Summarfestivalum, so er hesin tann besti. - Man kann nógv meira í ár í mun til í fjør og onnur ár. Eitt nú kann man fara til sang og dans her í Silvalandi, sigur Oddbjørg avgjørd at enda. [...] Laura býr í Sandavági, men meðan Summarfestivalurin er, býr hon hjá vinkonu síni í Klaksvík, Oddbjørg. - Tað er ordiliga stuttligt at vera á Summarfestival. Eitt nú er Silvalandið ótrúliga gott, har serliga [...] Gardar í gjár var eisini ordiliga góður. Hann hevði djór, sum man kundi halda í. Eitt nú vóru slangur, kaninir og rottur. Kanska tað ikki var so stuttligt hjá systir míni, tí rottan beit hana í hondina
raknaðu nú við og ynsktu, at tey skulu fáa somu sømdir sum studentarnir at fyrireika seg í. Tí savnaðust tey í stórum tali í Havn fyri at vísa mentamálaráðharranum, Jógvani á Lakjuni á, at her var talan bæði [...] næmingunum frá, hví støðan er sum hon er. Hann vísti í fyrsta lagi á, at útbúgvingarnar er ymiskar og virka undir ymiskum treytum. Støðan í dag er í veruleikanum hon, at Studenta- og HF-skúlarnir virka [...] Mótmæli: Tað var ein stór mannfjøld av ungum lesandi, sum fyrrapartin í dag gingu mótmælisgongu niðan í Mentamálaráðið. Krav teirra var bæði einfalt og einmælt: Tey ynskja somu rættindi sum næmingarnir
eisini okkurt nýtt spæl í onkrum jólapakka. Hvat er tað besta, sum er hent í 2019? - Eg dugi ikki at minnast nakra serliga einstaka hending fram um aðra. Men, at tað sum heild gongur væl í samfelagnum, er altíð [...] altíð at fegnast um. Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen er sjálv býráðslimur í Klaksvík. Her hendir nógv, og stórar verkætlanir eru um at verða lidnar, og nýggjar síggja dagsins ljós. - Seinast, men ikki [...] við børnum, ommubørnum og foreldrum mínum. Okkara jól eru traditionell, og klokkan 17 verður farið í kirkju. Síðan heim at eta føroyska gás og dunnu. Tá døgurðin er etin, verða jólagávurnar pakkaðar upp
samanleggingini er, at skattaprosenti í Húsum og Syðradali verður tað sama sum í restini av kommununi. Talan er um eina skattahækking á 4,25 prosent hjá íbúgvunum í Húsar kommunu. Jógvan Skorheim metir [...] ein stóran mun. Gerandisdagurin fer at ganga fyri seg sum vanligt í Klaksvík, Húsum og Syðradali. Man hevur heldur ikki sæð nakran mun í Mikladali ella Svínoy, ið eisini eru partar av Klaksvíkar kommunu [...] spentur til samstarvið, ið vit fara hava fram til tí formellu samanleggingina í 2017. Tað segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, tá in.fo fekk fatur á honum stutt eftir at avtalan um k
einum serstøkum tiltaki á vestanstevnuni í ár er Petur Jacob Haraldsen, sum býr við Kirkjar í Miðvági. Á skránna fyri stevnuna er nevniliga sett ein listaframsýning í Gamla Skúla, og har ætlar hann sær sjálvandi [...] hann nýtir tíðina til. Í veruleikanum er als ikki neyðugt at fara inn á gátt, tí longu uttanfyri sæst, at her inni býr onkur, sum dámar væl at mála og at skapa. Í einum vindeyga í kjallaranum standa fleiri [...] so gott ljós, sigur hann. Vøkur motiv Í einum øðrum stevnublaði greiddu vit frá listamálaranum, Adolf Johannesen í Hósvík, sum segði at tað vóru óteljandi motiv í hesi vøkru bygdini. Petur Jacob hevur
fram á Norðoyastevnuframsýningini. Hinvegin var hon eisini við í framsýningini "Fram í ljósið", sum varð fyriskipað í Skálanum í Klaksvík, har ókend listafólk høvdu møguleika at gera vart við seg. - Annars [...] - Mær dámar best at mála fólk, sigur Armgarð. Hon var stødd í Leikalund seinasta fríggjadag, tá framsýningin hjá Archibaldi lat upp. Tað var ikki uttan orsøk at hon var her, tí sum hon sigur: - Eg mátti [...] mátti fara at hyggja eftir tí, sum lærimeistari mín sýnir fram! Armgarð hevur nevniliga gingið í kvøldskúla hjá Archibaldi seinastu fimm árini. Og tað hevur henni dámað sera væl. - Okkum báðum dámar væl at
Skúlin á Fløtum í Havn nógv tann størsta. Men, bæði á Oyrarbakka, Fuglafiðri og í Klaksvík eru eisini stórar skúlaverkætlanir í gongd, sum verða lidnar í seinasta lagi í 2020/ 2021. Í fjør heyst stóð Skúlin [...] umhvørvinum í miðjuni, sum gongur heilt upp í tróðurið, sigur stjórin í Búsetur. Í Sosialinum í dag er stórt serblað um byggivinnu, og her verður gjørt burtur úr ymiskum stórum verkætlanum, sum eru í gongd í [...] Stjórin í Búsetur heldur tað vera skilagott, at feløgini her hava prógvað, at tað ber til at sláa seg saman um eina so stóra byggiverkætlan. - Í løtuni eru eitt nú málarar og elektrikarar í gongd, og
gekka-spælari í Klaksvík, sum fekk fulla plátu og slapp at snara hjólinum í kvøld. Høvuðsvinningurin var á 650.000 krónur, sum lógu í gula leypinum. Í bláa leypinum var Volvo-bilurin og í reyða cruise-ferðin [...] koyra ahead, haldi eg, segði maðurin í Klaksvík. Í aðru royndini steðgaði hjólið á 20.000 krónum. - Ja, tvætl. Veitst tú hvat? Vit koyra ahead, vóru boðini enn einaferð. Í triðju og seinastu royndini steðgaði [...] teimum, sum fáa fulla plátu og sleppa at snara hjólinum, at fáa fatur í teimum stóru vinningunum. Og soleiðis var eisini í kvøld. Í fyrstu royndini hjá Hans Jacobi Heinesen steðgaði hjólið á 30.000 krónum
Seinnapartin í gjár legði nýggjasta og snotiligasta skipið í føroyska fiskiskipaflotanum - Christian í Grótinum - at í Norðhavnini. Nógv fólk vóru møtt til hátíðarløtuna, og flestu teirra nýttu eisini [...] orð. Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen, helt eina røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spældi. Borgarstjórin vísti á, at hetta er ein stórur og søguligur dagur í Klaksvík og Norðoyggjum, og [...] Christian í Grótinum er ein sólskinssøga. - At eg skuldi fáa høvi at taka ímóti einum so stórbærum skipi, sum abbasynirnir hjá Palla hjá Marionnu hava staðið á odda fyri - ja, tað var ikki í mínum villastu
Summarfestivalurin í Klaksvík hevur í ár 15 ár á baki, og vit spyrja í hesum sambandi 15 fólk um teirra bestu SF upplivisi. Her er tað Eyðun Nolsøe, sum svarar. Eg eri so heppin, at eg havi fingið teir [...] kemur til alt. Rørandi, fangandi og hugtakandi. Tað var sum røddin hjá Roger flutti meg aftur í tannárini í einum lopi. Mær dámdi sera væl tónleikin hjá Supertramp og ikki minst røddina hjá Hodgson. Vit [...] nakrir vinmenn og lurtaðu saman, og aftaná raggaðu vit okkum heim. Mín sann um vit ikki rendu okkum í Roger Hodgson beint við Sparikassan, og fingu heilsað uppá hann. Hann var blíður og týður og eg minnist