- Mær dámar best at mála fólk, sigur Armgarð.
Hon var stødd í Leikalund seinasta fríggjadag, tá framsýningin hjá Archibaldi lat upp.
Tað var ikki uttan orsøk at hon var her, tí sum hon sigur: - Eg mátti fara at hyggja eftir tí, sum lærimeistari mín sýnir fram!
Armgarð hevur nevniliga gingið í kvøldskúla hjá Archibaldi seinastu fimm árini. Og tað hevur henni dámað sera væl.
- Okkum báðum dámar væl at mála andlit. Tey eru líkasum meiri livandi, enn t.d. eitt hús ella eitt fjall.
- Tað er eisini øgiliga spennandi er at mála eyguni á fólki. Tey eru serliga livandi, sigur Armgarð avgjørd.
Hon hevur sjálv luttikið á framsýningunum hjá kvøldskúlanum, eins og hon hevur sýnt fram á Norðoyastevnuframsýningini.
Hinvegin var hon eisini við í framsýningini "Fram í ljósið", sum varð fyriskipað í Skálanum í Klaksvík, har ókend listafólk høvdu møguleika at gera vart við seg.
- Annars havi eg selt onkrar málningar, men tað hevur mest verið til familju, sigur Armgarð.