- Man kann nógv meira í ár

Tveir av yngru Summarfestivalgestunum í ár eru 8 ára gomlu Laura Dam Johannesen og Oddbjørg S. Thomassen. Tær halda, at Summarfestivalurin í ár er tann besti, sum hevur verið. Men tað er ikki vegna tónleikin.

Laura býr í Sandavági, men meðan Summarfestivalurin er, býr hon hjá vinkonu síni í Klaksvík, Oddbjørg.

 

- Tað er ordiliga stuttligt at vera á Summarfestival. Eitt nú er Silvalandið ótrúliga gott, har serliga tann stóra hoppiborgin er sera stuttlig, sigur Oddbjørg.

 

- Kaptein Gardar í gjár var eisini ordiliga góður. Hann hevði djór, sum man kundi halda í. Eitt nú vóru slangur, kaninir og rottur. Kanska tað ikki var so stuttligt hjá systir míni, tí rottan beit hana í hondina, sigur Oddbjørg, sum tó leggur aftrat, at hon ikki fekk stórvegis skaða.

 

Fyri tær báðu vinkonurnar var tað serliga ein bólkur, ið var góður.

 

- Vit lurtaðu eftir MIKA hósdagin, og hann dámdi okkum ótrúliga væl, sigur Laura.

 

- Vit stóðu aftast, uppi á vegnum, fyri at síggja betur. Eg kendi bara tríggjar sangir áðrenn, men konsertin var ordiliga góð fyri tað, sigur Oddbjørg.

 

Hóast Laura og Oddbjørg hava verið á nógvum Summarfestivalum, so er hesin tann besti.

 

- Man kann nógv meira í ár í mun til í fjør og onnur ár. Eitt nú kann man fara til sang og dans her í Silvalandi, sigur Oddbjørg avgjørd at enda.