ritverkið, sum í dag liggur á borðinum og er úrslitið av Menas verkætlanini? Er tað rætt, at hetta ritverk- ella partar av tí - er á so lágum vísindaligum støði, at tað ikki er borðbart? Um tað verður landsstý [...] havi eg fingið upplýst, at tað er avgjørt, at aðrar verkætlanir ikki verða settar í verk, fyrr enn ein undirskrivaður sáttmáli er tøkur. Eg kundi lagt afturat, at tað eisini er umráðandi, at dagliga samskiftið [...] Fróðskaparsetrinum annars hevði verið á fundinum 20. juni 2000. Tað er sostatt við støði í frammanfyristandandi alt sum bendir á, at sáttmáli er gjørdur millum oljufelagið BP Amoco og ráðgevandi fyritøkuna Menas
Magnus Jørmundsson er helst kendasti dómarin í kongaríkinum í dag. Hann er endaður á Ekstra Blaðnum, eftir eina heldur pínifulla og margháttliga hending í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini hjá kvinnum [...] har, sum hann helst ikki skal enda hjá einum mannfólki. Hóast pínu, so fær Magnus Jørmundson millum lítla og onga samkenslu frá kvinnuligu spælarunum á vøllinum, um vit skulu meta eftir myndunum, sum Olivur [...] Olivur Joensen, myndamaður á Norðlýsinum, hevur tikið. Yvirskriftin til greinina á Ekstra Blaðnum er: Tað eru so nógv, sum kvinnur ikki skilja. Sjálv greinin á danska Ekstra Blaðnum kann lesast við at trýsta
Vinnuhúsið vísir eisini á, at Internethandilin er nógv øktur hesi seinastu árini, men undir koronupreppuni hevur hann rættiliga tikið dik á seg. Bara í USA er itnernethandilin vaksin úr 598 milliardum dollarum [...] sipa til, er, at tað ber til at keypa vørur uttanlands á internetinum fyri upp til 300 krónur, uttan at rinda mvg, ella toll av innflutninginum. Og tey í Vinnuhúsinum staðfesta, at hetta er ein fyrimunur [...] Óhappið í farna mánað, tá bingjuskipið, Ever Given, legði seg tvørt fyri í Sueskanalini í eina lítla viku, fekk eisini avleiðingar fyri Føroyar. Tað vísir Vinnuhúsið nú á. Óhappið hevði risastórar útreiðslur
Davidsen sigur, at tað er greitt, at óhappið í Billund fer ikki at ávirka flúgvingina í morgin, tí tá verður flogið, sum ætlað. Sosatt er greitt, at í fyrstu syftu fær óhappið bara lítla ávirkan á flúgvingina [...] hetta elvdi til seinkingar, tó er øll flogferðslan í kvøld í ferð við at verða avgreidd við øðrum flogførum, um, enn nakað seinkað við tað, at flogfarið við ferðafólkunum er væntandi í Vágum klokkan 2.55 [...] at flogfari hevur fingið slíkan skaða, at tað verður sett í eina tíð er søgan ein heilt onnur. Men tað vita tey einki um enn, tí enn er ikki greitt, nær flogfarið, sum var fyri óhappi í Billund, sleppur
Tvøroyri at taka olju upp við og tað er útgerð, sum riggar framúr væl og sum er sera vælegnað at taka olju upp við. Hann vísur á, at tá ið teir hava tikið upp, er minni enn 1% sjógvur, so reint tekur hon [...] ? Fer oljuverndarútgerðin av landinum, er tað sera óheppið. Tað heldur Sunleif Højgaard, sum er leiðari fyri Skálafjarðar Sløkkiliði. Hann sigur, at útgerðin frá OSR, sum tey hava havt til taks á Skál [...] Skálafjørðinum, hevur roynst heilt framúr væl. Runavík er oljuútgerðar-havn og har hava tey ein vogn við útgerð frá OSR á Tvøroyri. Og tað er meiri enn so, at tað hevur verið brúk fyri henni. ? Tilsamans hava
- Tað er ógvuliga gevandi at skriva til børn og ung. Børn eru ymisk, og tá ið tú lesur fyri teimum, sært tú beinanvegin, um søgan fangar ella ikki. Tað er í nýggjari tíð, at Sólrún Michelsen er farin at [...] ungdómsbók. Tær byggja á barnaár og ungdómsár høvundsins. »Hin útvaldi« er ein ævintýrkend søga, eisini kallað fantasy-søga. Søgan er um drongin Kol. Í fyrstuni býr hann saman við foreldrum og ættfólki í [...] fjarari fortíð. Tá ið hann er 12 ára gamal, verða tey rakt av skalvalopi, og bæði foreldur og vinfólk hjá Koli doyggja. Tey, ið eftir eru, gera av at flyta. Kol syrgir, men gentan Aya hjálpir honum burtur
heit suppa fekst í Roynhøllini. Lítla Dímun er 414 metrar høg, brøtt er oyggin, men ovast er stór fløta. Hvalbingar eiga oynna, og vísti tað seg um vikuskiftið, at oyggin er gott ferðavinnumál. Hvalbingar [...] ferðandi, tá gangast og klintrast skuldi av helluni, og niðan á oynna, og annars á allari ferðini. Hetta er fyrstu ferð hvalbingar gera slíka ferð við so stórum ferðalag, og eisini fyrstuferð, at ligið verður
tum. Hjá fiskavirkisfólkum er talan um eina hækking, meðan at kalla eingin broyting er hjá akademikarum. Hjá starvsmonnum, handverkarum og verkafólkum er talan um eina lítla lækking í skattatrýstinum - [...] rin gloymdi tó at taka nakrar avgerandi fyritreytir við í útrokningarnar. Líkt er eisini til, at onkur fyritreyt ikki er heilt røtt. Manglandi fyritreytirnar eru tey sosialu gjøldini: Barsilsskipanin, [...] ttaprosent Landsstýrismaðurin brúkar eitt miðal kommunuskattaprosent upp á 20, men tað er neyvan rætt. Rættari er brúka ta - í mun til fólkatalið í hvørjari kommunu - vektaða miðalskattaprosentið. Hetta
fløskur eftir løgregluni. Endin var, at 27 ung vórðu handtikin. Tann 17 ára gamla gentan sigur við blaðið Expressen, at tað er ikki hon, sum hevur lagt myndirnar út á netið. Myndugleikarnir bera ótta fyri [...] Leiðslan á einum studentaskúla í Gøteborg hevur gjørt av at avlýsa skúlagongdina í dag. Orsøkin er, at í gjár vóru umleið 500 næmingar uppi í ófriði uttan fyri skúlan, har tey mótmæltu, at umleið 200 myndir [...] lýsingum. Tey ungu vildu vera við, at tað var ein 17 ára gomul genta, sum hevði lagt myndirnar út, og at gentan var inni í skúlanum. Tey royndu at sleppa inn á skúlan, og tá løgreglan forðaði teimum, tveittu tey
men tað er at fara lætt um sannleikan, als ikki at nevna fyri føroyingum, at meginorsøkin til hesa gongd er tann risastóri vøksturin í fiskiveiðuni. - Hava vit henda vøkstur í huganum, so er ein lønarvøkstur [...] Hetta er lítið virðiligur atburður hjá tí sum situr í landsins hægsta embæti, og eigur helst onga aðra viðmerking uppiborna. - Vit, sum hava samstarvað við løgmann og flokk hansara vita, at tað er ikki [...] vøkstur uppá 8% í útflutninginum ov lítil. Veiðan av virðismiklum fiskasløgum er fleirfaldað. - Vit mugu ásanna, at stórur vandi er fyri, at fiskastovnanir enn einaferð eru alt ov hart troyttir. Samstundis