fekk í heilan, tá hann var 19 mánaðar, fór at standa í stað, men sannleikin er, at hann er vaksin við Zakarisi. Tá Zakaris var lítil kundi hann finna upp á at fjakka runt um í grannalagnum, men í dag fer [...] sum hon er í dag. Hann hevur tikið í túsundatali av tablettum, sum tá saman um kemur ikki hava hjálpt nóg væl. Hann hevur onkuntíð tikið upp til trý sløg av heilivági í senn, og tá var hann so í ørviti, at [...] Zakaris varð liðugur í skúlanum hevur hann verið til umlætting í Dáanum um dagarnar frá klokkan tíggju og út á seinnapartin. Men nú hevur hann stuðul 25 tímar um vikuna. Og er framvegis í Dáanum, men einans
tykkara máli. Men eg lesi Internet-Sosialin hvønn dag heima í Japan. Sosialurin er mín høvuðskelda til tað, sum eg veit um tað, sum hendir í Føroyum í dag, sigur Masahiro. ? Føroyingar eru annars eitt blítt [...] búgvi í Odawara, sum er ein býur eini 80 kilometrar uttanfyri Tokyo. Fyri tveimum árum síðani keypti eg mínar fyrstu føroysku fløgur í einum plátuhandli, sum eitur Nordic Sound Hiroshima, sum liggur í býnum [...] Heygum løgd í fløguspælaran. Lesur Sosialin Tað er ikki av tilvild, at Masahiro er komin júst í hesum døgunum Listastevnan er. Áðrenn hann kom, hevur hann havt samband við Oddvá Nattestad í Norðurlandahúsinum
sigast má, at saknur var í teimum tá ið tey fluttu av bygdini, dreingjameingið í hesum aldrinum var so evarska lítið, vit vóru bara tveir dreingir, tá ið farið varð í fyrsta flokk í Gøtu Skúla. Petur hjá [...] Tað man ikki vera komið av ongum. Petur Weihe, keypmaður í Søldarfirði, keypti ein av línubátunum sum fyrst í sekstiárunum vóru smíðaðir í Dieppe í Fraklandi. »Havørnina« førdi Martin árini frá 61 til og [...] Cuba-trolararnar, sum tá vóru vaktar- & stand-by skip í Norðsjónum og í Vesturgrønlandi. Á vári í 79 legðist hann uppi. Byrjaði eitt nýtt skeið í lívinum, sum havnafúti við Runavíkar Havn. Men harvið er
missiónsvika í Fuglafirði. Tá var tað soleiðis, at av tí at missiónshúsið var so lítið, so endaði møtirøðin við møti í kirkjuni sunnukvøld. Tað árið, sum mær rennur í huga, tá var tað Edmund Abrahamsen í Garði [...] hending, í mínum dagliga arbeiði hugsa tankan, at einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Mamma hevur gingið í misiónshúsið alt tað, meg minnist. Í tí sambandinum hevur hon eisini verið í Sjóm [...] fyri mær, sum um tað var í gjár. Abraham var 15 ára gamalur tá. Eg ivist ikki í, at tað er líka ringt fyri bæði foreldur og børn at missa børn ella systkin, um tey eru nógv í tali, ella um tey eru fá.
skal til Havnar á verkstað í kvøld. Hóast teir á verkstaðnum í Havn ikki hava stundir til at umvæla bussin fyrr enn í fyrsta lagi í næstu viku, noyðist hann at fáa bussin av oynni í kvøld, nú Dúgvan ger ein [...] neyt, eru í bygdini. Klárt er í veðrinum, og sólin kastar gávumild sínar strálur niður á Kallsoynna, sum tekur seg út í fagrasta blóma. Tað tykist, sum hevur hon pyntað seg fyri okkum. Niðri í bønum, á [...] hava valt at halda í Mikladali á Kallsoynni í dag, hósdag. Helst fyri at koma eitt sindur burtur frá høvuðsstaði norðinga. Vit skuldu yvir um við Dúgvuni, og síðan sleppa víðari norður í Kallsoynna við Barsskor
giftu konunum í Kunoy, tá hon og Rógvi fluttu inn, sama dagin tey vórðu gift, í 1998. Sjálv fortelur Randi: ? Tá eg var 16 ár fluttu Rógvi og eg saman í kjallaran í húsunum hjá ommu hansara í Klaksvík. Um [...] Teir vilja nógv heldur vera í Kunoy. Tó heldur Randi ikki, at hon hevði kunnað búð í nakrari aðrari lítlari bygd her í Norðoyggjum. Hon sigur, at Kunoy er passaligt. At búð í Mikladali á Kalsoynni ella [...] Randi vóru eitt sindur bangin um hana í fyrstuni. Tey óttaðust fyri, at hon ikki fór at trívast í einum so bygdarligum umhvørvi, men nú er mamma Randi dagligur gestur í bygdini. ? Mamma elskar at vitja her
, hevur Henning verið ein serligur persónur í lívið mínum. Henning var gubbi mín og giftur við Naomi, sum er ommusystir mín. Hvønn sunnumorgun fór pápi mín við okkum systkum vestur eftir ovaravegi fyri [...] havi verið búsitandi í Dannmørk, hava møguleikarnir fyri at vitja inn á gólvið í Miðisbyrgi sjálvsagt verið skerdir. Henning hevði verið sjúkur í eina tíð, og ilt var at ímynda sær hann í hesari støðu. Tí [...] fyri at vitja Henning og Naomi, og er hesin siður mest sum varðveittur tann dag í dag. Altíð var hugnaligt at koma inn á gólvið hjá teimum. Ofta var Henning til skips, og tá var spennandi at frætta hvørji
tað eina løtu. Heldur ikki, um eg í dag síggi børn, sum eru í tí aldrinum, sum mítt vildi verið í, um eg ikki valdi fosturtøku. Anna sigur tó, at um hon gjørdist við barn í dag, so hevði støðan verið ein [...] kemur í hasa støðuna, hevur uppiborið at hava eitt val. Eg taki als ikki undir við, at ein kvinna skal kunna taka fostur fleiri ferðir, men tað eru so nógvar, sum koma í somu støðu, sum eg var í og ikki [...] lætt at fáa fosturtøku í Føroyum. - Tú skalt hava eina góða orsøk fyri at fáa játtandi svar. Orsøkin, sum eg gav, var, at eg var so ung, har var ongin pápi, eg var so sjúk og eg gekk í skúla. Eg minnist, at
og hvat skeltini merka? Vit valdu at halda alla summarferiuna í ár heima í Føroyum (heima eitur tað framvegis eftir óvikavist 16 og 12 ár í útlondum). Tað eru nøkur ár síðani, vit seinast vóru so leingi [...] eina café í Tel Aviv kann vænta at verða offur fyri einari terroratsókn? Ja, nú kann onkur halda, at hatta ikki kann samanlíknast, men um úrslitið er tað sama, hvør er tá munurin? Í fleiri londum í vesturheiminum [...] tað annars er í tí danska ríkinum. Her í Svøríki kann man sum sekstan ára gamal byrja at øva seg uppá at koyra. Man fær loyvi frá myndugleikunum til at byrja, og ein persónur (mamma ella pápi) verður góðkendur
ørvísi. Í dag er leygardagur og tí halda teir til í hugnaliga summarhúsinum í Overby Lyng á tanganum út til Sjællands Odde í útnyrðingahorninum á Sælandi. Summarið er farið at halla, tað er heyst í luftini [...] samkynd í Danmark í 1975, so eg havi verið við leingi, sigur hann. Bogi vil ikki liva í einum landi, sum ikki góðtekur, at hann er samkyndur, og at hann livir í skrásettum parlag. Hann vil ikki liva í einum [...] hann ikki býr í Føroyum. Ikki tí, starv hevði hann fingið, honum stóð í boði at gerast læknastjóri í Føroyum og hann hevði eisini kunna arbeitt sum yvirlækni í Føroyum Dømið ikki onnur Fólk í Føroyum hava