Høgni Hoydal sendi sunnudagin Jóannesi Eidesgaard opið bræv við áheitan um at virða fólkaræðisligu mannagongdirnar í fullveldismálinum, hóast hann ikki tekur undir við stevnumiðum landsstýrissins.
Høgni Hoydal er ónøgdur við, at Jóannes Eidesgaard hevur sagt fyri donsku tíðindastovuni, Ritzau, at landsstýrið hevur ein minniluta av føroya fólki aftan fyri seg í fullveldisætlanini.
Sigur ósatt
Høgni Hoydal heldur tað vera gott, at Jóannes Eidesgaard sigur sína hugsan um framtíðarstøðu Føroya. Men hann vísir á, at tað eru ósannindi, Jóannes ber fram, tá hann við danskar fjølmiðlar sigur, at minnilutin av Føroya fólki tekur undir við føroyskum fullveldi.
Somuleiðs heldur heldur Høgni Hoydal hetta vera rættuliga álvarsamar pástandir fyri ein andstøðuleiðara og fólkatingsmann at seta fram.
? Tú hevur hevur farnu dagarnar í fjølmiðlunum fleiri ferðir sátt iva um, hvørt landsstýrið fylgir teimum demokratisku mannagongdunum í sjálvstýrismálinum.
? Í donskum fjølmiðlum er eisini ein samrøða við teg um hetta mál um vikuskiftið. Yvirskriftin hjá Ritzau og á tekstvarpinum hjá Jyllands Posten á TV3 er »Mindretal bag suverænt Færøerne«. Greinin gevur lesarunum ta fatan, at landsstýrið fer til samráðingar við donsku stjórnina við einum minnuluta aftan fyri seg, sigur Høgni Hoydal í brævinum til Jóanes Eidesgaard.
Má virða fólkaræðið
Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum sigur í brævinum til Jóannes Eidesgaard, at hann kennir tað sum eina skyldu at skriva Jóannesi brævið og í tí koma við einari inniligari áheitan á hann um at virða fólkaræðisligu mannagongdirnar, hóast hann ikki tekur undir við stevnumiðum landsstýrissins.
? Sum landsstýrismaður í sjálvstýrismálum havi eg ábyrgd mótvegis løgtinginum og Føroya fólki at fyrireika samráðingarnar við donsku stjórnina. Saman við løgmanni og landsstýrinum er tað mín ábyrgd at royna at fáa eitt so gott samráðingarúrslit, sum gjørligt. Eitt úrslit, sum bæði Føroya Løgting og allir føroyskir veljarar síðani skulu taka støðu til.
? Hetta er eitt tað týdningarmesta málið í politisku søgu Føroya, og landsstýrið hevur tí lagt dent á treytaleyst at fylgja øllum demokratiskum mannagongdum, vísir Høgni Hoydal í brævi sínum á.
Væl lýst
Jóannes Eidesgaard hevur seinastu tíðina javnan víst á, at almenningurin fær alt ov lítið at vita um fullveldisætlanina, við tað, at uppritið til samráðingarnar við donsku stjórnina, ið er latið uttanlandsnevndini, verður hildið loyniligt.
Men Høgni Hoydal ger í brævi sínum til Jóannes Eidesgaard greitt, at tað neyvan finnst nakað mál, ið er so væl fyrireikað, viðgjørt og lýst, sum samráðingarnar.
Høgni Hoydal setir í hesum sambandi upp fýra grundgevingar fyri sínum sjónarmiðið um, at málið er væl lýst og væl viðgjørt:
? Løgtingið samtykti í oktober við 19 atkvøðum fyri - t.e. 60 prosent - at landsstýrið skuldi fara undir at fyrireika og samráðast um ein sáttmála, ið skipar Føroyar sum eitt land við fullveldi. Longu undir teirri viðgerðini høvdu vit eisini óformligar fundir við andstøðuna til tess at royna at greiða ósemjurnar.
? Grundlógararbeiðið fer eisini fram sambært løgtingssamtykt, og allir flokkar eru umboðaðir í grundlógarnevndini.
? Tá Hvítabók varð skrivað, kunnaðu vit eisini regluliga uttanlandsnevndina um hetta arbeiði. Tá Hvítabók var liðug, varð uttanlandsnevndin eisini kunnað samstundis sum landsstýrið, áðrenn bókin varð almannakunngjørd. Síðani hava vit havt aðalorðaskifti um Hvítubók og kunningarfundir kring landið.
? Áðrenn samráðingaruppleggið varð skrivað og sent uttanlandsnevndini, høvdu vit fleiri óformligar fundir, har andstøðuflokkarnir vórðu kunnaðir um allar ætlanir landsstýrissins. Vit gjørdu alt, vit kundu, fyri at fáa Javnaðarfloksins sjónarmið við í uppleggið, sigur Høgni Hoydal í seinastu grundgevingini.
Fólkaræðislig mannagongd
Høgni Hoydal vísir í brævinum til Jóannes Eidesgaard á, at nú uttanlandsnevndin viðger uppritið, fer landsstýrið sjálvsagt at kunna hana um alt. Og hann vónar, at nevdin vil brúka sín fólkaræðisliga rætt at geva landsstýrinum ráð, áðrenn samráðningarnar byrja.
Landsstýrismaðurin ger greitt, at tá uttanlandsnevndin er liðug at viðgera uppritið, verður tað almannakunngjørt.
? Uttanlandsnevndin fer eisini at verða kunnað bæði undir samráðingunum og eftir samráðingarnar. Og tá samráðingarnar eru lidnar, verður sáttmálin lagdur fyri løgtingið, har allir løgtingsmenn kunnu velja antin at taka undir við honum ella at vraka hann. Síðani verður hann lagdur til fólkaatkvøðu, har flokkarnir eisini kunnu mæla sínum veljarum til at atkvøða fyri ella ímóti.
Høgni Hoydal sigur seg ikki duga at síggja, hvussu mannagongdin í sjálvstýrismálinum kann vera meira fólkaræðislig enn tað sama.
Fólkaræðið mangan vanvirt
Høgni Hoydal vísir Jóannesi Eidesgaard á, at Jóannes sjálvur veit, at mannagongdirnar ikki altíð hava verið so fólkaræðisligar, tá stórar avgerðir eru tiknar. Somuleiðis sigur hann seg rokna við, at Jóannes er samdur við sær í, at vit aldri mugu endurtaka tær mongu fólkaræðiliga mótstríðandi avgerðirnar, sum eru tiknar uttan um føroyska veljaran.
? Eg hugsi til dømis um gongdina frá 1946 til 1948, tá vit fingu eina heimastýrislóg, sum Føroya fólk aldri slapp at taka støðu til á fólkaatkvøðu.
? Eg hugsi eisini um framferðina í 1959, tá landsstýrið var í Keypmannahavn og góðkendi NATO-støðina og hartil gjørdi avtalu um stórar peningainnspræningar úr Danmark. Hetta hendi alt, uttan, at hvørki løgtingið ella veljarin slapp at taka støðu, sigur Høgni Hoydal og vísir Jóannesi Eidesgaard á, at eins og hann sjálvur veit, er tað sama eisini hent í nýggjari tíð.
? Eg hugsi eisini um tíðarskeiðið frá 1990 til 1996, tá tú sjálvur sat sum landsstýrismaður. Hesi árini gjørdi landsstýrið heilar seks ferðir avtalur við ríkisstjórnina, sum skuldarbundu landskassan fyri tilsamans 2,8 milliónir krónur. Harafturat settu hesar avtalur løgtingið undir umsiting. Kortini varð løgtingið hvørkið kunnað áðrenn samráðingarnar, undir samráðingunum ella áðrenn avtalurnar vórðu endaliga undirskrivaðar. Landsstýrið gjørdi alt hetta uttan nakrantíð at spyrja løgtingið eftir, sigur Høgni Hoydal.
Eisini vísir Høgni Hoydal á, at Føroya fólk aldri slapp at taka støðu til nakra av hesum avtalum, hóast tær høvdu sera álvarsligar avleiðingar fyri bæði núverandi og komandi ættarlið.
? Vit vita báðir, at umstøðurnar vóru sera truplar hesi árini. Men kortini mugu vit staðfesta, at ongar fókaræðisligar mannagongdir vórðu hildnar, sigur Høgni Hoydal við Jóannes Eidesgaard í brævi sínum.
Danski yvirvaldsrætturin orsøkin
Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum sigur, at vit vita, at orsøkin til, at føroyskir myndugleikar soleiðis kundu setast til viks er, at yvirvaldsrætturin yvir Føroyum ikki liggur hjá føroyska fólkinum, men hjá danska ríkisvaldinum. Og tí skilir Høgni Hoydal óhugnaligu støðuna, Jóannes Eidesgaard og aðrir tá vóru í.
? Endamálið við sjálvstýrisætlan landsstýrissins er ikki minst at forða fyri, at hetta kann henda aftur. Í tinginum eru 19 limir, sum taka undir við hesi ætlan. Teir ynskja, at vit gera ein sáttmála millum Føroyar og Danmark, har londini eru javnbjóðis sáttmálapartar, og har Føroyar ikki eru undirskipaðar Danmark.
? Tú tekur eftir øllum at døma ikki undir við hesi ætlan. Og tað hevur tú rætt til. Tú hevur eisini rætt til, alment at venda tær ímóti henni, sigur Høgni Hoydal við Jóannes Eidesgaard.
Má rætta misskiljingina
Høgni Hoydal vísir enn einaferð á, at Jóannes Eidesgaard fer út um mark, tá hann sigur ætlan landsstýrissins vera ódemokratiska. Hann vónar, at tíðindini, sum bórust í donskum fjølmiðlum um vikuskiftið vóru ein misskiljing, og heitir hann á Jóannes Eidesgaard um at rætta mistakið sum skjótast ? um talan er um eitt mistak.
Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum vísir á, at slíkt kann gera tað munandi torførari hjá landsstýrinum at fáa eina góða avtalu til frama fyri alt Føroya fólk, og so verður eingin vinnari, men føroyski veljarin verður tapari.