Óhappið í farna mánað, tá bingjuskipið, Ever Given, legði seg tvørt fyri í Sueskanalini í eina lítla viku, fekk eisini avleiðingar fyri Føroyar. Tað vísir Vinnuhúsið nú á.
Óhappið hevði risastórar útreiðslur við sær fyri heimshandilin. Mett hevur verið, at hetta óhappið kostaði 60 milliardir krónur um dagin í vøruflutningi, ella 2,5 milliardir um tíman.
Vinnuhúsið sigur, at eisini í Føroyum merktu við beinanvegin óhappið í Sueskanalini tí onkrir føroyskir handlar manglaðu, sum teir eiga í bingjum umborð á Ever Given.
– Føroyar eru ein lítil og opin búskapar við stórum handilssamskifti úteftir, og tí hevur vøruflutningur og kostnaðurin av at flyta vørur á heimshøvunum stóran týdning fyri føroyska samfelagsbúskapin, staðfestir Vinnuhúsið.
Og øktar flutningsútreiðslur merkja, at føroyskar vørur verða dýrari at keypa uttanlands og tað merkir, at samstundis verða eisini prísirnir á føroyska marknaðinum trýstir uppeftir.
Samstundis hevur korona havt tær avleiðingar av koronakreppuni at flutningsútreiðslurnar eru munandi øktar, og í summum førum eru flutningsútreiðslurnar ímillum Asiu og Evropa upp til fimm ferðir hægri nú, enn tær vóru áðrenn koronu.
Vinnuhúsið vísir eisini á, at Internethandilin er nógv øktur hesi seinastu árini, men undir koronupreppuni hevur hann rættiliga tikið dik á seg. Bara í USA er itnernethandilin vaksin úr 598 milliardum dollarum í 2019, upp í 791 milliardir dollarar í fjør og tað svarar til ein vøkstur á 32 prosent, ella næstan ein triðing.
– Tann veksandi internethandilin merkir eisini, at flutningurin tvørtur um landamørk, og yvir heimshøvini, er øktur tilsvarandi. Men koranakreppan, og óhappið við Ever Given, hava víst okkum, hvussu viðbrekin altjóða handilin kann vera, sigur Vinnuhúsið.
Eisini í Føroyum hevur internethandilin tikið dik á seg, men tað elvir til stórar trupulleikar hjá føroysku handilsvinnuni. Tað, tey sipa til, er, at tað ber til at keypa vørur uttanlands á internetinum fyri upp til 300 krónur, uttan at rinda mvg, ella toll av innflutninginum.
Og tey í Vinnuhúsinum staðfesta, at hetta er ein fyrimunur, sum føroyskir myndugleikar geva risastóru, útlendsku nethandlunum í kappingini við teir føroysku nethandlarnar, sum selja á føroyska marknaðinum, tí har skal avgald rindast av hvørjari krónu.
– Her er tað politiska skipanin í Føroyum, sum setir beinleiðis forðar fyri, at føroyski internethandilin kann mennast, sigur Vinnuhúsið.











