Ein ferð um tíðarinnar høv

Komandi tíðina fer Heini í Skorini, sum er í starvsvenjing á donsku ambassaduni í Tel Aviv, at skriva bloggar í vikuskiftisinnlegginum hjá Sosialinum. Heini fer at skriva um og úr gerandisdegnum í Ísrael.

So kom vikan, tá ísraelski staturin fylti seksti ár. Eitt nationalistiskt orgie, sum fær alla Paturson og Hoydal ættina at blikna og líkjast hálvhjartaðum royalistum. Karneval, fløgg og veitsla fyri allar pengarnar. Ein ørlig passión fyri Móðir Ísrael. Ein kærleiki til heimlandið, sum sveiggjar ímillum tað sorgblíða og óseka til tað sjúkliga og trásetta.

Eftir minnisdagar seinastu tvær vikurnar fyri holocaust ofrum og falnum ísraelskum hermonnum, og alt Ísrael stóð í stað, hátíðarhalda tey nú tjóðardagin. Seksti ár við gleði og sorg. Seksti ár við kríggi og friði. Við genialum og vanlukkuligum politiskum avgerðum. Við einum innanríkispolitiskum turbulensi, sum ikki finnur sín líka. Við sam­felagsligum og mentanarligum mótsetn­ingum, sum hava tært ísraelsku sálina sundur í túsund petti.

Men kortini savnast tey øksl við øksl kring ein felagsnevnara: Zionistisku hugsjónina, hvørs kjarni er at varðveita og verja tann ísraelska statin. Friðskjólið hjá einum for­fylgdum fólkaslagi, sum reisti seg úr øskuni í Auschwitz og stovnsetti nýtt land á vígvøllinum í Palestina yvir fyri einum arabiskum fígginda og einari mótstøðu og vreiði, sum framvegis livir fregin og føðslurík.

Hetta er søgan um unga statin, sum bygdi upp ein burðardyggan búskap, ein mætan her, politiska pluralismu og eina demokratiska skipan, sum hóast ófullfíggjað framvegis ikki finnur sín líka í Miðeystri. Men hetta er eisini søgan um statin, sum legði eftir seg eitt palestinskt fólk í knúsi, sum í dag livir undir ísraelskari herseting í Gaza og á Vestara áarbakka og í armóðsligum flóttalegum í Libanon, Sýria og Jordan. Eitt fólk, sum arvaði søguligu líðingar jødanna, og sum framvegis minnist ísraelska tjóðardagin sum Al Nakba, á arabiskum “vanlukkan”.

 

***

Men hóast sambindingarliðurin í samansetta ísraelska samfelagnum er stuðulin til heimlandið, so er vill ósemja um, hvussu staturin skal síggja út. Øðrumegin ynskir tað sekulera Ísrael og øll háborg tess framvið miðalhavsstrondini ein verðsligan og uttanveltaðan stat. Og hinumegin stríðist tað konservativa Ísrael, sum sýgur sær merg frá ortodoksa jødadóminum og mentanarligu traditionalismuni í Jerusa­lem, ein religiøsan, jødiskan stat.

Og hóast einans fimti minuttir í bili, so er ferðin millum Tel Aviv og Jerusalem sum ein ferð tvørtur um tíðarinnar høv. Ein ferð úr einum alheimi í ein annan. Ein ferð tvørtur um heljardjúpar mentanarligar gjáir. Ein ferð, sum avdúkar, at Ísrael er ein multikulturell labyrint, ein villiniborg av mótstríðandi virðum og lívsáskoðanum, eitt sosiologiskt laboratorium.

Í Tel Aviv býr frumsniðið fyri tí kierke­gaardi­anska estetikaranum, sum millum cosmopolitans, veitslur og eitt brúsandi forbrúkarasamfelag er á ævigari jagstran eftir tí næstu njótingini, tí fullkomna nú´inum, tí vakra og tí ódeyðiliga. Og í Jerusalem finna vit Guds útvaldu jødar, sum við síðum skeggi, siðbundna jødiska búnanum og torah´ini syrgja fall tempulsins við grátimúrin. Og her finna vit grátandi katolikkar á Via Dolorosa, rutu Jesusar út á Golgata, og her finna vit messandi ortodoksar kardinalar við grøv Jesusar, og her finna vit koptar, mormonar, melkittar og you name it. Øll í eini religiøsari ekstasu, sum fær vinmenn mínar í Tel Aviv at skíra Jerusalem fyri eitt sinnissjúkrahús.

Ísrael er ein bergtakandi mentanarligur mosaikkur, sum rúmar klassiska saman­brestinum millum samtíð og søgu, millum modernitet og traditionalitet, millum gudloysi og gudsótta, millum lívsnjótarar og puritanarar, millum nihilistar og funda­mentalistar. Og onkustaðni ímillum hesar positiónirnar royna tey og vit øll at finna eitt fótafesti. At navigera og velja okkara egnu leið í lívsins óyvirsýniliga sjálvtøkuborði.

So, um tú ert troytt ella troyttur av heimligum trivialiteti og gráum standard tilverum, far so til heilaga landið. Her finst alternativur íblástur í ríkum máti.

 

heini_skorini@yahoo.com