Tað, sum merkir politiska gerandisdagin í Føroyum í dag, er at Guð náði tann, ið dittar sær at meina, at verðin og føroyska samfelagið er meira fjøltáttað og samansett, enn tað, ið samgongan byggir sína politisku ætlan á. Vísir tú á faktiskar veruleikar, gerast teir frá sær sjálvum og royna at prógva við útvaldum tølum, at teir t.d. raðfesta vælferðina hjá føroyingum hægri enn nakar annar hevur gjørt áðrenn teir. Vísir tú á søguligar búskaparligar veruleikar, at búskapurin kann verða fyri hóttafalli, og at vit eiga at vera varin í okkara metingum um búskaparvøksturin, svara teir aftur við at leingja teirra búskaparligu vakstrarlinjur heilt upp til himmals.
Einfalda fatanin av verðini og samfelagnum sum heild, merkir eisini politikkin í tí ríkisrættaliga spurninginum. Strategi landsstýrisins er dupul, teir halda seg kunna diktera dønum at gera eftir teirra krøvum, meðan tað hinvegin ongantíð er betur, enn um tað samstundist eydnast teimum at provokera danir somikið, at teir koma til at siga okkurt, ið kann tulkast sum niðursetandi um føroyingar. Tá fáa teir veruliga útloysn og rópa í kóri, hygg, hvat søgdu vit, danir eru koloniharrar og imprialistar.
Nú nærkast valið og desperatiónin hjá serliga størsta samgonguflokkinum gerst alt sjónligari. Ikki eitt einasta málsøkið er fyrireikað til yvirtøku, og prísurin teir hava goldið fyri lovaða landi, er knæfallið fyri nýliberalismuni hjá Fólkaflokkinum. Formaðurin førir seg framhaldandi fram sum ein charlatan saman við falna landstyrismanninum. Tá man bert hevur sjálvrósið eftir, tá ríður man lágt.
Tað at stýra fólki við kenslum er ein gomul og vælkend strategi, sum er gjøgnumskoðað og avdúkað, hóast man enn í dag kann órógvast av at floksleiðarar í enn fáa vind í seglini við slíkum strategium.
Hóast floksformenn í samgonguni nú, aftaná at einstaklingar og fjølmiðlar hava víst á vánaligu korini hjá okkara óhjálpnu, nú siga seg vilja raðfesta mest átrokandi tørvin hjá gerandisføroyingum, eiga fólk ikki at lata seg villeiða av hesum. Tann politikkurin, ið hevur verið førdur seinastu 3 árini prógvar, at samgongan ikki hevur evnini og viljan til at stýra einum landi, har fólk hava ymsar fatarnir, virðir og ikki minst ymisk mál, eisini tá talan er um ríkisfelagsskapin.
Eg havið spurt um tað fyrr í blaðgrein og kann gera tað enn einaferð: Hvør eigur yvirskotið á fíggjarlógini? Eru tað tey foreldrini, ið ikki sleppa til arbeiðis, tí tey ikki fáa nøktandi ansing til børnini? Eru tað tey sálarsjúku, ið liva undir ómennisjaligum korum? Eru tað tey, ið JAVNI og MBF varða av? Eru tað røktarsjúklingar, ið ikki sleppa á røktarheim? Eru tað røktarheimini, ið mugu koyra fólk í song út á seinnapartin, tí játtanin ikki røkkur?.Er tað heimarøktin, ið ikki kann veita fólki tryggleika, hvørki á degi ella nátt? Er tað útjaðarin ella útoygjjar? Eru tað tey, ið ikki hava tak yvir høvdi? Er tað fólkaskúlin , ið ikki hevur fíggjarliga orku til fremja tað, ið er álagt honum? Er tað Læraskúlin, ið er vorin politisk kastibløka? Er tað Landssjúkrahúsið, ið má stongja deildir vegna sparingar og sum ikki fær neyðugu játtaninar tilnýbyggingina, umvælingarnar og viðlíkahaldið?
Bluffnummarið hjá samgonguni, at vit skulu umsita alt samfelagið og at tað skal ganga skjótt, kann ikki takast í álvara, tá man sær ráðaloysi innan Postverkið. Nú eru 26 ár liðin síðan hesin stovnur varð yvirtikin og enn í dag vita teir, ið hava reypa mest av hesi yvirtøku ikki, hvat teir skula brúka hann til. Samgongan hevur nú í 3 ár staðið sum ryssa yvir deyðum fyli, meðan stovnurin fer í hundarnar.
Nú 3 ár eftir proklameraðam fullveldispolitikk, hvussu væl hevur so samgongan lagað føroyska búskapin til eina tilveru uttan ríkisveiting. Í veruleikanum er ongin tillaðing gjørd, tvørturímóti. Rakstrarútreiðslurnar eru vaksnar nógv hóast ongir veruligir batar eru gjørdir á okkara vælferðarskipanir.
Tað tykist ikki sum um samgonguleiðarar skilja, at nakar kann verða ónøgdur, nú rakstrarútreiðslurnar eru vaksnar so nógv seinastu 3 árini. Teir skilja ikki at tað kostar at reka eina samfelagsskipan har øll skulu hava ein møguleika, uttan mun til fíggjarligu umstøðurnar og førleika.
Vit kunnu t.d.ikki krevja av teimun í arbeiðsførum aldri, at tey skulu skapa meirvirði á arbeiðsmarknaðinum, uttan at tey kunnu føla seg trygg við, at teirra børn og teirra gomlu, um tey hava tørv á tí, eru í tryggum hondum. Hóast samgongan heldur seg nýta nógvar pengar til vælferðarskipanir og tænastur, so er veruleikin tann, at londini rundan um okkum, undantikið Ísland, nýta forholdsvís nógv fleiri pengar til vælferðartænastur. Hesi lond hava enntá ætlanir um at nýta enn fleiri pengar fyri at økja um trivnaðin hjá borgarunum.
Tann seinasta desperata royndin hjá serliga tí eina samgonguflokkururin, ið til síðsta val ikki tordi at taka ta alternativu fíggjarlógina við ongum blokki úr skuffuni, borðreiðir nú við einum væntandi yvirskoti á fíggjarlógini í ár uppá umleið 600 mió. og nýtir hesa upphædd sum prógv fyri teirra búskaparliga skili. Aðrar útrokningar vísa, at úrslitið áðrenn avdráttir verður eitt avlop uppá 475 mió. og aftaná at avdráttir er goldin 339 mió. Hava vit so í huganum, at fíggjarlógin í ár hevur meira enn 100 mió. minni í útreiðslum av rentum og avdráttum enn t.d fíggjarlógin í 1997 og at blokkurin er yvir 100 mió. størri í ár, so er yvirskotið ikki størri enn í 1997, um blokkurin og útreiðslurnar av rentum og avdrátti vóru tær somu sum í 1997. Við øðrum orðum so hevur samgongan megnað at brukt allan inntøkuvøksturin hjá landskassanum, til øktar rakstrarútreiðslur. Landskassans inntøkur verða uml. 700 mió. størri í ár enn í 1997. So í veruleikanum er samgongan dumpað í búskapi, um endamálið er at brúka minni enn inntøkuvøksturin.
Tað avlopið sum nú verður sett meira inn í landsbankan enn t.d.í 1997, er tað vit sleppa bíligari í rentum og avdrátti og fáa í størri blokki. Fyrimunin av lægri rentuútreiðslum fáa vit ikki aftur og gongst sum henda samgongan ætlar, so er blokkurin skjótt søga og ein búskapargrunnur við fantasiliónum tað, ið skal avloysa blokkin.
Tað tragikomiska við støðuni er, at tað sum størsti samgonguflokkurin reypar sær av á búskaparliga økinum er alt orsaka av fíggjarligum fyrimunum, ið teir ongan heiður eiga av. Tjóðveldisflokkurin saman við Fólkaflokkinum atkvøddi ímóti at gera bankakanningina, ið fekk skelettini hjá Den Danske Bank at rapa úr skápinum. Vit sum atkvøddu fyri kanningini í Løgtinginum blivu eisini tá skýrdir at verða landasvíkjarar. Henda samgonga fór í 1998 til Danmarkar at samráðast um bankamálið, ið varð serverað teimum á einum silvurfati av undanfarnu samgongu, ið hevði sett allar hugsandi serfrøðingar at leggja eina strategi viðv. krøvunum móti Den Danske Bank og donsku stjórnini. Bankakanningin og strategiin, ið løgd var av undanfarnu samgongu, viðførdi at vit sluppu undan eini skuld uppá 900 mió. umframt at 500 mió. blivur niðurfrystar og skulu bert rindast aftur um olja verður funnin og um ikki, so verða tær avskrivaðar tá 20 ár eru ligin. Harumframt fingu føroyingar eina góða avtalu um afturgjalding av uttanlandskuldini, ið danir átoku sær, tá vit høvdu stýrt okkum út á sjógv.
At henda samgongan eisini megnaði at koma heim aftur við einum blokkstuðli, sum í dag er vaksin meira enn 100 mió síðan hon tók við, vísir bert hvussu ússalig hon er, nú hon hevur biðið um at fáa blokkin minkaðan við 356 mió., tó ikki fyrr enn tá aðrir taka yvir aftaná næsta løgtingsval.
Hvør torir at loysa við slíkum charlatannum?