Heilt frá tí eg var smádrongur, hevur Henning verið ein serligur persónur í lívið mínum. Henning var gubbi mín og giftur við Naomi, sum er ommusystir mín.
Hvønn sunnumorgun fór pápi mín við okkum systkum vestur eftir ovaravegi fyri at vitja Henning og Naomi, og er hesin siður mest sum varðveittur tann dag í dag. Altíð var hugnaligt at koma inn á gólvið hjá teimum. Ofta var Henning til skips, og tá var spennandi at frætta hvørji tíðindi Naomi visti frá honum.
Henning var mær ein góður lærumeistari. Eg var heilt ungur, tá eg slapp at egna hjá honum. Tað var tann tíðin, tá nógvur útróður var í Vági, og allar mínar fríløtur var eg á kajuni. Henning lærdi meg at spleysa, at knýta húkar undir línu og at greiða fløkjur. Hann lærdi meg eisini, hvussu man skuldi skikka sær umborð á skipi, og hann lærdi meg heitini á øllum umborð. Hetta er nakað, sum hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri meg alt lívið ígjøgnum.
Henning tók meg við sær onkran túrin við Múlatanga, báði við snellu og við línu. Eg var m.a. á Bankanum og undir Íslandi. Hesar løtur hugsi eg framvegis nógv um. Eg slapp at hjálpa Henningi við at rigga til, tá leggjast skuldi um frá línu til snellufiskiskap, og Henning tók meg eisini við, tá motorurin á Múlatanga bleiv skiftur miðskeiðis í sjeyti árinum. Altíð hevði Henning stundir til at læra frá sær. Hann var ein sera umhugsin og klókur maður, sum dugdi væl at fara við ungfólki.
Tungt var at frætta, at Henning var farin. Hesi seinastu árini, eg havi verið búsitandi í Dannmørk, hava møguleikarnir fyri at vitja inn á gólvið í Miðisbyrgi sjálvsagt verið skerdir. Henning hevði verið sjúkur í eina tíð, og ilt var at ímynda sær hann í hesari støðu. Tí var tað enn meira kensluborið hjá mær at vitja Henning, nú hann ikki var so byrgur, sum eg altíð minnist hann at vera. Men kortini var lagið gott á honum, tá eg vitjaði inn á gólvið hjá Súsannu og Magnus, har hann var sína seinastu tíð.
Mínir tankar leita til tykkara í hesi sváru stund ? til tín góða Naomi og til Olaf, sum stóran partin av lívi sínum hevur verið til skips saman við pápa sínum, og til tykkum Súsanna og Magnus, Signar og Henning. Má Harrin styrkja tykkum og veita tykkum ugga.
Friður veri við minninum um Henning Jensen!
?????????????????
Højbjerg 02.09.04
Rógvi Johansen










