Kjartan Kristiansen
Menningarstovan
Vit eru á veg inn í búskaparligan tronga. Vónandi er talan bert um eitt nos og ikki eina veruliga kreppu. Men hvat tað so verður, verða vit aftur mint á, at tað nyttar ikki í hesum tíðum at gera tað sama, sum vit gjørdu fyrr. Krøvini fyri at vera uppi í herðast hvønn dag, og marknaðurin spyr ikki eftir tí sama sum í áttati-árunum. Fylgja vit ikki við, liggja vit skjótt og damla í einsemi og draga svart.
Nýhugsan krevst
Nýhugsan kemur ikki úr Løgtinginum. Alt gott at siga um okkara fólkavaldu, men teirra uppgáva er ikki at ganga á odda. Tað er luturin hjá vinnuni - váðafúsari vinnu; vinnu, ið ikki liggur á landskassanum at fáa stuðul.
Nýhugsan er avgjørt ikki at finna nýggjar vegir at lata vinnuni studning. Bæði EF og EFTA hava hugsað gjølla um allar studnings-møguleikar og hava reglur um, hvørjar eru loyvdar og hvørjar ikki.
Studningshótt Vágsbygd
Sunnara helvt í Suðuroy er í løtuni vinnuliga illa fyri. Stóra kreppan í níti-árunum bar stór afturstig við sær, og nýggja kreppan í ali-vinnuni hevur nú tikið burtur tey arbeiðspláss, sum vórðu skapt eftir kreppuna.
Í bløðunum í seinastu viku frættu vit, at Vág-bingar vilja hava, at leigusáttmálin um øki á havnar-lagnum verður hildin. Bygningarnir á økinum eru á leigari grund, og leigusáttmálin setir treyt um virksemi. Verður henda treyt ikki hildin, kann kommunan krevja at yvitaka bygningarnar.
Fiskavirking, sum fekk bygningarnar sum part í kreppuloysnini, játtar, at bygningarnir fara at verða brúktir vinnuliga, og so skuldi alt verið í lagi.
Men so stinga hógvarnir knappliga undan. Alt hevði verið so ólíka lættari, um tað bar til at virka frystan russarafisk í Vági. Hesin fiskur kann fáast til keyps og virkast til frálíka ES-marknaðin, og so fáa Vágbingar aftur arbeiði.
Sjálvsagt kann hetta ikki verða gjørt í morgin sum ein annan dag. Tann studningur, sum fyrr varð latin til Fiska-virking til virkingar av innfluttum russarafiski verður ikki longur latin. Tí má tað almenna uppí og aftur lata henda studning, svarandi til tollin, ið annars skuldi verið goldin av hesum fiski, fór hann beinleiðis inn á ES-marknaðin.
Hokus pokus. Um bert tað almenna kann seta í gildi aftur studningin at virka russarafisk, eru Vágbingar og Fiskavirking væl fyri. Kravið frá Vágs kommunu um, at virkisbygningarnir verða nýttir til virkingar, kann nú verða vent ímóti landskassanum. Hesa nýhugsan kunnu helst øll taka undir við, og hon er løtt at fáa løgtingsmenninar í Suðuroy at arbeiða fyri.
Aðrir sleppa ikki framat at royna seg í Vági, og talan er heldur ikki um at brúka stak bíliga Føroya-fiskin. Fiskavirking verður sitandi á virkisbygningunum í Vági, meðan stuðul til russarafisk verður viðgjørdur. Uppskotið er sum at blaka torvmold í eyguni á fólki.
Studningur mennir ikki - men bindur
Fyrst í níti-árunum skiltu Føroyingar, at studningur og almenn innblanding var av tí ónda. Bæði forða fyri menning og marknaðar-tillaging. Tí var eisini umráðandi, at russara-stuðulin ikki varð givin longur, enn neyðugt var fyri umstrukturering og øðrum varandi loysnum.
Russarastuðulin varð givin í tíggju ár, og verður nú ikki givin longur, sjálvt um lógarheimild helst enn er fyri tí. Men skal hann verða veittur aftur, eru óráð at veita hann í ósambæri við góðkendar studningstreytir í teimum londum, vøran skal verða seld til.
Hetta veit Fiskavirking. Tí mást tú spyrja, hvørji ørindini eru við russarastuðli til Vágbingar.
Vinnuligir trupulleikar og stígur eru ikki bara í Vági, tó teir eru serliga ringir har. Um alt landið vena virki og skip seg. Alivinnan hevur tað serliga ringt, og tænastuvinnurnar hjá fiski- og alivinnuni merkja eisini minkandi eftirspurning. Góðu tíðirnar seinast í níti-árunum vórðu ikki brúktar til varandi at bøta um kappingarførið á krevjandi marknaðum. Teir studningar, sum framvegis hava verið veittir, tykjast heldur at hava hildið virkjum føst í gomlum vøru- og framleiðslumynstri - og nú fær arbeiðsmaðurin skylduni.