Søljan nærkast

Bert eitt stig er nú á muni millum StÍF og Søljuna

Hondbóltur

Útsetti dysturin millum StÍF og Søljuna varð leiktur á Skála sunnudagin. Í fyrstu atløgu varð dysturin av ongum, tá eingir dómarar møttu til dystin á Skála, men hesaferð bar betri til.
Ta ferðin duldu tær hjá Søljuni ikki fyri, at tær vóru vónbrotnar um, at dysturin varð av ongum, tí tær høvdu fyrireikað seg væl til uppgerðina, sum kundi lyfta tær á stigatalvuni, men fyrireikingarnar tóktust ikki vera minni góðar hesaferð.
Undir øllum umstøðum eydnaðist teimum at vinna sær tvey kærkomin stig til kontina, soleiðis at totalurin nú er fýra stig, og nú er bert eitt stig upp á fimta plássið, har StÍF í løtuni heldur til.
Tað var eisini alla tíðina Søljan, sum hevði leiðsluna í dystinum. Tær løgdu skjótt sjógv niður til StÍF, men eitt skifti í fyrra hálvleiki var tó um reppið, at alt kiksaði. Søljan fekk tá einki mál í einar tíggju minuttir, og StÍF kom eina lítla løtu upp á javnt, men so var eisini liðugt. Geistirnir skræddu seg alt fyri eitt leysar aftur, tá seinni hálvleikur byrjaði, og restina av tiðini megnaðu tær at halda fast.
Og so er spurningurin, hvørt tær eisini megna at toga seg enn longur upp á talvuna, ella um StÍF fer at toga seg longur frá. StÍF skal nevnliga royna seg móti Kyndli komandi vikuskifti, og tað er ein dystur, sum skal vinnast, um liðið ikki skal detta heilt niður móti botninum.

Dysturin í tølum
StÍF-Søljan 20-24 (9-11):
Málskjúttar
StÍF: Paula B. Høgnesen 5, Poula D. Olsen 5, Ann Mari Østerø 3, Milica Ergic 3, Sunfríð B. Jacobsen 2(1), Beinta Joensen 2
Søljan: Nicoleta Radu 9(2), Heidi Maria Akselsen 4, Jana Jacobsen 3, Fía Selma Nielsen 2, Petra Thomassen 2, Hertha Simonsen 2, Arnleyg Haraldsen 1, Irdi Mikkelsen 1
Brotskøst: StÍF 2, Søljan 2
Útvísingar: StÍF 5, Søljan 2
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen.