Andersson, hevur Piotr Krakowski staðið á odda fyri venjingini, og bæði hugburður og uppmøting hava verið góð. Jens Kristian ásannar, at hópurin sjálvandi er viknaður nakað á pappírinum, nú tríggir leikarar eru [...] tað haldi eg teir heldur skuldu gjørt, tá B71 var á vitjan hjá teimum. Tey trý stigini sunnudagin verða undir øllum umstøðum verandi í Klaksvík, er heilsan hansara til árstalsfelagið undan uppgerðini. [...] hvørgum av liðunum hevur árið gingið eftir vild. Fara at stríðast Jens Kristian Hansen, liðskiparin á B36 liðnum sigur, at B36 hevur alt fólkið tókt til dystin. Tað vil tó siga tann parturin, sum enn er
Vit vilja takka tykkum øllum, sum yvir so nógv ár hava stuðlað okkum á Blákrossheiminum við at bera Guðs orð fram í sangi og vitnisburði. Eisini takka vit tykkum øllum, sum hava vitjað hesi kvøldini. Vit
Heima á Sandi: Ein ábending um víkingabúseting á Sandi er komin undan kavi í útgrevstrinum á Junkarsfløtti. Eitt sermerkt spenni er millum lutirnar, funnir eru. Á Føroya Fornminnissavni í Hoyvík sita tey [...] funnin er Heima á Sandi. Eitt runt spenni, sum er hægst á miðuni framman og holað eitt sindur aftan. Tað endar við einum tøppi og hevur vatnrætt nálfesti við eyga. Einki er fest í eygað á hesum spenninum [...] Hetta bendir á, sigur hann, at meira samband kann hava verið fyri norðan, enn higartil kanska er hildið. Eisini hjá føroyingum. Vit hava vanliga hildið, at okkara handilssamband hevur verið her á Vesturlandinum
at seta seg niður at skriva minningarorð um teg, tú, sum eigur at vera ímillum okkum. Hevði tú verið á lívi í dag, so hevði dagurin í dag 22. septembur verið tín føðingardagur, og tú hevði ivaleyst hildið [...] vanligt at fáa influensu, so at vit gjørdust ikki bangin, tá ið tú bleivst sjúk. Tú bleivst løgd inn á sjúkrahúsið, tá ið tú bleivst sjúkari, og har doyði tú so ein dag aftaná. Tú hevði fingið virus í hjartað [...] ið boðini komu um, at tú ikki longur vart ímillum okkum, fekk eg sjokk, og fekk næstan ikki staðið á mínum egnu beinum fyri sorg. Hetta var ringasti dagur í lívi mínum. Hvør hevði væntað tað, at tú kundi
somul lupu á føtur í senn í sigursfrøði, tað má bara upplivast. Sjálvt tann, sum lítlan áhuga hevur fyri fótbólti, verður rivin við, tá tað gongst so væl. Sigurin var uppiborin og tað sást eisini á tí stóru [...] stóru mannamúgvuni, sum var komin á keiina í Havn at fagna sigursharrunum, at tey veruliga untu vágbingum henda sigu, tað vóru bara smílandi fólk at síggja og sum heilsaðu okkum, tá skipið fór frá bryggjuni [...] ond, og longu tá vit komu inn um Porkerisnes sóu vit tær fyrstu rakettirnar verða sendar upp sum heilsan til meistararnar. At vera við Smyrli hetta silvitniskvøldið inn eftir Vágsfirði var nakað, sum øll
mestsum uppi á landi á sandinum í Sandavági. Teir vórðu riknir út aftur av alarunum á vágni. Hendan vakra sunnumorgunin vóru seks hvalir á Sandavági, og aftur vóru alararnir á kroppinum á teimum, frættist [...] hvørja ferð, hann var undan. Líkasum ein heilsan til forvitan myndamannin, sum stóð við bilverjuna á vegnum beint sunnan fyri ferjuleguna og tók mynd niður á á ryggin á einum spælandi mastrahvali. Men æðurnar [...] Tvær ferðir fyrr í summar hava mastrahvalir verið á Sandavági, og sandavágsmenn søgdu, at mastrahvalur eisini hendan sama sunnumorgun hevði verið inni á vágni. Einaferð tíðliga í summar varð boðað frá grind
møguleikan at fylla posan á tamb, nú oljuprísurin er í hæddini. Tað er ikki mín uppgáva at marknaðarføra hetta illadámda felag, men eitt hugskot kundi verið at latið prísin verið á sama støði og nú. Tað hevði [...] at kanna um felagið verður rikið á ein lógligan hátt og um mannagongdir og útrokningar eru í stríð við galdandi lógir. Býráðið og SEV kunnu neyvan hava tað liggjandi á sær at ákæra kanska verður reist [...] Nú um dagarnar fáa vit í Hoyvíkshaganum eina dýra heilsan frá P/F hitafelagið. Vit skulu rinda 35% eyka hetta til jóla. Hetta merkir í mínum føri at í staðin fyri at rinda kr. 14.544 fyri ár 2000, skal
sum hendan, stara út gjøgnum vindeygað, út á Skúvoyarfjørð ella inn á Sand, har gerandisdagurin gongur sína vanligu gongd. Hetta er dagurin, tá Christoffur á Fjallinum fer til gravar úr kirkjuni í gra [...] eisini ein á tutlar, og vindurin hvínur. Ein skirvisligur postkassi hongur á einum av húsunum, men tað tykist eyðsýnt, har verður eingin postur tveittur niður í longur. Nøvnini standa framvegis á kassanum [...] soleiðis sum teir gjørdu, tá tað ikki kom upp á tal, at ein hálvtóm fløska kundi standa á einum av borðunum, soleiðis sum hon ger tað í dag. Seinasta heilsan Samanbresturin millum gomlu tíðina og framstigið
góðar karmar at virka í. Tað tykist trupult at finna upp á nýggj høvuðsmál. Ein kann eisini spyrja, hví so lítið samsvar er millum tað, sum flokkarnir á tingi siga og gera, og býráðsvalevni flokkanna? Svarið [...] og trokar á, men hesin óvanliga stóri smábarnavøksturin fer um stutta tíð at gera vart við seg í fólkaskúlanum, og tí mugu fyrireikingar og munandi útbyggingar fara í gongd sum beinanvegin á skúlaøkinum [...] dimmu t.d. sendir tann býráðspolitikarin, ið man hava sitið eina longst, sína liberalistisku(!) heilsan til øll pláss í kommununu; eisini Kollafjørður fær kvøðu, men ikki við einum orði nevnir Heðin Mortensen
eru uttan nakað ítøkuligt prógv, sjálvt ikki eina tentativa ?fullveldis fíggjarlóg?, kann hann vísa á! Ein loysing her og nú, er tí eitt ?prøv lykken koncept?, sum spælir hasard við Føroya fólki og tess [...] verður tað hópin greiðari hjá fólki at taka støðu, tí fylgirnar ? góðar ella minni góðar ? merkjast á egnum kroppi, og ikki sum nú við støði í teoretiseraðum loysingar lovsongi. Fleiri av okkara kendu [...] siga samanfallandi, at ein loysing førir við sær munandi lægri livifót í Føroyum v.m. Sjálvt stjórin á Hagstovu Føroya segði í ?Dagur og Viku?, at neyðugt verður við stórum sparingum um føroyingar velja