men tað ger alnetið, og framyvir verður tað kanska líka lætt hjá onkrum skyldfólki í útheiminum at minnast onkran yvir alnetið, sum tað er hjá teimum, sum standa á kirkjugarðinum heima í Føroyum. - Tað er [...] sigur seg kunna bjóða fólki pláss á teirra síðu fyri alla tíð - og í hvussu so er 20 ár, sjálvt um fyritøkan skuldi givist. Tað kostar góðar 1000 krónur at fáa sær eina síðu hjá donsku fyritøkuni, og síðani [...] farin. Møguleiki er at leggja myndir, minningarorð og upplýsingar um tey, sum eru farin, á síðuna hjá felagnum av Fjóni. Fyri tveimum vikum síðani greiddu vit frá, at tað bar til at keypa njósnaramyndir
í at framføra, hóast hetta helst verður størsta avbjóðingin hjá teimum higartil, sigur Martin Mouritsen, sum eisini er fastur dirigentur hjá Føroya Symfoniorkestri. Stúrir fyri konsertini Tað eru Føroya [...] Um tvær vikur skulu seks ungir tónleikarar royna seg sum solistar hjá Føroya Symfoniorkestri fyri fyrstu ferð. Talan er um tveir dreingir og fýra gentur, og tey eru úr 14 og upp í 18 ár. Tey hava fingið [...] Symfoniorkestur og Føroya Musikkskúli sum í felag skipa fyri nýggja tiltakinum. ? Eitt av endamálunum hjá Føroya Symfoniorkestri er at geva framkomnum næmingum møguleika at vera við í symfoniskum tónleiki
hetta við tað, ið farna árið í stjórasessinum hevur givið henni, og hvørjar eru framtíðarvónirnar hjá kvinnuni, ið leiðir ein av mentanarligu mondlunum í Føroyum. Helga tekur blíð ímóti og tá kaffi er [...] verið keðiligt. Men tað, sum ein leggur til merkis, er almenni áhugin fyri mentanini og tiltøkum, og fólki dámar væl at koma í Norðurlandahúsið, sigur Helga Hjörvar og hetta fegnast hon almikið um. Eldsálirnar [...] umlegging og nýskipan. Tað, sum ein so leggur til merkis, og sum er so einastandandi, er forvitnið hjá áhoyrara- ella áskoðarafjøldini. Eg gjørdist bilsin av stóra áhuganum fyri t.d. Wilda Dance Produktion
lívssøgu. Tomas var tá 60 ára gamal. Tomás helt ikki, at endur-minningarnar hjá einum vanligum fátækum útróðrarmanni kundu hava áhuga hjá nøkrum, men tann fremmandi sannførdi hann, og tá hesin var farin av aftur [...] barn í Oyndarfirði, har tey vaksnu greiddu frá tí, tey mintust frá tí, sum teimum var fortalt av fólki longur aftur í tíðini. Og sjálvur stílurin er so føroyskur, sum hann kann vera. Ein og hvør, ið dugir [...] reingja sannleikan og moralin í søguni. Ein fjarskotin oyggj ?Maðurin á oynni? eru endurminningar hjá Tomás Ó Criomhtains av oynni Stóra Blascaed í útsynningshorninum á Írlandi nakrar fáar fjórðingar úr
at vera positiv í einum landi, har grenj trívist væl, og fólki dámar væl at binda hvønn annan í trongar básar. ? Eg havi altíð roynt at møtt fólki við opnum sinni og við einum smíli. Tað hevur givið mær [...] asfaltinum í høvuðsstaðnum við sær og húsbóndanum, ganga ímóti streyminum og búseta seg á bygd. Men hjá fyrrverandi býarbúgvum, kann bygdalívið gerast eitt varandi hugasveiggj millum friðin og frælsið í [...] ruskveðri verður farið undir tak at klippa, tekna og mála. Serliga væl dámar teimum at bobba. Í heiminum hjá Friðriku er stovan karmur um hetta námsfrøðiliga virksemið. Borðið er tiltaklað við tusjum, pappíri
Tvøroyri ella vestur til Sørvágs so sær tú ikki nakað marglæti ella yvirhitaðan búskap. Dagliga lívið hjá fólki á hesum plássum er tengt at, hvat havið gevur. Her er ikki neyðugt við nakrari dogmatiskari, tv [...] ungan kreativum fólki, tey tróta so ikki. Heldur ikki í føroyskum politikki sæst ov nógv til okkara kvinnur. Fullveldið stendur fyri framman, men tað sær ikki út til, at tað hevur áhugan hjá okkara kvinnum [...] fiskivinnan er álit okkara. Sambært hagtølunum hava vit tó ikki meira enn 3.000 fiskimenn. Stríðið hjá hesum monnum útvegar 2000 fólkum á fiskavirkjum arbeiði og megna hesir bólkar í felag eitt útflutningsvirði
Hann, ið hetta skrivar, er vitandi um, at journalin og arkivið hjá landsstýrinum varð umsitið av sera arbeiðssomum og samvitskufullum fólki, so sum strangliga ansaðu eftir at arbeiða eftir galdandi reglum [...] Oppebørselskontor, sum í dagligari talu varð kallað Gjaldstovan ella Uppibørsilskontórið. Skjølini hjá hesum báðum stovnum vórðu goymd uppi á loftinum í Løgtingshúsinum, og her var talan um satt listaverk [...] um ein skjalagoymsla kann fáa slíkt heiti, - sum við akkuratessu og gjøgnumførdum ordan var ætlað fólki í umsitingini at handfara og arbeiða við. At finna skjøl undir slíkum umstøðum var leikandi lætt.
líknandi fyritøka, men tó eru ikki so nógvar bindingar hjá teimum Yvirhøvur er ein tann størsti trupulleikin júst nú, at so mong millumlið eru á vegnum hjá teimum, ið royna at vinna fram á netinum. Kristian [...] felag sum Tutl er vónleyst at finna á netinum og má Tutl tí leggja seg hjá einum størri útbjóðara og hetta hava teir gjørt. Teir eru hjá útbjóðara í New York, ið sendir út til 75 aðrar útbjóðarar, men prísurin [...] verður mest vitjað og tann áhugaverdasti verður so boðin fram til okkurt forlag. Men leggur ein út hjá Popwire, eiga teir rættindini og gera sum teimum lystir. Hendir nakað stórt, so eiga teir eisini part
døma er í Tinginum millum allar flokkar uttan Tjóðveldisflokkin. Tað sær tíverri út sum, at orðavalið hjá serliga Tjóðveldismonnum gerst meira og meira ófantaligt samstundis sum virðingin fyri øðrvísi meingum [...] hevur útvíst best dømikraft, tá tað kemur til val av formonnum og landstýrismonnum. Undirbrotligheitin hjá Tjóðveldismonnum kemur serliga til sjóndar við tað, at teir seta fram fyrispurningar, har teir biða [...] ríkisfelagsskapin. Á sama hátt, sum fullveldisfortalarnir uttan diskussión í Hvítubók góðtaka sjónarmiðini hjá Alf Ross og øðrum akademikarum úr donskum lærustovnum, so vilja teir heldur ikki lata føroyingar sjálvar
fjølmiðlum er eisini ein samrøða við teg um hetta mál um vikuskiftið. Yvirskriftin hjá Ritzau og á tekstvarpinum hjá Jyllands Posten á TV3 er »Mindretal bag suverænt Færøerne«. Greinin gevur lesarunum [...] myndugleikar soleiðis kundu setast til viks er, at yvirvaldsrætturin yvir Føroyum ikki liggur hjá føroyska fólkinum, men hjá danska ríkisvaldinum. Og tí skilir Høgni Hoydal óhugnaligu støðuna, Jóannes Eidesgaard [...] Eidesgaard hevur sagt fyri donsku tíðindastovuni, Ritzau, at landsstýrið hevur ein minniluta av føroya fólki aftan fyri seg í fullveldisætlanini. Sigur ósatt Høgni Hoydal heldur tað vera gott, at Jóannes Eidesgaard