verða á landsliðnum. Hevur tú ikki tað sum gularót, so er tað ikki eins stuttligt. Eg vóni at eg fái boð, men tað er ikki so at eg siti og bíði ella fari at gráta um eg ikki fái landsliðsboð, sigur Arnbjørn [...] øðrvísi. - Eg havi onkuntíð hugsa um tað, men eg haldi eg havi verið so síðani eg var lítil. Eg havi altíð spælt har frammi. Í skúlanum hjálpi eg nokk meiri til í verjupartinum, men tá var vøllurin ikki so langur [...] - Eg havi ein skaða í baklærinum, sum hevur verið har í næstan alt ár. Eg spæli eisini hondbólt um veturin, men eg veit ikki hvussu gott tað er fyri kroppin. Tað er bara ringt at lata vera, tí eg tími
og løgmaður eru í iva um eina yvirtøku, skilji eg væl, men tað er ikki rætt, at tað eru so nógv ivamál í samband við yvirtøkuna, sum løgmaður vil vera við. Tað skrivar Annika Olsen, løgtingskvinna fyri [...] Schengen um marknaðareftirlit. Tað var høvuðsorsøkin til, at yvirtøkan ikki varð løgd fyri Tingið síðsta framløgudagin, sum var tann 1. mars. Svarið kom seinni í apríl frá donsku myndugleikunum um, at tað [...] tað juridiskt er í lagi at yvirtaka marknaðareftirlitið og framhaldandi vera ein partur av Schengensamstarvinum. - Nú varðar løgmaður sjálvur av yvirtøkulógini, og er tað løgmaður, sum formliga skal fremja
men lovar at tann næsta ikki verður um nakran vampýr. - Eg brúki ikki so nógva tíð til at skriva. Eg skrivi ofta brot, sum koma til mín tá eg til dømis havi verið ein biltúr, so renni eg uppá loft at skriva [...] um djór. - Tað dámar mær væl. Men skuldi eg valt, skuldi eg avgjørt skrivað skaldskap fram um djóragreinir og spurnarkassa. Eg havi okkurt liggjandi, sum eg ikki eri liðug við. Bókadeildin, sum hevur givið [...] gera við at eg gangi til drama í Sjónleikarhúsinum. Eg havi eisini nakrar vanar, sum at ganga ein umveg heim úr skúlanum. So gangi eg og lurti eftir tónleiki, og eygleiði ting og fólk. Eg hefti meg eisini
av tilvild, at eg kom aftur á listan til kommunuvalið í 2016. Eg var uppstillað til kommunuvalið í 2012, men kom ikki inn. Síðan var eg á javnaðarlistanum til løgtingsvalið í 2015, har eg fekk 64 atkvøður [...] Jacobsen hevði ikki ætlað sær á listan í 2016, men hevði sagt við fólk, sum skipaðu fyri, at hon kundi vera við, um teimum vantaðu valevni. - Sjálvandi gjørdist eg ovfarin og fegin, tá eg gjørdist fyrst [...] hevði verið lættari hjá mær at hildið fram, nú einki er fremmant longur. Men, eg havi tikið mína avgerð, og hon verður ikki broytt. Eg eri glað fyri tíðina í bygdaráðnum, sum hevur verið góð, spennandi
fyri skeytið er ikki nakað, sum ávirkar hann stórvegis. - Altso eg havi tað gott. Eg havi ikki tikið allar avgerðir einsamallur, men havi havt nevndir aftan fyri meg . Tú kanst siga, at eg havi havt ein [...] við løn. Tað er irriterandi, men ikki meir enn tað. Eftirlønirnar snúgva eg sum eini 100.000 krónur tilsamans. Eg kann ikki siga annað enn, at tað er ein skylda, vit ikki hava yvirhildið, sigur Árni Gregersen [...] Dimmalætting ikki longur kemur út á gøtuna. Dimmalætting, sum er elsta avísin í landinum, hevur leingi ligið í tungum sjógvi, og starvsfólkini hava ikki fingið løn og eftirløn í eina tíð. - Eg kom aftur úr
list? - Eg havi so at siga altíð teknað. Eg elski at tekna. Fyri meg er tann kenslan eg fái, tá ið eg blívi púra burtur eina løtu, og so havi eg fingið skapt okkurt burturúr einum blonkum pappíri tann besta [...] inspiratiónsríkt at vera partur av. Hvørjar eru framtíðarætlanirnar hjá tær sum listafólk? - Eg havi ikki ordiliga sett mær nøkur mál við mínari list. Beint nú trívist eg væl har sum eg eri við mínari list [...] ##med2## Hvussu vilt tú lýsa tína list? - Eg vil siga, at mín list er livandi og detaljurík. Mær dámar væl at geva mínum tekningum ein boðskap ella eitt sterkt úttrykk, og eg putlist nógv við smáar detaljur. Er
eina hóttandi búskaparkreppu, skrivar Helgi Abrahamsen í tíðindaskrivi. - Ikki tí, ta tíðina, eg havi sitið á løgtingi, havi eg havt eitt gott samstarv við Sjúrð Skaale. Hann er bæði dugnaligur og sakligur [...] tingmaður fyri Sambandsflokkin, sigur seg skilja, at Tjóðveldi vil hava ein fullveldismann at umboða seg á fólkatingi. Men hann skilir ikki, hví Javnaðarflokkurin hevur sama ynski. Helgi Abrahamsen vísir [...] samstarva við allar partar. Men lat ongan iva vera um, at hann er fullveldismaður. Og hendan fullveldismannin ætlar Javnaðarflokkurin at senda niður á fólkating. Tann avgerðin verður neyvan ein styrki fyri
tað vera ómøguligt at liva og virka á altjóða støðið her í Føroyum. - Eg havi so mangan hoyrt, at eg ikki hoyri heima í Føroyum. At eg ikki kann fylgja mínum dreymum so leingi eg búgvi her. Men eg veit [...] dagurin skuldi vera, hvussu arbeiðsumstøðurnar skuldi vera og so framvegis. - Eg havi onkuntíð hugsað um, hvussu løgið tað er, at eg ikki var meira bangin fyri at lata upp. Eg helt ikki tað var nakar kjansur [...] at dagarnir bara ikki strektu til. Eg arbeiddi so at siga alt samdøgrið. Tá eg ikki arbeiddi í salongini, so gjørdi eg pappírsarbeiðið og so framvegis. Men eg vildi tað so nógv, at eg hevði einki ímóti
í aftur og hetta verður als ikki nevnt, sigur Gunnleivur Dalsgarð, ið heldur hetta vera ovboðið. Løgin mannagongd - Vit halda mannagongdina vera løgna, tí tað er ikki longur enn ein góð vika síðani, at [...] útspæli, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Hann heldur tað vera løgið, at Landstýrið nú er komið við svari, har teir siga, at teir meta ikki Starvsmannafelagið at vera komið við nøkrum krøvum og ivast í, um felagið [...] sáttmálin fór úr gildi. Vit hildu tað vera eina skyldu og eitt krav frá báðum pørtum, at ein fekk práta sámuliga saman, so ein slapp undan hótanini um, at nú er ikki meir og at semingsmaðurin má uppí, sigur
vita teir, hvat tað vil siga at arbeiða sum eitt lið. Tað sær einfalt út fyri tann óroynda, men tað krevur neyvleika og handamegi at seta allar hesar pláturnar upp. Ein løtu seinni er tann fyrsta plátan fest [...] koyrandi varð ikki av Eiði til Gjáar. Heitt varð ístaðin á bilførarar um at koyra gjøgnum Funningsbotn og Funning um teir ætlaðu sær tann vegin. Frammanundan seinasta vikuskiftinum høvdu teir ikki grivið n [...] kann ein altíð rokna við hálku. Ja, eg kann minnast at í fyrraári saltaðu vit heilt fram til juni mánað, sigur Eyðbjørn við einum brosi. Kavarudding og viðlíkahald At vera liðformaður hjá Landsverki merkir