Í Kallsoynni ein dag

Reportasja

Óluksáligt. Orðið er helst fallið mongun norðingi av munni, ið er komin koyrandi út úr tunnilsmunnanum í Leirvík, tá svarið uppá tídningarmiklasta spurning ta løtuna vísir seg at vera noktandi. Dúgvan, lívsæðrin um fjørðin, hevur gloypt seinasta akfarið, og er við at lata kjaftin aftur, meðan sentimetrarnir millum hana og ferjuleguna spakuliga gerast til metrar. Óluksáligt at ferðslan skuldi vera so nógv norður gjøgnum sundalagið, óluksáligt at vit skuldu renna okkum í hatta líkfylgi, og óluksáligt at teir enn ikki eru lidnir við vegin undir Gøtueiði, so til ber at halda eina hampuliga ferð har. So høvdu vit helst klárað rutuna.

Blaðmaðurin og myndamaðurin skuldu annars á umboðsráðsfund hjá Norðoyar Sparikassa, sum tey hesaferð hava valt at halda í Mikladali á Kallsoynni í dag, hósdag. Helst fyri at koma eitt sindur burtur frá høvuðsstaði norðinga. Vit skuldu yvir um við Dúgvuni, og síðan sleppa víðari norður í Kallsoynna við Barsskor.

Klaksvíkingar eru vanliga fryntligir og hjálpsamir menn, so minuttirnir vóru ikki fleiri í tali, eftir at vit høvdu ringt norður og kært okkara neyð, til maskinbátur lá klárur at føra okkum beina kós á Syðradal.

Tað luktar eitt sindur av dieselolju inni í stýrihúsinum á Kjartani í Líð. Ein útróðrarbátur úr glasfibri, um tríati føtur til longdar. Vit leggja leiðina út úr bátahylinum í Leirvik og skiparin tendrar GPS?arin, sum vísir farleiðina um Leirvíksfjørð og eitt petti norður í Djúpini. Ikki tí, mestur hevði hann funnið yvir á Syðradal kortini, skiparin. Plagar at gera onkran túrin til útróðrar, tá hann er heima. Siglir vanliga í Grønlandi, tveir mánaðir burtur og ein heima. Men í summar hevur hann at kalla einki gjørt við útróðurin, sigur hann. Vit sigla nú beint sunnan fyri Kallsoynna. Fjørðurin er so spegilsklárur, og bara hendinga skýggj á luftini. ? Seyðinum dámar tara, letur í skiparanum. Jú mín sann, har ganga nakrir seyðir heilt niðri við sjóvarmálan inni á Kallsoyarlandinum og eta tara. Eg undrist á, hvussu hann er sloppin heilt oman, har er jú rættuliga bratt.

Vit leypa upp á bryggjuna á Syðradali og takka fyri túrin. Ikki eru vit komnir hálva leið niðan smølu og brøttu brekkuna til bygdina, so er lorvíkingurin farin afturundir. Húsini standa tøtt á Syðradali. Á tveimum teirra stendur at lesa, at tey eru bygd seinast í nítjandu øld. Tá vóru fólkini væl fleiri enn í dag, nú bara tíggju eru eftir. Við minnisvarðan skamt norðan fyri bygdina renna vit okkum í fylgið úr Norðoya Sparikassa. Eitt prýði er hann, minnisvarðin, sum fyri tveimum árum síðan varð reistur yvir 32 av bygdafólkunum. Í steinin er høgt bátur við manning og seyðamaður, meðan nøvnini eru høgt inn í helluna.

- Vit ætla okkum at fara ein túr norður á Kallin, greiðir onkur úr ferðalagnum okkum frá, meðan vit standa við minnisvarðan. Ljóðar spennandi. Men fyrst fara vit at hyggja at kirkjuni á Húsum. Varnist at hándtakið á kirkjudyrnum hevur skap sum ein grindahvalur. Hugsi, um hetta man fara at vera tað tættasta, ein kemur at sleppa í grind í ár.

Klokkarin á Húsum síðstu 40 árini, Símin Højgaard, vísir fram kirkjuna við hvíta talarastólinum, skorðin út í træ, grønu træbenkrunum og himmalbláa loftinum við teimum mongu stjórnunum.

- Tá eg sum smágenta á Húsum plagdi at vera í kirkju, hugsaði eg altíð, at hetta mátti vera tað nærmasta, ein kann koma himmalinum, letur í eini kvinnu, tætt við, har eg standi.
Símin greiðir frá um teir báðar, Søren úr Kunoy og Guttorm Eysturoy, sum vóru við til at byggja kirkjuna. Søren bað tá Guttorm seta seg undir dóttrina, so skuldi hann skera út eina andlitsmynd av henni í hvønn bjálka undir loftinum í hornunum á kirkjuni.Andlitið á dóttur Guttorm er enn at síggja í Húsa kirkju.

Vit leggja leiðina norðureftir við bussi. Nakrar minuttir og fýra smalar, óstorsligar tunnlar seinni steðgar førarin bussinum oman fyri Trøllanes. Nú skulu vit norður á Kallin, á leið ein hálvan tíma til gongu. Trøllanes bóndin Jógvan Joensen kemur við okkum norður. Jógvan bóndi hevur fingist við jarðarbrúk, tað hann kann minnast. Hann tók við festinum í 1968, og hóast hann í dag er 65 ár, er hann sjálvsama lættur á fótum. Mangt sporið eigur hann á hesum leiðum, okkurt árið hevur hann gingið teinin yvir 100 ferðir. Sum oftast hava ørindini verið at hyggja eftir seyðinum. 170 seyðir hevur Jógvan, umframt 11 mjølkikýr. Men Jógvan er ikki einsamællur bóndi. Trøllanes er bóndabygd burturav. Ikki færri enn tríggir bøndur, sum tilsamans hava um 400 seyðir og 50 neyt, eru í bygdini.

Klárt er í veðrinum, og sólin kastar gávumild sínar strálur niður á Kallsoynna, sum tekur seg út í fagrasta blóma. Tað tykist, sum hevur hon pyntað seg fyri okkum. Niðri í bønum, á eini lítlari høvd, sigur ein tjógvi. Hann hyggur eystureftir og hevur ikki helst ikki varnast okkum. Kanska situr hann og eygleiðir Kunoyarnakkin. Ella kanska Enniberg, sum spennir seg langt upp í loft eystanfyri Nakkin. Bygdin er nú farin afturundir.

Søgan um týska ferðamannin, sum var farin einsamællur í telti norður móti Kallinum, har hann skuldi liggja nátt, livir enn. Tá hann ikki sum avtalað varð kom aftur í aftur dagin eftir, hildu menn tað vera best at fara at leita. Tá vísti tað seg, at ein óður tarvur, mitt á nátt hevði rykt tjaldið oman av sovandi týskaranum, sum hjartkiptur slapp sær upp á Rossastein, sum stóð tætt við, har hann hevði sett tjaldið. Rossasteinur er stórur steinur, á leið hálvan annan metur til hæddar flatur í erva, og eisini veksur væl av grasi oman á honum. Her noyddist týskarin so at sita og slapp ongan veg, tí tarvurin stóð hjá honum og hevðí hug at ilskast, kom týskarin so mikið sum við eini ábending um at ætla sær av aftur Rossasteini.

Tað er tíðuligt, at Jógvan bóndi kennir lendið sum sín egna buksulumma, og eisini hvønn seyð, ið har gongur. Av og á steðgar hann, skimast eitt sindur, og fer síðan aftur til gongu. Hann steðgar, boyggir seg niður og tekur eitt hvørt í hondina. Tað vísir seg at vera leivdirnar av eini veðurballón. Bóndin fer í lumman eftir felliknívinum, sker merkið av, og leggur síðan leivdirnar av sjálvari ballónini í eina lagd. So verður hon ikki til ampa fyri seyðin.

Vit eru komin út á vitan á Kallinum. Sjálvt her úti er stilli. Í dag fær sjálvvirkandi vitin nógv burtur úr sólorkuni, og tað er gott, tí lítla vindmyllan, sum er hin orkukeldan hjá vitanum, flytir seg ikki. Sýnið yvir á Gjógv og inn í Funningsfjørð er av tí besta. Og longur burturi standa Risin og Kellingin so errin. Norðureftir røkkur havið, so langt sum eygað ber, og ein fer at hugsa, hvat man goyma seg handan havsbrúnna. Kanska heimsins endi?

Okkurt árið hevur verið nógv av fugli her norðuri. Men í ár hevur verið lítið, sigur bóndin. Lundin hevur leitað aðrar leiðir. Hann greiðir ferðalagnum frá, tá menn vistu at siga frá nógvari ritu her norðuri. So nógv skuldi vera til, at tú sást illandi sjógvin, og úr bønum bar til at heinta fleiri pund av dúni av henni. Vit verða rykt aftur til nútíðina, tá loftborni parturin av Norðlýsinum brádliga fer at senda beiunleiðis av Kallinum. Vit fara aftur til gongu.

Í Eysturoynni verður tíðum havt á tungu, tá fólk ?sussa? nógv, at tað er sum ritan á Kallsvík.

Túrurin heim aftur í bygdina tykist skjótari. Helst tí at vit nú kenna vegin og eisini er nakað av undanbrekku. Jógvan bóndi fer frá ferðalagnum, longur oman brekkuna at hyggja at seyðinum. Eitt bil stendur hann og skimast eftir teimum, og tað tykist, sum heilsa teir aftur. Seyðurin kennir bóndan. Gott at bøurin er so turrur, hugsi eg og hyggi niður á svartaskógvarnar. Ikki júst besti fótbúni til ein túr í hagan. Jakkan kundi eg eisini latið ligið í bussinum, so væl sum sólin vermir.

Vit síggja nú oman yvir Trøllanes bygd. Vakurt er, har bøurin er sligin. Longst burturi standa húsini tætt saman. Jógvan bóndi manglar enn nógv at sláa. Okkurt um helvtina. Men tað, ið eftir er, skal alt til súrhoyggj, so hann væntar at verða liðugur einaferð í næstu viku. Hugsi um, hvaðan hesin tættbygdi, lágvaksni maðurin við hvíta hárinum fær orku til alt arbeiðið, sum er at gera.

- Jú, tað er nógv at gera, men tað er fyri ein part sesongarbeiði. Nú er tað hoyggingin, sum er fyri, og tá líður út á heystið fara vit at ganga fjøllini, greiðir Jógvan frá. Eg standi fyri garðinum, men sonurin hjálpir mær, leggur hann afturat.

Vit takka fyri okkum og sessast í stóra bussinum, sum skal koyra okkum suður gjøgnum Trøllanesbergholið til Mikladals. Bussførarin er væl nøgdur við at leiðirnar eru einskildar. Hann hevur vanliga ikki minni enn tveir bussar í oynni. Ein stóran, sum tekur um hálvthundrað fólk, og ein minni buss. Smalt er at koyra, so honum dámar betri minna bussin. Tí er óheppið, at hann skal til Havnar á verkstað í kvøld. Hóast teir á verkstaðnum í Havn ikki hava stundir til at umvæla bussin fyrr enn í fyrsta lagi í næstu viku, noyðist hann at fáa bussin av oynni í kvøld, nú Dúgvan ger ein túr á Húsar. Óvist er, nær Dúgvan kemur aftur í oynna.

Bussurin steðgar á hálvari leið inni í Trøllanesbergholinum, tí vit skulu ein túr út í Djúpadal gjøgnum síðubergholið. Tað er stutt at ganga, bara góðar 200 metrar, men bølandi myrkt. Onkur greiðir frá, at menn plaga at reka seyð gjøgnum tunnilin og út í Djúpadal. Tað er so nógv lættari, tí bratt er annars at koma í dalin. Komin ígjøgnum síggja við dalin liggja so friðsalan. Eitt petti av órørdari náttúru.

Vit seta okkum til borðs í fráhaldshúsinum í Mikladali. Ferðalagið, umboðsráð og leiðslan í Norðoya Sparikassa, onkrir gestir, og so vit. Øll eru svong. Túrurin norður á Kallin gevur matarlyst, Sparikassafólkini hava avgreitt síni formellu viðurskifti, og nú er gott við einum bita. Áhugin fyri tí klassiska økist munandi, tá forrætturin kemur á borðið: Ein fiska symfoni. Síðan lundabringa og til seinast dessert. Ein appelsin til matin og kaffi til lagkøkuna. Manga takk.

Á veg suður til Syðradals, har bátur liggur og bíðar at føra okkum yvir á Leirvík, síggja vit oman á Dúgvuna, sum liggur við endan á keiini á Húsum. Hon er komin við einum oljubili og einum bili hjá IRF. Skrúvurnar arbeiða fyri at halda henni beinari inn móti keiini, tí hóast stilt er í veðrinum, rekur nakað. Síggi ikki lítla bussin hjá bussføraranum nakrastaðni. Kanska er hann longu farin umborð? Tað fer at regna, tá vit fara umborð á Alfa Pilot. Hann hevur ikki meira enn loyst, so setur hann á motorin. Góðar tíggju minuttir seinni eru vit í Leirvík, aftur á fastlandinum.