Seinnu árini hava tað ofta verið dystir, við avgerandi týdningi fyri oddastríðið, tá KÍ og B36 hava tørnað saman.
Soleiðis verður ikki í ár, og uttan at skula fara ov nógv í smálutir um hví og hvussu, kann helst staðfestast, at hjá hvørgum av liðunum hevur árið gingið eftir vild.
Fara at stríðast
Jens Kristian Hansen, liðskiparin á B36 liðnum sigur, at B36 hevur alt fólkið tókt til dystin. Tað vil tó siga tann parturin, sum enn er at finna í landinnum.
Síðani felagið fyri góðari viku síðani segði farvæl við Pelle Andersson, hevur Piotr Krakowski staðið á odda fyri venjingini, og bæði hugburður og uppmøting hava verið góð.
Jens Kristian ásannar, at hópurin sjálvandi er viknaður nakað á pappírinum, nú tríggir leikarar eru farnir burturav, men hinvegin leggur hann dent á, at teir, sum eftir eru, hava nakað at stríðast fyri.
- Vit síggja nógv fram til dystin, og vit fara so avgjørt til Klaksvíkar fyri at stríðast fyri okkara møguleika, sigur ein avgjørdur liðskipari.
Hann ivast ikki í, at talan verður um ein tættan dyst, har viljin hjá liðunum báðum fer at hava sera nógv at siga.
Stigini fara ongan veg
Venjari hjá B36 tey trý seinastu árini hevur verið Tomislav Sivic, men í ár er hann venjari hjá KÍ.
Hann sigur, at eingin leikari er forðaður av skaðum, men hinvegin hevur KÍ ikki færri enn trý leikbann at stríðast við sunnudagin. Hóast missurin av Rógva Jacobsen, Ova Nysted og Símun W. Høgnesen sjálvsagt hevur sítt at siga, so hevur Tomislav góðar vónir til dystin sunnudagin. Hann heldur, at hugurin at venja framvegis er góður hjá leikarunum, og satt at siga ivast hann ikki í, at KÍ fer at vinna dystin sunnudagin.
- Tað kann væl vera, at B36 ætlar sær at stríðast, men tað haldi eg teir heldur skuldu gjørt, tá B71 var á vitjan hjá teimum. Tey trý stigini sunnudagin verða undir øllum umstøðum verandi í Klaksvík, er heilsan hansara til árstalsfelagið undan uppgerðini.