Niels Juel Arge, Hoyvík
Tøl eru takksom. Strikumyndir ikki minni. Og tekur ein bara tær fyritreytirnar við, ið peika rætta vegin, er takksemið nærum óavmarkað. Dømi um hetta eru strikumyndirnar yvir "skattatrýstið" seinastu 12 árini, sum landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Bárður Nielsen hevði í bløðunum í vikuni. "Endamálið" við strikumyndini var at vísa, at skattatrýstið á nakrar útvaldar lønarbólkar var lækkað munandi seinastu tvey árini.
Manglandi og skeivar fyritreytir
Landsstýrismaðurin gloymdi tó at taka nakrar avgerandi fyritreytir við í útrokningarnar. Líkt er eisini til, at onkur fyritreyt ikki er heilt røtt. Manglandi fyritreytirnar eru tey sosialu gjøldini: Barsilsskipanin, Arbeiðsloysisskipanin og Samhaldsfasti. Skeivu fyritreytirnar eru miðal kommunuskattaprosentið.
Sosialu gjøldini eru skattir
Sosialu gjøldini eru ikki við í útrokningunum, hóast tey eru at líkna við skattir. Gjøldini eru "kravd, og løntakarin fær ikki tilsvarandi gjald aftur", og tað er í stuttum definisjónin upp á ein inntøkuskatt. Hækkingin í gjøldunum var 0,62% í 2006. Frá 2,00 í 2005 til 2,62% í 2006.
Vekta miðal kommunuskattaprosent
Landsstýrismaðurin brúkar eitt miðal kommunuskattaprosent upp á 20, men tað er neyvan rætt. Rættari er brúka ta - í mun til fólkatalið í hvørjari kommunu - vektaða miðalskattaprosentið. Hetta hækkaði 1,00% frá 2005 til 2006. Úr 19,61 til 20,61%.
Fiskavirkisskattatrýstið hækka
Niðanfyri sæst sama strikumynd, men nú við sosialum gjøldum og røttum miðalskattaprosentum. Hjá fiskavirkisfólkum er talan um eina hækking, meðan at kalla eingin broyting er hjá akademikarum. Hjá starvsmonnum, handverkarum og verkafólkum er talan um eina lítla lækking í skattatrýstinum - treyðugt so, tá man letur 60 mió kr í skattalætta uttan atlit at fíggjarlógini annars. Lækkingin er tó langt frá so stór, sum strikumyndin hjá Bárði vil vísir.
Sí strikumynd
Marginalskattamarkið, lønarhækkingar og avgjøld
Tað er ikki skeivt at arbeiða við at lækka marginalskattamarkið. Tað tykist bara ikki heilt rætt, um ein ikki tekur allar fyritreytir við, tá gongdin í "skattatrýstinum" verður lýst. Undanfarna samgonga byrjaði uppá arbeiðið at lækka marginalskattin, men virknaðurin sást ikki á sama hátt sum nú. Kanska serliga tí, at sitandi samgonga megnaði at fáa fakfeløgini til at halda fullkomuliga aftur við krøvum um lønarhækking - við tílvísing til, at búskapurin og kappingarførið skuldi vera so illa fyri. Slíkar "gávur" frá fakfeløgunum komu ikki upp á tal undir undanfarnu samgongu. Løgið nokk!? At enda kundi ein eisini hugt eftir, hvussu avgjøld á vørur og tænastur, so sum hækkingin av vegskattinum, ávirka samlaða "skatta- og avgjaldstrýstið". Men lat tað fara í hesum umfari.










