Merkið flaggar í hálvari stong á Skarvanesi.
Einasta flaggið í bygdini veitrar so lívliga í nógva vindinum, sum fýkur avstað millum húsini.
Nú er eingin eftir á Skarvanesi at fara upp ein vindharðan hósdag sum hendan, stara út gjøgnum vindeygað, út á Skúvoyarfjørð ella inn á Sand, har gerandisdagurin gongur sína vanligu gongd.
Hetta er dagurin, tá Christoffur á Fjallinum fer til gravar úr kirkjuni í grannabygdini, Húsavík. Hann doyði mánadagin, og nú hann er farin úr bygdini, er eingin fastbúgvandi eftir á Skarvanesi.
Lítla bygdin hevur sæð betri dagar, tá umræður fólkatal, men seinasti maðurin, sum so trúliga hevur hildið til á Skarvanesi - einsamallur seinnu árini - hevur nú lagt árarnar inn.
Eitt lítið orkestur
Gamli og slitnið bygdarvegurin smýgur sær millum húsini og hjallarnar, sum standa tøtt lið undir lið í lítlu bygdini.
Náttúruljóðini spæla hart hendan dagin. Støðuga dunið frá briminum spælir fyrstu violin í einum líltum orkestri, har eisini ein á tutlar, og vindurin hvínur.
Ein skirvisligur postkassi hongur á einum av húsunum, men tað tykist eyðsýnt, har verður eingin postur tveittur niður í longur. Nøvnini standa framvegis á kassanum, men hann hongur í klønum trái og tykist kunna fara í vindinum, nær tað skal vera.
Skaldini stara
Skúlin stendur so eina og aleina har norðuri í bygdini. Skitnu vindeyguni lata ljósið koma inn í stovuna, har borð og benkur av træi framvegis standa. Næmingarnir eru langt síðani rýmdir, og har kemur ikki lív í aftur, hóast gamla innbúgvið framvegis stendur, sum tað stóð.
Við rygginum til Skúvoyarfjørð plagdi lærarin at sita og líta børnini í eyguni, og stólurin hjá honum stendur eisini har enn.
Á vegginum aftan fyri hanga framvegis myndir av eldri føroyskum rithøvundum, skøldum og mentafólki oman fyri svørtu talvuna. Teir stara út í skúlastovuna. Hvørki uppgevandi ella keddir, men júst soleiðis sum teir gjørdu, tá tað ikki kom upp á tal, at ein hálvtóm fløska kundi standa á einum av borðunum, soleiðis sum hon ger tað í dag.
Seinasta heilsan
Samanbresturin millum gomlu tíðina og framstigið er hvørki dramatiskur ella eyðsýndur, men hann er har. Ein gomul rustað mina stendur millum húsini, og tað gera eisini nøkur elskáp og ein almennur bláur postkassi.
Elsteyrarnir eru ikki tiknir niður, sum so nógva aðrastaðni, og el-kaðalarnir hanga framvegis yvir bygdini.
Í túninum við eitt av húsunum stendur ein eldri traktorur, sum boðar frá arbeiði og stríði, og einar 50 metrar longri norðuri í bygdini stendur ein grønur spælitraktorur, sum onkur smádrongur ivaleyst plagar at sita á, tá kjansurin er har.
Skýggini eru myrk og reka yvir Skarvanesi sum fyri at boða frá, at nú er eitt tíðarskeið liðugt í bygdini. Men tá sólin so alt í einum kagar fram millum skýggini, er tað antin fyri at lata eina seinastu heilsu til seinasta íbúgvan ella kanska eisini fyri at boða frá, at onkur glotti ivaleyst verður fyri bygdina í framtíðini.
Farvæl
Í grannabygdini fyri eystan savnast nógv fólk hendan seinnapartin. Brøðurnir Olivur og Christoffur á Fjallinum fara til gravar úr kirkjuni í Húsavík, og longu rúma tíð áðrenn jarðarferðina er hvíta kirkjan á tremur við fólki.
Nógv fólk savnast eisini uttan fyri kirkjuna, har teinurin er stuttur yvir í kirkjugarðin, har tvær gravir standa opnar.
Fyri mong er hetta helst ein vanligur hósdagur, men í Sandoynni er hetta eisini dagurin, tá familjan sigur farvæl við teir báðar eldru beiggjarnar, sum doyðu so at siga dag um dag.
Og hetta er eisini dagurin, tá Skarvanes sigur farvæl til seinasta fastbúgvandi mannin í bygdini.