14. august í ár var ein hópur av fólki komið saman á Hellunum til 150 ára fagnaðardagin hjá Hellunum sum niðursetubygd. Hetta var ein glasiligur dagur, ein av teimum bestu, tú hevur livað. Summarið hevði [...] kini við sær í báðar ættir. Ein leskilig bók Hetta er ein forvitnislig bók. Martin Holm, sáli, segði altíð við okkum, meðan vit gingu á Føroya Læraraskúla, tá ið hann fekk eina væl úr hondum greidda bók [...] kring oyggjarnar, at gomul hús eru avdankað, og tað er stórt spell. Eini hús hava sál. Eins og ein bygd er ein sál. Hús, fólk, fæ og fenaður hoyra saman. Men tað er kanska býtt at taka so til orðanna
heldur betri frá byrjan, og leik fyri leik vann hann sær ein lítlan fyrimun. Tá hann so við góðari kombinatión fekk frúnna frá Rógva fyri ein rók og ein bisp, tóktist talvið avgjørt. Rógvi royndi at stríðast [...] ársins FM-kapping, og tað var hann aftur í dag. Hann telvaði mest sum feilfrítt, bygdi sær róliga ein fyrimun upp, áðrenn hann setti endaliga álopið inn. Endin var, at Carl Eli stóð eftir við tveimum monnum [...] Egilstoft. Heðin nú púra einsamallur Í 1. bólki er tað klaksvíkingurin, Heðin Gregersen, sum hevur lagt sjógv millum seg og restina av feltinum. Heðin hevði vunnið bæði talvini undan dagsins dystum, og í dag
seg, og í hesum føri er tað uttan iva ein avleiðing av, at heimlig mentafólk gingu á hann, at tað mátti ikki henda, at ein føroyingur sum skrivaði á donskum, fekk Nobelvirðislønina. Seinni, einaferð í [...] morgun »Moder Syvstjerne« 1952 er ein long prosalyrisk frásøgn, eins og nógv av tí William Heinesen seinni legði úr hondum. Hon er um lívsins ævinliga morgun, og er ein mynd av gátuløddari føðing, og hvussu [...] sett upp ímóti hvørjum øðrum og eru ein avgjørd drívkraft í frásøgnini. Deyðin er ikki ein noktan av lívinum ? vit tosa ikki um einstaklingin ? men tvørturímóti ein partur av lívinum sum heild, treytin
Fleyr í Gundadalshøllini í Havn. Og tað var vorðið sum sigur, tí TB vann dystin 3-0! Óivað var hetta ein óvæntað greiður sigur, men so mikið meira var hann uppiborin. Talan var um eitt gott liðavrik, ið legði [...] TB-kvinnurnar fyrireikað seg væl til dystin. Góðar servur og góðar móttøkur myndaðu spælið hjá TB, ið fekk eitt sindur av mótstøðu tey bæði fyrru settini, men síðani koyrdi tað heim í triðja settinum. Hetta [...] ongantíð út av, hvussu hesin dysturin skuldi vendast og vinnast, og av tí at TB enntá í móttøkunum fekk lagt trýst á, spurdist einki burturúr hjá heimaliðnum, ið við tapinum mátti síggja TB fara fram um
onnur smáting við. Væl hevði gingist, men komin til Kvívíksklyvjar var ein smøl gøta at fara eftir, men nú ber annar leypurin við ein stein í klettinum, og alt raplar oman av gøtuni og bums – í havið. Bratt [...] stampar vóru og teir ruku sum hornaklingrur líka á sjógv og sóust ikki aftur. Tríggir vóru pottarnir, teir steðgaðu aftur, men so illa vildi til, at ein av teimum var komin heilt út á Upsina, ytstu trom [...] liðugt. Og sum eg tíðliga ein morgunin siti niðri við bátin, sum vit førdu torv við, síggi eg eina jollu koma skúmandi inn ímóti mær frá Eystnesi. Annar maðurin í jolluni er ein danskur íslendskur keypmaður
Báðar kvinnurnar lótu lív, onnur teirra varð ongantíð funnin. - Ein teirra, sum kom umborð á lívi, men doyði løtu seinni á messugólvinum, var ein ungur maður, sum fylti 21 ár hendan dagin. Tað hevur verið so [...] Klaksvíkar kommunu fekk manningin heiðursbræv. Seinni kom heiðursbræv frá russisku sendistovuni í Danmark. - Heiðursbrævið og heiðursmerki til hvønn einstakan kom frá ovastu sovjettini. Hetta er ein viðurkenning [...] , sum russar lata uttanlands og innanlands. At uppliva ein slíkan lagnutúr seytjan ára gamal, festir seg fast og varandi í minnið. - Tað var ein ógvuliga óhugnaligur og ræðuligur túrur fyri okkum umborð
nógv av skaðum, men nú er ein avkláring á veg. – Eg havi verið til viðgerð í Írlandi og havi millum annað fingið tríggjar sproytur, sum gjarna skulu hjálpa upp á skaðan. Tað er ein vanligur skaði í fótb [...] kendist, sum eg beklaði, men tað gjørdi eg ikki. Tá var tað ein spong í fótinum, sum var strongd so mikið, at fóturin hóvnaði. Hesin seinni skaðin er ein fylgja av tí fyrra skaðanum. Síðani havi eg ikki kunna [...] eg kom aftur úr Norra, og tá byrjaði skaðarnir at koma. Eg spældi frá 1996 til 2008 uttan at missa ein dyst vegna skaða, so eg havi verið heppin upp á tann mátan, men í Klaksvík gekk galið, sigur Rógvi
mansliðið í føroyskum flogbólti í løtuni, og at tað bert er ein spurningur um tíð, áðrenn meistaraheitið er í hús. Framúr blokkur Tað var eisini SÍ, sum fekk bestu byrjanina upp á dystin. Beinan vegin í fyrsta [...] og teir løgdu aftur sjógv millum seg og Mjølnir. Hugaligt var at síggja stóru breiddina hjá sørvingum, har allir mans hildu seg til, og eitt nú spældi liðskiparin Jón Nielsen ein serstakliga góðan dyst [...] við øgiligari kraft langaði bóltin í gólvið hjá Mjølnir. SÍ fekk sín fyrsta settbólt í øðrum setti, tá ið teir komu á odda 24-17, men Mjølnir fekk minkað niður í 18-24 og fingu servina. Men veteranurin Trúgvi
sum hevði leiðsluna í dystinum. Tær løgdu skjótt sjógv niður til StÍF, men eitt skifti í fyrra hálvleiki var tó um reppið, at alt kiksaði. Søljan fekk tá einki mál í einar tíggju minuttir, og StÍF kom [...] fer at toga seg longur frá. StÍF skal nevnliga royna seg móti Kyndli komandi vikuskifti, og tað er ein dystur, sum skal vinnast, um liðið ikki skal detta heilt niður móti botninum. Dysturin í tølum StÍF-Søljan
tí almenna. Áðrenn Listasavnið gjørdist sjálvsognarstovnur í 1989, var tað ein almennur stovnur undir Landsstýrinum, sum fekk eina árliga játtan á fíggjarlógini til at keypa føroyska list fyri. Hetta hevur [...] minti leiðslan á, at tað finnast mong ymisk sløg av listarligum útbúgvingum. Í staðin fyri at tosa um ein listfrøðing, brúkti leiðslan tí heitið listfrøðiligt fólk, sum framyvir skal átaka sær listarligu [...] ígongdsetari og tryggja støðið og menning á stovninum. Við framtíðini í huga, heldur leiðslan tað vera ein týðandi fyrimun at nýta listfrøðingar úr ymsum listaligum umhvørvum á savninum í skiftandi tíðarskeiðum