Ein heilsan frá Blákrossheiminum

Sagt verður frá, at mikukvøldsmøtini, sum hava verið á Blákrossheiminum, verða flutt oman í Blákrosscaféina.

Vit vilja takka tykkum øllum, sum yvir so nógv ár hava stuðlað okkum á Blákrossheiminum við at bera Guðs orð fram í sangi og vitnisburði. Eisini takka vit tykkum øllum, sum hava vitjað hesi kvøldini.

Vit vóna, at tit framhaldandi vilja stuðla tiltakinum.

Guð signi tykkum øll


Sólborg Dulavík