Fyrispurngur á tingi
-Er tað satt, at sáttmáli um vísindaliga arbeiðið í Menas málinum varð undirskrivað av oljufelag og útlendskari ráðgevandi fyritøku, uttan at Fróðskaparsetrið var vitandi um tað? Hvør hevur skrivað ritverkið, sum í dag liggur á borðinum og er úrslitið av Menas verkætlanini? Er tað rætt, at hetta ritverk- ella partar av tí - er á so lágum vísindaligum støði, at tað ikki er borðbart? Um tað verður landsstýrismanninum greitt, at álvarsliga atfinningarsom viðurskifti valda ella fara fram á Fróðskaparsetrinum, hvat ætlar hann so at gera við tað? Hetta vóru nakrir av rættiliga skakandi spurningunum, sum tingm aðurin Finnur Helmsdal herfyri setti landsstýrismanninum Óla Holm. Nú hevur hann so svarað spurningunum og fara vit her at tríva í svarini.
Óli Holm vísir á, at hann eins og tá talan er um hinar spurningarnar, hevur roynt at útvegað sær so nógv viðkomandi tilfar sum møguligt. Hann hevur havt fundir við rektaran, seturskrivaran og eisini við deildarleiðaran á Søgu- og samfelagsdeildini um hetta mundið. Eisini hevur hann fingið skrivliga frágreiðing frá rektaranum og upprit um málið, sum táverandi deildarleiðarin hevur latið verandi deildarleiðara. Við støði í hesum tilfari og við fyrivarni fyri, at tað kunnu vera skjøl, ið hann ikki kennir, sær sáttmálaspurningurin soleiðis út fyri honum:
Forsøgan
Í januar 2000 vendi stjórin fyri BP Amoco í Føroyum sær til rektaran á Fróðskaparsetrið Føroya og bað um fund. BP Amoco vildi vita meira um Fróðskaparsetrið, og um møguleikar vóru fyri samstarvi. Tann 27. januar 2000 høvdu rektarin og seturskrivarin fund við stjóran fyri BP Amoco í Føroyum umframt tvey bretsk umboð fyri BP Amoco.
Á fundinum greiddi rektarin frá almenna virkseminum á Fróðskaparsetrinum og møguleikar fyri samstarvi. Rektarin gjørdi BP Amoco greitt, at um teir vildu vita meira ítøkiligt um hesar møguleikarnar ella vóru hugaðir at taka lut í einumhvørjum, máttu teir tosa við deildirnar sjálvar, tí tað er á deildunum, at tann neyðugi kunnleikin um tær einstøku verkætlanirnar og møguleikarnar eru. Semja var um, at hetta var ein kunnandi fundur.
Í februar 2000 fekk Fróðskaparsetrið bræv frá BP Amoco, har felagið segði frá, at tað hevði áhuga fyri eini kanning í sambandi við oljuvinnuna, sum kanska fór at vera. Tað brævið varð sent Søgu- og samfelagsdeildini við spurningi, um deildin hevði nakað uppskot. Tann 24. februar 2000 boðaði deildin frá, at hon fór at koma við einum útspæli. Tann 16. mars 2000 sendi Fróðskaparsetrið BP Amoco skriv, har uppskotið hjá Søgu- og samfelagsdeildini "A Socio-Economic Base-line Study" var lagt við. Talan var um eina verkætlanarlýsing við tíðar- og kostnaðarætlan. BP Amoco boðaði fyrst í apríl frá, at teir vóru sinnaðir at arbeiða víðari við uppskotinum.
20. juni 2000 var fundur á Fróðskaparsetrinum har trý umboð fyri BP Amoco møttu saman við tveimum umboðum frá ráðgevandi fyritøkuni Menas í London. Við á fundinum vóru harumframt rektarin, setursskrivarin, deildarleiðarin og føroyskur serfrøðingur, sum um hetta mundið hevði arbeiðsstað á setrinum í samband við eina aðra verkætlan.
BP Amoco segði frá, at tað hevði fyri sín part latið verkætlanina upp í hendurnar á Menas, sum skuldi samstarva við Søgu- og samfelagsdeildina á setrinum. Deildarleiðarin á Søgu- og samfelagsdeildini segði frá, at hann fekk ikki sjálvur farið inn í verkætlanina, men at áðurnevndi serfrøðingur kundi átaka sær uppgávuna. Avtalað varð, at partarnir skuldu arbeiða víðari við arbeiðs-, tíðar- og kostnaðarætlan. Sjálvt verkætlanararbeiðið fór tó ikki veruliga ígongd fyrr enn eftir at BP Amoco hevði fingið leitiloyvið frá Oljumálastýrinum.
Spurningurin um sáttmála
Rektarin og táverandi deildarleiðarin hava upplýst fyri mær, at á fundinum 20. juni 2000 varð gjørt av, at setursskrivstovan skuldi gera uppskot til sáttmála, sum partarnir, t.e. Fróðskaparsetur Føroya, BP Amoco og Menas, skuldu undirskriva. Fróðskaparsetrið hevur ein standardsáttmála, sum verður lagaður til í hvørjum føri sær og brúktur við høvi sum hesum. Sáttmálin skuldi umsetast og varð tí sendur millum setursskrivstovuna og Søgu- og samfelagsdeildina nakrar ferðir.
Sáttmálauppskotið varð sent Menas, men ráðgevandi fyritøkan svaraði ikki. Rykt varð úrslitaleyst eftir sáttmálanum fleiri ferðir út eftir heystinum 2000. Í november fekk deildarleiðarin at vita frá Menas, at BP Amoco og Menas høvdu skrivað sáttmála sínámillum. Hetta kunnaði hann setursskrivaran um. Tað tykist sum setrið tók til eftirtektar, at eingin sáttmáli fekst. Ein orsøk til hetta var, at so langt nú var útliðið, at ein sáttmáli nú tóktist lítið endamál at hava. Verkætlanin skuldi eftir ætlan verða liðug í seinasta lagi januar 2001.
Av notati hjá táverandi deildarleiðaranum, dagfest 10.02.02, sæst, at sáttmálin millum Menas og BP Amoco varð undirritaður í september 2000. Við støði í sama notati kann upplýsast, at fleiri sáttmálauppskot vórðu send Menas, ið skuldi røkja samskiftið millum BP Amoco og verkætlanina. Tað tykist sum hvørki BP Amoco ella Menas hava svarað til sáttmálauppskotini, eins og hvørki Menas ella BP Amoco hava kunnað Fróðskaparsetrið um, at sáttmáli longu var gjørdur teirra millum. Í sambandi við toganina um sáttmála hevur Menas yvir fyri Søgu- og samfelagsdeildini gjørt greitt, at Fróðskaparsetrið var at meta sum undirveitari í mun til Menas og ikki javntsettur samstarvspartur, so sum fatanin hjá Fróðskaparsetrinum annars hevði verið á fundinum 20. juni 2000.
Tað er sostatt við støði í frammanfyristandandi alt sum bendir á, at sáttmáli er gjørdur millum oljufelagið BP Amoco og ráðgevandi fyritøkuna Menas í september 2000, og at meira enn tveir mánaðir gingu, áðrenn Fróðskaparsetrið fekk hetta upplýst.
Mistøk gjørd
Fróðskaparsetrið hevur í eftirmetingunum av Menas-málinum ásannað, at mistøk eru gjørd. Setursleiðslan hevur staðfest, at reglurnar um, at sáttmáli skal undirskrivast, áðrenn slík verkætlanararbeiði fara í gongd, eru neyðugar og skulu haldast. Í samsvar við hetta havi eg fingið upplýst, at tað er avgjørt, at aðrar verkætlanir ikki verða settar í verk, fyrr enn ein undirskrivaður sáttmáli er tøkur. Eg kundi lagt afturat, at tað eisini er umráðandi, at dagliga samskiftið innanhýsis á Fróðskaparsetrinum er gott. Tað er eisini umráðandi, at vit framyvir tryggja okkum, at har vit eru við í vísindaligum ella øðrum samstarvi við førleikamennandi endamáli, sum oljufeløg fíggja, skulu vit vera við á jøvnum føti við møguligar útlendskar samstarvspartar.
Høvundarnir at "Kanning av árinunum av eini oljuvinnu í Føroyum" eru teir fýra, sum undirskrivað hava frágreiðingina á síðu 7, og eru hesir allir í starvi hjá ella knýttir at ráðgevandi fyritøkuni Menas.
Tað er mín fatan, at leikluturin hjá føroysku granskarunum, sum vóru tilknýttir verkætlanini, hevur verið sum undirveitarar ? subcontractors, og meti eg ikki, at teir kunnu ábyrgdast á jøvnum føti við bretsku høvundarnar. Mær er eisini upplýst, at føroyingarnir hava lítla og onga ávirkan havt á frágreiðingina.
Skoytt kann verða uppí, at táverandi deildarleiðarin fyrst í 2001 segði stjóranum í Menas frá, at Fróðskaparsetrið ikki vildi standa sum útgevari av frágreiðingini. Í tíðarskeiðinum november 2001 til januar 2002 hevur rektarin yvir fyri Menas og BP Amoco skrivliga og munnliga kravt, at fyri at lýsa orðini á forsíðuni "í samstarvi við" skuldi í fororðinum standa, at setrið hevur skipað ein bólk av serfrøðingum, sum høvdu savnað og skipað tilfar sum íkast til frágreiðingina. Men kravið varð ikki gingið á møti. Tí kom frágreiðingin út uttan at tað var tilskilað, hvør leikluturin hjá setrinum hevði verið.
Tá ið spurt verður, um frágreiðingin vísindaliga er borðbær, verður gingið út frá, at frágreiðingin er ein vísindalig ritgerð og byggir á vísindaligar meginreglur. Tann 22. februar 2002 varð "Kanning av árinunum av eini oljuvinnu í Føroyum" almannakunngjørd. Tað ber ikki til hjá mær politiskt at meta um vísindastøðið. Hetta er ein uppgáva hjá vísindafólki. Skal farast eftir tí umrøðu, ið frágreiðingin hevur fingið í føroyskum fjølmiðlum, tykist ivi at verða um fakligu dygdina í týðandi pørtum av hesi frágreiðing. Sjálvur havi eg bert hug at minna á, at talan er um eina frágreiðing frá einari ráðgevandi fyritøku. Frágreiðingin setur sær fyri at umrøða ymisk viðurskifti í sambandi við oljuvinnuna, sum kanska kemur, og at eggja til alment orðaskifti um samfelagslig viðurskifti. Greitt er, at tað í øllum førum eru teir fýra frá Menas, sum skrivað hava frágreiðingina, ið mugu standa til svars fyri henni.
Eg meti ikki, at tað í dagliga virksemi Fróðskaparsetursins valda álsvarlig atfinningarsom viðurskifti. Tað er tó greitt, at í Menas-málinum eru mistøk gjørd, sum hava verið óheppin. Fróðskaparsetrið hevur, sum áður nevnt, longu tikið neyðug stig at herða mannagongdirnar á Fróðskaparsetrinum í samband við vísindasamstarv. Hinvegin vil eg gera vart við, at samstarv millum Fróðskaparsetrið og privatar fyritøkur eisini kann ganga sera væl. Mær er upplýst fleiri dømi um, at samstarv við privatar fyritøkur, eisini oljufeløg, eru uttan trupulleikar og eru til stórt gagn fyri fyritøkurnar, Fróðskaparsetrið og føroyska samfelagið. Tað hevur við stuðli frá oljufeløgum borið til at sett fleiri sera týðandi granskingarverkætlanir í verk, sum fígging ikki hevur verið til av fíggjarlógarjáttanini. Stuðulin hevur eisini givið Fróðskaparsetrinum høvi til at geva nýggj útbúgvingartilboð.
Í øllum starvi og samstarvi er vandi fyri at miseydnast. Eg má staðfesta, at samstarvið millum Fróðskaparsetri øðrumegin og BP Amoco og Menas hinumegin gekk illa ella heilt miseydnaðist. Eg meti tó ikki, at eg eigi at taka onnur stig í hesum sambandi segði landsstýrismaðurin í svari sínum til tingmannin.