Handil á netinum - møguleikar og trupulleikar

Aftur í ár vitjaðu Kristian Blak, Tutl, og Rakul Guðjónsson, umboðandi Blue?n?Icy, á Midem-festivalinum í Cannes. 3?arin luttók eisini. Býurin er gitin fyri filmfestivalin, men á árliga Midem-festivlinum hittast tónleikaáhugað handilsfólk úr øllum heimunum. Í ár var serliga nógv gjørt burturúr handli á internetinum

Tutl var í ár við á 3. sinni og Blue?n?Icy á 2. sinni. Kristian Blak og Rakul Guðjónsson vitjaðu í Cannes. Umboð fyri 3?aran í SMS var eisini í Cannes.

Til midem-festivalin hittast handilsfólk innan tónleikaídnaðin úr øllum heiminum.

Kristian Blak umboðaði Tutl og Rakul Guðjónsson Blue?n?Icy, ið er samtak av 5 forløgum í Útnorði.

Millum úrslitini her er fløgan Rock from the cold seas, sum Jens Guð savnaði. Jens sendir sum nú er norðurlendskan tónleik á lokal støð í Íslandi. Hann skal nú eisini senda í Ríkisútvarpinum og hann leggur fyri við at senda føroyskan tónleik.


Netið

Serstakt við Midem í ár var, at serstakliga var gjørt burturúr handli á alnótini ella internetinum.Tess møguleikar og trupulleikar.

Fyri 10 árum síðani keyptu vit LP-plátur. Nú keypa vit fløgur, men tey, ið fylgja best við, taka tónleik av alnótini - teir sonevndu MP3 fílarnar.

Nakað hevur verið við, at ólógligt er at taka hesar fílar niður, men arbeitt verður við at fáa hetta gjørt lógligt, sigur Kristian Blak.

Rakul vísir á Popwire, ið tekur tónleikarar á gøtuni og bjóðar teimum ókeypis pláss á netinum við sínum løgum ella øðrum tilfari. Hetta kunnu onnur so taka niður av netinum. Talt verður so upp, hvat verður mest vitjað og tann áhugaverdasti verður so boðin fram til okkurt forlag. Men leggur ein út hjá Popwire, eiga teir rættindini og gera sum teimum lystir. Hendir nakað stórt, so eiga teir eisini part av køkuni.

Stereonet í Danmerk er líknandi fyritøka, men tó eru ikki so nógvar bindingar hjá teimum

Yvirhøvur er ein tann størsti trupulleikin júst nú, at so mong millumlið eru á vegnum hjá teimum, ið royna at vinna fram á netinum.

Kristian metir, at eitt felag sum Tutl er vónleyst at finna á netinum og má Tutl tí leggja seg hjá einum størri útbjóðara og hetta hava teir gjørt. Teir eru hjá útbjóðara í New York, ið sendir út til 75 aðrar útbjóðarar, men prísurin er, at teir taka 30 % í ómaksløn.

Hetta vísir trupulleikan við mongu millumliðunum á netinum, ið vilja hava part av køkuni.


Framtíðin

Men eitt er hvat vit keypa. Annað er hvussu og hvar vit keypa í framtíðini.

Michael Reveal fæst við at ráðgeva fyritøkum í handli og sáttmálum. Hann hevur verið ráðgevi í samband við Midem-ferðina.

Hann sigur eina av orsøkunum til mótstøðuna hjá størri fyritøkum ímóti fría tónleikinum á netinum vera, at gomlu tónleikasáttmálarnir ikki søgdu nakað um digitalan tónleik.

Sáttmálarnir, sum nú verða skrivaðir við nýggjar bólkar, innihalda alt, sum nakar kann hugsast at finna uppá framyvir.

Hann sær fyri sær, at alnótin framyvir verður alt størri og meira innarbeiddur partur av keypi og sølu.

- Fólki dámar væl at fara innar í fløguhandlar. Í framtíðini verður kanska talan um eina heildaruppliving við øllum møguligum, tá ein keypir tónleik. Sum at fara inn á eina café, metir Michael Reveal.


Kiosk

Kristian, Rakul og Michael eru sannførd um, at tað eru stórar broytingar, ið vit eru í.

Michael vísir á, at í 1959 vístu vísindamenn á, at tól sum t.d. sjónvarp, fax og líknandi fóru bert at hava ein tørv, sum gjørdi, at eini 5000 tól funnust í heiminum. So er ikki í dag, kann ein siga, uttan at siga ov nógv.

Tey meta, at framyvir verður helst gjørligt at fara innar og bíleggja sær tónleik eftir ynski. Men tó fara heildarútgávurnar hjá tónleikarum ikki at hvørva

Tað verður sum at fara í eina kiosk at velja sær tónleik.

Fleiri sonevnd slogans ella orðatøk vóru havd á lofti í Cannes. T.d. ?The world to day is as bad as it can ever be?, sæð frá alnótasjónarhorni.

Ella ? It is not the strongest of the species that survive, nor the most intelligent, but the most responsive to change?.

Kristian minnist, at hann helt ongantíð, at fløgan skuldi taka plátuna av ræði so skjótt, sum hon gjørdi. Men hann er sannførdur um, at kreativur tónleikur fer altíð at hava ein miðil, um enn hesin eisini støðugt broytist.

Michael vísir á, at kona hansara fór inn í ein handil og spurdi eftir nótum til ávíst stykki í ávísum duri. Løtu seinni kundi hon fara avstað við hesum.


Ljós framtíð

Tutl hevur verið á netinum eina tíð, t.d. íhjá kenda sølustaðnum Amazon. Føroyska felagið er sera áhugað í at fyrireika ferðir við tónleikarum, umframt at netið skal fremja sølu.

Ragnar í Vík selir nakað uttanlanda. Hann hevur staðið í enskum bløðum og verið á ymsum listum. Men t.d. selja Spælimenninir í Hoydølum nógv í USA og hetta kemur av, at teir fleiri ferðir hava verið á ferð har.

Ætlanir eru um tónleikaferðir í Finnlandi, Íslandi og aðrastaðir, sigur Kristian Blak, og vísir á møguleikan við at fáa t.d. Birgir Enni at borðreiða við fiskarættum á ferðini.

Michael metir, at vit eiga so nógvan góðan tónleik við rót í mentan okkara. Hetta hevur týdning, tí sonevndi world-tónleikurin vinnur fram. Áhugin fyri tónleiki úr ymsum mentanum er vaksandi.

Michael Reveal vísir á River Dance, har írskir dansarar fingu viðrák og vunnu pening í hópatali.

Rakul sigur, at tað kom fram á Midem festivalinum, at MP3 fílarnir ikki bert eru av tí ónda. Børnini eru farin at lurta eftir tónleiki aftur og sita ikki bert og spæla Play-Station.

Tey eru samd um, at framtíðin skal síggjast sum avbjóðingar og møguleikar.


Norðlýsið 2002

Hugskotini eru mong.

T.d. kom hugskotið á Midem í ár um at hava egnan norðurlandskan bás á Midem í 2002. Umgjørligt, er ætlanin at hava Norðlýsið liggjandi við bryggju beint við Midem-stevnuna, har Birgir Enni kann bjóða øður og norðuratlantiskur tónleikur verður at hoyra. Ætlanirnar eru longu komanr nakað ávegis.

Midem er festivalur, har sambond verða knýtt og fyri at skapa álit, má ein vitja árliga.

Sambond verða knýtt fyri lívstíð og umráðandi er við áliti. Kanska spyrtst okkurt síðani burturúr, tá ein hittist árið eftir.

Framtíðin er ljós, eru Midem luttakararnir samdir um