aftur og fram sum fjøtraðir fuglar í svørtu náttarluftini. Harði hebraiski fólkatónleikurin doyvir oyruni. Sum sild í tunnu trokast tey undir opnum himni á torginum í miðbýnum. Túsundavís av jødum. Dansandi [...] oyrunum, soleiðis sum álagt er í 3. Mósebók, ganga teir og vála í heilaga býnum. Summir glaðir, blíðir og týðir. Aðrir við álvarsomum andlitsbrái. Vit gera av at fara oman í Mea Shearim, gitni býlingurin [...] ein minniluti við einans tólv av 120 sessum í parlamentinum, so hava ultraortodoksu jødarnir stórt politiskt vald í Ísrael. Flokkur teirra, Shas flokkurin, er í løtuni tungan á parlamentarisku vágskálini
farið í kríggj fyri mítt land, haldi eg fyri. Amoz andar inn frá sigarettini. Fyrrverandi hermaðurin, sum bardist andlit til andlits móti Hizbollah-militsum í ein mánað í Suðurlibanon á sumri í 2006, og [...] bresta í jørðina í einum inferno av støvi, gróti, jørð og larmi. At vita, at tað heila kann vera liðugt hvørja løtu. Amoz og hansara vinfólk, sum øll hava verið ella eru í ísraelska herinum í tvey ella [...] og sum hetta fríggjakvøldið í Tel Aviv slappar av saman við vinmonnum. Í tímar havi eg spurt hann um lívið sum hermaður. Um hvussu tað í roynd og veru er at vera har úti á vígvøllinum við eini maskinbyrsu
minnilutan í Ísrael, sum telur um tjúgu prosent. Eitt sjónarmið, sum mangan er at hoyra frá drusiska samfelagnum í Golan heyggjunum, frá muslimum í Eysturjerusalem ella millum beduinarar í Negev oyðimørkini [...] kann javnstilla jødar og tann muslimska minnilutan í hesum landinum. Soleiðis skrivaði ein ísraelskur klummuskribentur í ísraelsku avísini Haaretz í vikuni. Og orsøkin til aktuella kjakið um ísraelska [...] sum 26. mars í 1979 fór í søguna sum samráðingarleiðarin handan fyrstu varandi friðaravtaluna nakrantíð millum Ísrael og ein arabiskan stat, stórveldið Egyptaland. Ein slóðbrótandi hending í søgu Miðeysturs
flogfør bumbaðu í Beit Hanoun norðarlaga í Gaza týsdagin, var farin eitt ørindi. Ljóskastararnir eru aftur vendir ímóti ísraelsku krígsførsluni í Gaza eftir omanfyri nevndu hending týsmorgunin í vikuni, sum [...] á 11. hædd í einum modernaðum háhúsum, lesi eg um ræðuleikarnar afturvið einum heitum kaffikoppi og rundstykkjum. Tá eg mánakvøldið í vikuni var til reseptión hjá amerikanska ambassadørinum í eini luksusvilla [...] “Men banka upp undir borðið Heini”, sum ísraelska vinkona mín Nurit ein dagin tók til, “tí tú vart ikki her í 2006, tá Hizbollah-rakettirnar regnaðu inn yvir alt Norðurísrael í 36 dagar, ella undir seinnu
finnur sín líka í Miðeystri. Men hetta er eisini søgan um statin, sum legði eftir seg eitt palestinskt fólk í knúsi, sum í dag livir undir ísraelskari herseting í Gaza og á Vestara áarbakka og í armóðsligum [...] ni í Jerusalem, ein religiøsan, jødiskan stat. Og hóast einans fimti minuttir í bili, so er ferðin millum Tel Aviv og Jerusalem sum ein ferð tvørtur um tíðarinnar høv. Ein ferð úr einum alheimi í ein [...] statin. Friðskjólið hjá einum forfylgdum fólkaslagi, sum reisti seg úr øskuni í Auschwitz og stovnsetti nýtt land á vígvøllinum í Palestina yvir fyri einum arabiskum fígginda og einari mótstøðu og vreiði,
One kemur til sjóndar í havsbrúnni. Og so fái eg eyga á stóra og hvíta flogfarið hjá harra Bush, sum skyggir í sólini og flýgur lágt inn yvir háhúsini í Tel Aviv, áðrenn tað snarar í ein suður og lendir [...] fáa okkurt positivt við sær í politisku grøvina. Ein roynd at turka upp eftir átta kaotiskum árum í Hvítu Húsunum. Tvey valskeið, sum hava staðið í skugganum av einum evjudíki í Irak, sum varð bygt á lygnir [...] Mikudagin í vikuni kom George W. Bush í seksti ára føðingardag hjá ísraelska statinum. Og sum so nógvir aðrir forsetar, sum undan honum fóru, ger hann eisini eina roynd at skriva seg inn í søgubøkurnar
um nýval. Opið stríð um valdið í stjórnarberandi flokkinum Kadima. Støðug rakettálop úr Gaza inn í Suðurísrael. Fleiri og fleiri ábendingar um eina hernaðarliga innrás í Gaza og kríggj við Hamas. Loyniligar [...] r... Tað er trupult at vera politikari í Ísrael. Og journalistarnir drukna í søgum. Stór mál á øllum hermótum. Mál, sum hava ávirkan á milliónir av menniskjum í og kring Ísrael. Mál, sum eru avgerandi [...] prísin fyri frið við neyðsemjum, sum ikki eru ókeypis. Loysnirnar liggja í skuffum í ymsu stjórnarbygningunum, til reiðar at føra út í lívið, og tað hava tær gjørt leingi. Men enn er viljin ikki til staðar
undir skýmliga hálvtakinum í bakgarðinum hjá bretsku ambassaduni, sum hetta fríggjakvøldið hevur boðið altjóða samfelagnum í Jerusalem í ball. Ambassadørar, diplomatar og aktivistar í sonnum veitslurómi. Men [...] uttandura barr í Eysturjerusalem. Og pínadoyð um eg ikki møti einum kenningi frá Vestara Áarbakka, Abu Hassan at navni. Ein lágur, myrkur og tættvaksin maður í fjørutunum, sum eg fann í Lonely Planet, [...] hersetingina av palestinsku økjunum í 1967 hava yvir 650.000 palestinar verið í ísraelskum fangaskapi. Og vit tosa um eitt fólk, sum einans telur fýra milliónir. Í løtuni eru umleið 11.000 palestinar handan
borgarum í vága og fer einans at elva til fleiri gíslatøkur, segði ein beinharður ísraelskur herovasti í vikuni. So heldur lata Gilad Shalit rotna í einum dryppandi fongsulskjallara onkustaðni í Gaza. Men [...] vápnahvíld, sum í seinastu viku varð fingin í lag millum Ísrael og Hamas, og sum ætlandi skal vara í seks mánaðir (hóast tekin longu eru um, at tað verður trupult). Avtalan er komin í lag eftir blóðigar [...] blóðigar samanbrestir í fleiri mánaðir við nógvum ofrum í Suðurísrael og hundrað ferðir fleiri í Gaza, tá ísraelska krígsmaskinan hevur oyst sína vreiði yvir militantar palestinar, sum føra kríggj millum sivilar
søgunnar hjólum úr einum spori í eitt annað. Sum megnar at steðga galskapinum og peika á ein nýggjan veg. *** Men í skrivandi stund, hetta mikukvøldið í juli í einum hálvmyrkum kamari í Tel Aviv við aircondition [...] occupation and give them their state, sum kioskeigarin í grannalagi mínum endurtekur upp í saman, tá eg keypi bløðini og havi viðmerkingar til dagsins forsíður. Í Palestina er raðfylgjan, at “vit berjast ímóti [...] “peace in our time” framman fyri vónríkum mannamúgvum. Og hóast tað er friðarligari í Ísrael í dag, enn tað hevur verið í fleiri ár, so er fíggindin intaktur og politiska støðan óbroytt. Lagnan er framvegis