Ein forsætisráðharri á ákærubeinkinum fyri korruptión. Áhaldandi spekulatiónir um nýval. Opið stríð um valdið í stjórnarberandi flokkinum Kadima. Støðug rakettálop úr Gaza inn í Suðurísrael. Fleiri og fleiri ábendingar um eina hernaðarliga innrás í Gaza og kríggj við Hamas. Loyniligar friðarsamráðingar við palestinska sjálvstýrismyndugleikan á Vestara áarbakka. Óbeinleiðis friðarsamráðingar við fíggindastatin Sýria. Samráðingar við Hizbollah um býti og leyslating av gíslum. Gitingar um luftálop á iranskar kjarnorkureaktorar...
Tað er trupult at vera politikari í Ísrael. Og journalistarnir drukna í søgum. Stór mál á øllum hermótum. Mál, sum hava ávirkan á milliónir av menniskjum í og kring Ísrael. Mál, sum eru avgerandi fyri, hvørt morgindagurin verður friðarligur ella ófriðarligur. Mál, sum snúgva seg um lív ella deyð. Um kríggj ella frið. Um vón ella vónloysi.
Og hóast staturin Ísrael altíð hevur staðið yvir fyri avgerðum av søguligum dimensiónum, so er semja um, at komandi val verður avgerandi eftir sjey ár uttan nakra framgongd í royndunum at skapa frið, tá dialogurin við bæði Palestina og Sýria fór í upploysn, og tá seinna intifada´in – á arabiskum “uppreisturin” – bresti á við ræðuligum fylgjum fyri ísraelska og palestinska fólkið.
Ísrael stendur í dag yvir fyri stórum, tungum og pínufullum avgerðum. Politiskir knútar, sum ikki verða loystir, fyrr enn politisku valdsharrarnir í Ísrael og grannalondunum tora at rinda prísin fyri frið við neyðsemjum, sum ikki eru ókeypis. Loysnirnar liggja í skuffum í ymsu stjórnarbygningunum, til reiðar at føra út í lívið, og tað hava tær gjørt leingi. Men enn er viljin ikki til staðar.
Vil Ísrael lata Sýria vøkru Golan-heyggjarnar aftur, sum vórðu hersettir í 1967? Vil Sýria afturfyri bróta sítt samstarv við yvirgangsbólkar og fíggindar Ísraels? Vil Ísrael steðga hersetingini av palestinsku økjunum og loyva einum suverenum palestinskum stati? Er ein semja um Jerusalem gjørlig? Kunnu palestinar, sum eru býttir sundur í rørslurnar Hamas og Fatah, semjast innanhýsis? Kann Hamas viðurkenna Ísrael og steðga rakettálopunum? Fær terrorisman ein enda? Og fer Ísrael at steðga jødisku búsetingunum á Vestara Áarbakka, sum vaksa og annektera meiri og meiri palestinska jørð?
Hóast meirilutin av ísraelum sambært meiningarkanningum ynskir frið við arabisku grannarnar, so stendur ísraelska fólkið ikki saman um, hvørjar fortreytirnar fyri friðinum skulu vera. Hvør vegurin til frið er.
Øðrumegin eru religiøsu jødarnir og politisku maksimalistarnir, sum ikki vilja lata ein tumma av tí jørð, sum er tikin síðani 1948, og sum fyrst og fremst óttast fyri trygd Ísraels, tá móðurlandið gerst minni og fíggindin kemur tættari. Hesin bólkurin fatar arabisku krøvini fyri frið sum eina hóttan ímóti heimlandinum. “We live in a tough neighborhood and will only survive through force and deterrence”, sum andstøðuleiðarin úr høgraflokkinum Likud, Benyamin Netanyahu, tók til ein dagin. Fyrst trygd, og síðani friður.
Hinumegin eru tey, sum venda logikkin hjá høgravonginum á høvdið og føra fram, at friður er ein fortreyt fyri trygd, og at eingin trygdarpolitikkur er so effektivur sum ein friðaravtala. Hendan strategiin hevur sum fortreyt, at einans gjøgnum kompromis við mótpartin fær Ísrael frið og fulla viðurkenning. “First we sign peace treaties, then we gain security. A leap of faith without garanties”, sum forsetin Shimon Peres skrivar á sínum bloggi í ísraelsku avísini Haaretz. Fyrst friður, síðani trygd.
Vinstravongurin nýtir friðaravtaluna við Egyptaland frá 1979, tá Ísrael lat alla Sinai-hálvoynna frá sær afturfyri frið, sum besta dømið um, at samráðingar og kompromis er einasta gongda leiðin. Og høgravongurin vísir á Gaza-geiran sum prógv um tað mótsatta. Gaza, sum er vorðið ein sonn marra, síðani Ariel Sharon í 2005 tók ísraelsku soldátarnar aftur úr innara Gaza og evakueraði 10.000 ísraelskar búsetingar. Úrslitið var, at islamistiska Hamas-rørslan tók valdið og hevur skotið rakettir inn í Suðurísrael líka síðani. Heykarnir á høgravonginum spáa um sama skil á Vestara áarbakka, um fleiri afturtøkur og sokallaðar friðarroyndir verða framdar av “naivum idealistum”, sum Netanyahu og hansara samverkafólk ynda at kalla síni politisku mótstøðufólk.
Tvær legur, sum ísraelska fólkið skjótt skal taka støðu til. Tvær legur, sum báðar ynskja frið, men sum eru grundleggjandi ósamdar um vegin fram ímóti friði. Tann eini parturin ígjøgnum hard power, og hin ígjøgnum kompromispolitikk. Og ímillum stendur eitt fólk, sum er eins syndrað og politiski myndugleikin.
heini_skorini@yahoo.com
Sitat:
- Hóast meirilutin av ísraelum ynskir frið við arabisku grannarnar, so stendur ísraelska fólkið ikki saman um, hvørjar fortreytirnar fyri friðinum skulu vera. Hvør vegurin til frið er