var bygd í Neuhof í Týsklandi í 1885 og merkt til 79,13 br. ton. Hon fekk ísettan ein 40 Hk. Tuxham motor veturin 1924/25. Jógvan í Garðastovu var elsti farbróður pápan. Hann førdi fleiri skip í yngri árum [...] vóru staddir niðri undir, máttu upp á dekki í tí, teir stóðu í. Teir, ið ikki sluppu inn í stýrihúsið, fóru fram í gron, meðan eg og tveir aðrir fóru upp í stórvantið at standa. Brotini løgdust yvir skipið [...] sjúka, sum gekk í Føroyum. Væl móttiknir Læknin tók ta avgerð, at øll manningin vegna sóttverja skuldi setast í karantenu í tveimum húsum í tríggjar dagar. Annað húsið var hjá bóndanum í Kirkjubæjarklaustri
Kristian í Svínoy spældi í orkestrinum í Frelsunnarherinum. Tað hevði eg eisini gjørt, so vit kendust væl. Vit vóru eisini javngamlir, 20 ára gamlir. Eg fór umborð at heilsa uppá hann. Lorvíks Jóannes, sum [...] trimum monnum. Tað lógu 35 skip í Aberdeen og bíðaðu. Skipini tordu ikki út aftur úr Aberdeen. Skipini vistu ikki, hvat tey skuldu gera vegna hendan vandan. Hetta var í apríl í 1941. Tá orðnaðu bretarnir, [...] heim fóru vit inn í Hetlandi. Her lastaðu vit salttunnur. Tað vóru fleiri av hesum tunnum, sum vórðu tømdar og tollskyldug vøra var koyrd í. Saltið skuldi til Íslands. Tollararnir í Reykjavík høvdu hug
krígnum helt tó fram í Bretlandi í enn fleiri ár, og tað var skamtanin av neyðsynjarvørum. Hetta var eisini galdandi í Føroyum. Eg var eisini staddur í Aberdeen, tá ið kríggið varð av í Kyrrahavinum nakrar [...] land til forhoyr, sum eg stóð í klovstúvlum. Skipið varð eisini kannað úr enda í annan. Eg sat har í sjey tímar. Minnist framvegis myndina av eini æðu í hesum hølinum, so eg kom ikki at gloyma, hvussu [...] íslendskt. Hann hevði verið í Íslandi. Eg skilti nakað av íslendskum, tí eg hevði siglt nakað har uppi. Hann segði, at tíbetur stóð einki í brævinum uttan tað, sum var vanligt í einum brævi frá einum manni
pausa fyltu allir í sekkir. Tað vóru 50 sekkir í hvørjum lessi. Nógvastaðni var ikki rúmligt, serliga í teirri gomlu Havnini. Tað var merkiligt, men fólk vildu ofta hava kolið í tann krókin í kjallaranum [...] áfram. At bera kol runt um í Havnina var ikki bara sum at siga tað. Tað var nógv nýbygging eftir kríggið. Tað vóru nógvir býlingar, sum í Vaktarhúsbrekku, úti í Hornabø og úti í Grønlandi. Gøtur sum R. C [...] tann 29. desember 1953 varð eg afturvaldur. Í 1954 var verkfall í fiskiflotanum. Í hesum sambandi kom áheitan frá Føroya Fiskimannafelag um at fara í samhugaverkfall. Síðan skuldi Føroya Arbeiðarafelag
Omma og abbi vóru Elsebeth og Dánjal í Horni. Omma var dóttir Palla í Skotinum. Hon átti tveir beiggjar, Jóan Magnus og Jóhannes. Jóan Magnus bleiv burtur á Vestaruvág í Havn, og Johannes doyði umborð á Surprice [...] á síðu 76 í Havnarbókini hjá Birgari Johannesen. Allar genturnar eru í svørtum kjóla, meðan fleiri av dreingjunum eru í matrósaklæðum. Aðrir hava stíva flippu. Fari burtur í stóru verð Í 1910 var eg [...] innsiglingina til Suezveitina í Egyptalandi. Komu síðan til Smyrna í Líttlaasiu. Næsta havn var Konstantinopel í Turkalandi. Hann var skitin býur. Síðan inn í Svartahavið. Her lógu vit í átta dagar og gjørdu royndir
Fiskacentralurin kom. Tá í tíðini vóru ongar frystiboksir sum í dag, so frystigoymslurnar á fabrikkini vóru nógv nýttar av havnarfólki at goyma kjøt og annað í, og helt hetta fram til í 50-unum. Tá komu eisini [...] Essa og Poul á Kirkjuveg, fingu 68 oyru um tíman í 1935. Men tað var bara so lítið arbeiði hjá fólki at fáa. Eg gekk í fisk uppi á Hálsi, tá gekk eg í skúla. Einasta eg fekk var ein slikkipinnur hvønn [...] Mjøl og melis skuldi koyrast í skuffurnar. Tað var so vigað í pappírsposar, tá fólk keyptu. Tá seldu vit eisini mjólk í fløskum fyri meiaríið. Margarinkassar við margarin í pakkum skuldu berast inn av lagrinum
fortalt frá, tá tit báðir vóru uppi her«, sigur Jóan Petur við Harald. Jú, Harald gongur við til at fortelja. Teir høvdu verið tveir mans uppi í berginum og vóru á veg aftur í bátin. Eitt sindur høgt var [...] væl hjá Kyndli í landskappingini, tá teir endaðu á fjórða plássi aftanfyri Neistan, Kyndil og StÍF, men teir sigraðu tó í steypakappingini. Í ár er ætlanin, at Kyndil skal blanda seg í stríðið um meis [...] ferðast bæði fuglur og seyður í erva. Og meðan vit gingu, kom ein lítil steinur sendandi í helluna ikki langt frá okkum. Men hann rakti ongan, og vit komu væl nøgd aftur í bátin. Fyri okkum, tá vit komu
um. Men so fekk hann tuberklar í 1942 og varð innlagdur á Sanatoriið. Her lá hann í eitt ár. Tuberklarnir komu í ryggin, hann mátti á einum sinni liggja 10 mánaðir út í eitt á einum bretti. Hetta hevur [...] Andrias helt vera nógv tá í tíðini. Í 1912 fór hann við Lítlu Emmu, sum Jóhan Hendrik úr Gásadali førdi, og í 1914 fór hann við Bergtóru, og nú hevði hann aftur Birtu Lias sum skipara. Í 1917 tók Poul Andreas [...] Victory, og í 1919 førdi hann Hannu av Tvøroyri. Hann giftist sama ár við Mariu Poulsen, dóttir Jóan Paula við Neyst í Hvalba, og tey fingu átta børn. Eftir at hava verið við ymsum skipum førdi hann í 1927/28
oynni. Richard Long, formaður í Føroya Ungmannafelag, beyð vælkomin. So var sungin sangurin hjá Jóan Petur uppi í Trøð ”So harður er streymur í Føroya firði.” Fyrsti talari var Louis Zachariassen, kendur [...] vaks upp í húsinum uppi í Stovu, har pápin í húsinum Jógvan Joensen fórst skaðadagin. Eg kann nevna, at Jákup Hansen, f. 1881, vaks upp á bóndagarðinum í Kirkjubø. Hann var kendur sum skald tíðliga í hinari [...] Hon fekk fimm børn. Fólkafundurin í Hesti Eg var eisini í Hesti til tann tiltikna fólkafundin í 1934, sum Petur Háberg skrivar um í sínum Hugbirtingum. Eg tænti tá í Vestmanna og vildi sleppa aftur til
Johanna Fredrikka, f. Reinert (1815-1868), úr Kaldbak. Tey giftust í 1838 og tóku í fýratiárunum við sum uppsitarar á Fútagarðinum í Hoyvík. Í 1868 gevast tey sum uppsitarar. Eftir at Johanna er deyð, flytur [...] skifti í Kirkjubø. Inga varð fødd í Hoyvík 27. august 1851 og var um 17 ára gomul, tá ið flutt varð oman til Havnar. Í Havnini hittir Inga Jens Paula Jacobsen (1854-1883), ið var ættaður av Húsum í Havn [...] arbeiddi. Hetta var í fjørutiárunum. Eldri havnamenn plagdu at stytta sær stundir í fýrrúminum. Ein teirra, sum kom inn ein yrkadag, Jákup var har, var Mourits Rubeksen. “Mourits er í pussinum í dag,” heldur