Heildin og staklutirnir

Kommunuvalið nærkast; tað sæst á greinunum, sum valevnini senda bløðunum, men lítið nýtt er at síggja.

Lítið ítøkiligt, mest leysakast, men tað er kortini eingi skaði í tí, at hugflogið sleppur at sveima víða í nakrar vikur, um bara veljarin skilur, at talan er um hugarok og ikki veruleika.

Tað verður stillað upp politiskt. Samanumtikið tykist valið vera lítið flokspolitiskt, men merkt av einstaklingum og teirra áhugamálum.

Ì eini leygardagsdimmu t.d. sendir tann býráðspolitikarin, ið man hava sitið eina longst, sína liberalistisku(!) heilsan til øll pláss í kommununu; eisini Kollafjørður fær kvøðu, men ikki við einum orði nevnir Heðin Mortensen, hvørjar ætlanir hann hevur fyri bygdina. Eg haldi, tað hevði ikki verið meira enn rímiligt, um Heðin fortaldi kollfirðingum nú, hvat meira skal henda í bygdini, og á hvønn hátt, hann heldur, hon skal lagast til at virka saman við og í Tórshavnar kommunu. Tær nýggju bygdirnar í kommununi skulu hava somu møguleikar at menna seg og høvuðsøkið. Fái eg undirtøku, ætli eg mær at hava eitt vakið eyga við tilgongdini í Kollafirði, soleiðis at bæði vinnulívið og tað sociala lívið í bygdini fáa góðar karmar at virka í.

Tað tykist trupult at finna upp á nýggj høvuðsmál. Ein kann eisini spyrja, hví so lítið samsvar er millum tað, sum flokkarnir á tingi siga og gera, og býráðsvalevni flokkanna? Svarið kann m.a vera, at her hava vit við heilt onnur mál at gera, og hóast hetta er landsins nógv størsta kommuna, so eru viðurskiftini kortini á mangan hátt smá og ávirkilig av lítlum. Vit vita t.d. ikki, hvussu næstu 4 árini fara at roynast, men vit vóna tað besta. Eisini tey ymisku økini í kommununi gera, at vanligt floksbýti hevur hug at hvørva.

Sum kunnugt ber ikki til bæði at blása og hava mjøl í munninum. Inntøkugrundarlagið er fortreytin fyri, at kommunan orkar at loysa málini - eisini tey, ið leingi hava ligið á láni, tí fíggjarorkan var ikki til staðar. Hetta krevur, at skattainntøkan verður væl umsitin, soleiðis at vit við tíðini veruliga kunnu lækka kommunuskattin og halda fast um lækkingina.


Ein kommuna í brádligum vøkstri fær nógv dýr mál at loysa. Í løtuni er tað serstakliga tann sera stóri ansingarspurningurin, ið er frammi og trokar á, men hesin óvanliga stóri smábarnavøksturin fer um stutta tíð at gera vart við seg í fólkaskúlanum, og tí mugu fyrireikingar og munandi útbyggingar fara í gongd sum beinanvegin á skúlaøkinum.

Meira um hetta málið seinni.


Regin av Steinum,

valevni Tjóðveldis-

floksins til býraðsvalið