39 ár og 40-49 ár eru nógv meira fús at flyta av landinum, enn at flyta til aðra bygd ella bý, vísir kanningin hjá ALS.
Niðurstøðan av kanningini kann tískil verða, at føroyingar sum heild eru lítið flytifør. Skulu røturnar hinvegin hálast upp og tey arbeiðsleysu skulu flyta, fyri at fáa starv, vilja heldur at flyta av landinum enn til aðra bygd ella bý í Føroyum.


rogvi@sosialurin.fo