Millum fólkaræði og apartheid

Komandi tíðina fer Heini í Skorini, sum er í starvsvenjing á donsku ambassaduni í Tel Aviv, at skriva bloggar í vikuskiftisinnlegginum hjá Sosialinum. Heini fer at skriva um og úr gerandisdegnum í Ísrael.

- Trupulleikin er, at vit framvegis billa okk­um inn, at vit búgva í einum verðsligum, demo­kratiskum stati, sum javnstillar allar borgarar. Men Ísrael er fyrst og fremst statur jødanna, sum hvílir á jødiskum átrúnaði og mentan, og sum tí ikki kann javnstilla jødar og tann muslimska minnilutan í hesum landinum.

 

Soleiðis skrivaði ein ísraelskur klummu­skri­bent­ur í ísraelsku avísini Haaretz í vikuni. Og orsøkin til aktuella kjakið um ísraelska stats­modellið er umstrídda vitjanin hjá fyrr­verandi amerikanska forsetanum Jimmy Carter, sum júst hevur vitjað Ísrael, hersettu økini (Gaza og Vestara áarbakka) og Sýria. Carter, sum 26. mars í 1979 fór í søguna sum samráðingarleiðarin handan fyrstu varandi friðaravtaluna nakrantíð millum Ísrael og ein arabiskan stat, stórveldið Egyptaland. Ein slóðbrótandi hending í søgu Miðeysturs, sum tvey ár seinni kostaði egyptiska forsetanum Anwar Sadat lívið.

 

Men knøpp tredivu ár seinni verður tann aldr­andi Carter ikki móttikin við rósum, reyðari langmáttu og hátíðarligari reseptión. Tvørtur­ímóti hevur ísraelska stjórnin boy­kottað vitjanina við at nokta at fundast við fyrrverandi forsetan.

 

Hví? M.a. tí Carter í bók­­­­ini “Palestine: Peace Not Apartheid” frá 2006 saman­­ber viðferð Ísraels av palestinum við tær líðing­ar, sum tey svørtu fóru ígjøg­num undir hvíta apartheid stýr­inum í Suður­afrika. Bókin voldi mikla vreiði í Ísrael og jødiska sam­felagnum í USA. Og tá suður­afrikanski erkabiskupurin Desmond Tutu alment tók undir við atfinn­ing­um Carters móti Ísrael, fór ísraelska stjórnin at tosa um “disguised peacemakers, who are enemies of Israel”.

 

Í seinastu viku kom hesin úlvurin í seyðaskinni so til Miðeysturs við endamálinum at geva friðargongdini eitt skump rætta vegin. Og hóast nógva mótstøðu fór hann beint ímóti politikkinum hjá bæði USA, ES og Ísrael og valdi at tosa við verstu fíggindar Ísraels, islamistisku Hamas-rørsluna í Gaza og sýrisku stjórnina, sum saman við Iran stuðlar yvirgangi ímóti Ísrael og veitir alskyns terroristum lívd í Damaskus. Við filosofiini um, at dialogur er einasti vegurin fram, sjálvt við tínar ringastu fíggindar, og at dialogur ikki merkir, at tú politiskt viðurkennir ella legitimerar tann, tú tosar við, er Carter komin at samráðast við teir aktørar, sum hansara egna stjórn seinastu átta árini hevur proklamerað kríggj ímóti.

 

Men líkamikið hvat Carter seinasta vikuskiftið kom ásamt um við politiska Hamas-leiðaran Khaled Mashal og sýriska forsetan Bashal Assad, fær fyrrverandi forsetin ikki gjørt nógv einsamallur, so leingi USA, Ísrael og ES fordøma hansara dialog við Hamas og Sýria. Og tí verður fyribils mett, at vitjan Carters ongan praktiskan týdning fær fyri køldu og hatsku atmosferuna millum Ísrael og grannafíggindar tess.

 

Men symbolski týdningurin er ikki at fara skeivur av. Carter hevur demonstrerað, at samráðingar og dialogur – sjálvt við tey, tú brýggjar teg allarminst um – ER eitt alternativ, tá vápn, kríggj og harðskapur ikki bera nakran veg.

 

***

Útsagnir Carters um apartheid statin Ísrael hevur verið heitt kjakevni seinastu vikuna. Øðrumegin verður grundgivið fyri, at Ísrael livir upp til øll demokratisk ideal og stendur sum ein lýsandi viti hjá judeo-kristnu sivilisatiónini í einum islamofasistiskum Miðeystri. Og hinumegin verður grundgivið fyri, at tá staturin Ísrael fyrst og fremst er statur jødanna, so er talan um ein religiøsan stat uttan javnstøðu fyri arabiska-muslimska minnilutan í Ísrael, sum telur um tjúgu prosent. Eitt sjónarmið, sum mangan er at hoyra frá drusiska samfelagnum í Golan heyggjunum, frá muslimum í Eysturjerusalem ella millum beduinarar í Negev oyðimørkini.

 

Veruleikin tykist liggja onkustaðni ímillum hesar báðar positiónirnar. Tí samstundis sum Ísrael er einasti staturin í miðeystri við eini relativt vælfungerandi fleirflokkaskipan, fríum vali fjórða hvørt ár, eini frælsari pressu og eini dynamiskari kjakmentan, so er Ísrael eisini eitt harðrent hersetingarvald, sum fer langt, ógvuliga langt, fyri at neutralisera eina og hvørja hóttan móti sjálvum konseptinum av “tí jødiska statinum”. Og hetta merkir muslimski minnilutin.

 

Við øðrum orðum ein samanrenning av vestur­lendskari liberaldemokratismu og einum autoriterum hernaðarveldi. Og innan­ríkispolitiska stríðið í Ísrael snýr seg júst um, hvar javnvágin millum hesar báðar mótpólarnar skal vera.

 

heini_skorini@yahoo.com