? Fer oljuverndarútgerðin av landinum, er tað sera óheppið.
Tað heldur Sunleif Højgaard, sum er leiðari fyri Skálafjarðar Sløkkiliði.
Hann sigur, at útgerðin frá OSR, sum tey hava havt til taks á Skálafjørðinum, hevur roynst heilt framúr væl.
Runavík er oljuútgerðar-havn og har hava tey ein vogn við útgerð frá OSR á Tvøroyri. Og tað er meiri enn so, at tað hevur verið brúk fyri henni.
? Tilsamans hava vit tikið eini 25 tons av olju upp av sjónum inni á Skálafjørðinum, síðani vit fingu útgerð-ina, sigur Sunleif Højgaard.
Talan er um oljudálking, sum hevur tikið seg upp aftaná óhapp í sambandi við bunkring o.s.fr.
Tað er serliga útgerðin at taka olju upp av sjónum við, sum teir fara at sakna.
? Vit hava skimmarar frá OSR á Tvøroyri at taka olju upp við og tað er útgerð, sum riggar framúr væl og sum er sera vælegnað at taka olju upp við.
Hann vísur á, at tá ið teir hava tikið upp, er minni enn 1% sjógvur, so reint tekur hon upp.
? Fer hendan útgerðin av landinum, veit eg ikki, hvat so er til ráða at taka. Men tá veit eg heldur ikki, hvat endamálið er við prátinum um at taka olju upp av sjónum.
Keyparar seta krøv
Sunleif Højgaard heldur eisini, at hetta kann fáa avleiðingar fyri okkara fiskaútflutning.
? Keyparar seta strangari og strangari krøv til umhvørvið og skuldu teir spurt, er tað ikki serliga heppið at vit vera noyddir at fortelja okkara teimum, at vit lítla og onga´utgerð hava til at taka olju upp av sjónum við.
Hann vísur á, at serliga í sambandi við aling kann tað vera óheppið ikki at hava slíka útgerð, tí fer olja á sjógv, er tað so skjótt, at hon kann dálka eitt alibrúk.
? Tað kann skjótt gerast rættiliga álvarsligt fyri okkara útflutning, so kanska er hetta í síðsta enda ikki krøv, sum vit sjálvi eru harri yvir, men krøv, sum okkara keyparar seta fyri okkum.
? Tí er tað avgjørt ein fyrimunur, at vit kunnu vísa á, at vit hava slíka útgerð í landinum, sum skjótt og væl kann basa eini oljudálking, sigur sløkkiliðs-leiðarin á Skálafirði.
Fer helst at henda aftur
Eisini Jákup Lamhauge, havnameistari í Runavík, heldur tað vera sera óheppið, at útgerðin fer av landinum.
Í øllum førum er tað alneyðugt at hava slíka útgerð í landinum, sigur hann.
Hann sigur, at tað hendir seg meiri enn so, at óhapp og mistøk elva til, at olja fer á sjógv og hann heldur at tað er alneyðugt at hava útgerð til at taka slíka dálk-ing skjótt og væl uppaftur.
? Tað er hent fyrr og tað er lítið at ivast í, at tað fer at henda aftur, heldur havnameistarin í Runavík.