Hin ófriðarligi friðurin

Maysar hevði júst gjørt máltíðina til reið­ar. Nýbakað breyð og ein stór grýta við eplum. Øll fýra børnini sótu til borðs á gras­plenuni uttanfyri lítlu húsini. Og júst sum mamman kom út úr køkinum, var tað heila knapp­­liga yvirstaðið. Ein stór eksplosión. Eitt oyðilagt hús. Og – tá dustið hevði lagt seg og viður og grót ruddað til viks – fimm lívleysir kroppar. 40 ára gamla húsmóðirin Maysar Abu Muatik og hennara fýra børn, seks ára gamla Ruida, fimm ára gamla Salah, trý ára gamla Hanna og nýføðingurin Musad. Lítla løtu seinni stóð húsfaðirin uppi yvir lívleysu familjuni. Beduinski flóttin Ahmed, sum hesa lagnustund, tá ísraelsk flogfør bumbaðu í Beit Hanoun norðarlaga í Gaza týsdagin, var farin eitt ørindi.

 

Ljóskastararnir eru aftur vendir ímóti ísraelsku krígsførsluni í Gaza eftir omanfyri nevndu hending týsmorgunin í vikuni, sum fór. Síðani Annapolis-ráðstevnuna í november í fjør, tá sokallaða friðargongdin varð uppafturtikin við samráðingum millum ísraelsku og palestinsku stjórnina, hava millum 200 og 300 sivilir palestinar latið lív av ísraelskum álopum (talið varierar alt eftir, hvør keldan er). Og eftir tilburðin týsdagin, tá tríggir militantir palestinar og fýra sivil lótu lív, hava ísraelskir og altjóða fjølmiðlar saman við altjóða samfelagnum aftur sett spurnartekin við, hví so mong sivil liggja eftirá, tá IAF (Israeli Air Forces) fremur síni álop. ST er kom­ið við enn eini fordøm­andi resolutión, sum ST so líkt ongar avleiðingar fær. Valdsharrarnir í Ham­as lova hevnd, meðan ísra­elski verjumálaráðharrin Ehud Barak gevur Hamas ábyrgdina og sigur, at krígsstrategiin hjá Hamas er tilvitað at føra kríggj millum sivilu íbúgvarnar í Gaza.

 

Tvístøðan er kend. Við 1,5 milliónum íbúgvum á einum øki, sum einans er 46 kilometrar til longdar og í miðal sjey til breiddar, er Gaza eitt av heimsins fólkatættastu økjum. Eitt frímerki, sum er stúvstappað við fólki, og hvørs valdsharrar føra kríggj ímóti Ísrael við støðugum rakettálopum inn í Suðurísrael. Og við sonevnda trygdarmúrinum, sum Ísrael hevur bygt kring allan geiran, er ikki hugsingur um at flýggja. Kríggið verður ført millum sivil, og tá ísraelsk flogfør og stríðsvognar við veldigari styrki fremja sínar operatiónir, koma sivilu íbúgvarnir í skotlinjuna.

 

Hernaðarliga og politiska leiðsla Ísraels er sostatt fangað millum øðrumegin at virða altjóða humanitera lóggávu og hinumegin at ganga kravinum á møti um nationala trygd og um at verja íbúgvarnar í Suðurísrael, hvørs ótti fyri næsta rakettálopinum er vorðin ein integreraður partur av teirra lívi. Og sum oftast víkir fyrra atlitið fyri tí seinna, tí national trygd er og verður essensurin í ísraelskum politikki.

 

***

Bert 40 kilometrar norðanfyri Gaza njóti eg samstundis Tel Aviv saman við ísraelskum vinfólki og praktikantum á hinum sendistovunum. Tá vit eru á strondini í vikuskiftinum, síggja vit ísraelsku F-16 falkarnar flúgva suður til Gaza væl vitandi, at rakett­irnar haðani ikki røkka norður til okkum. Tá eg komi til arbeiðis um morgnarnar og gjøgnumgangi fjølmiðlarnar á 11. hædd í einum modernaðum háhúsum, lesi eg um ræðuleikarnar afturvið einum heitum kaffikoppi og rundstykkjum. Tá eg mánakvøldið í vikuni var til reseptión hjá amerikanska ambassadørinum í eini luksusvilla við snollaðum diplomatum, al­skyns víni, blágrønum uttandura svimjihyli og fisufornemmum pinnamati í friðarliga forstaðnum Herzliya, tosa og tosa og tosa vit um konfliktina – men eru kortini so langt burtur frá krígsins harða veruleika. Og tá eg so hætti mær inn á Vestara áar­bakka ella til markið í Gaza fyri eina løtu at vera ævintýriskur adrenalinsøkjandi krígs­romantikari, veit eg, at eg altíð kann flýggja aftur til konformitetin, um tað gerst ov heitt.

 

Hetta er andsøgnin við at liva í Ísrael í hesum døgum. Konfliktin livir allastaðni kring okkum, men kortini nær hon ikki mín gerandisdag. Eg kann fylgja krígnum úr stuttari fjarstøðu, uttan at gerast partur av tí. Men fyri Ahmed, sum týsdagin misti konu og fýra børn, er kríggið ein tvungin lagna. Ein sorgarleikur, sum ikki kann lýsast við orðum.

 

“Men banka upp undir borðið Heini”, sum ísraelska vinkona mín Nurit ein dagin tók til, “tí tú vart ikki her í 2006, tá Hizbollah-rakettirnar regnaðu inn yvir alt Norðurísrael í 36 dagar, ella undir seinnu intifada´ini beint eftir aldaskiftið, tá bussar og kaféir í Tel Aviv vórðu sprongd í luftina”, slær Nurit fast.

 

Og hon hevur rætt. So skjótt sum kríggið einaferð er komið heilt inn at lívinum, er alt broytt. Tí tá merkir friðurin í dag ikki, at morgindagurin eisini verður friðarligur.

 

heini_skorini@yahoo.com