- Neyvan ein styrki fyri ríkisfelagsskapin

Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sigur seg skilja, at Tjóðveldi vil hava ein fullveldismann at umboða seg á fólkatingi. Men hann skilir ikki, hví Javnaðarflokkurin hevur sama ynski.

Helgi Abrahamsen vísir á, at Javnaðarflokkurin hevur ta seinastu tíðinda dyrgt dúgliga eftir atkvøðum á sambandsveinginum. Tað hevur flokkurin gjørt við at útnevna seg sjálvan sum “samríkisflokk” og við at mæla til at gera eina alliansu við Sambandsflokkin áðrenn tilstundandi løgtingsvalið.

- Sambandsflokkurin hevur tikið væl ímóti hesum boðum, hóast vit vistu, at tað fór at kosta okkum nakrar atkvøður. Ongantíð betur, enn at vit verða fleiri um at verja ríkisfelagsskapin, sum hevur alstóran týdning, nú tey í londunum rundanum okkum aftur eru farin at tosa um eina hóttandi búskaparkreppu, skrivar Helgi Abrahamsen í tíðindaskrivi.

- Ikki tí, ta tíðina, eg havi sitið á løgtingi, havi eg havt eitt gott samstarv við Sjúrð Skaale. Hann er bæði dugnaligur og sakligur, og dugir at samstarva við allar partar. Men lat ongan iva vera um, at hann er fullveldismaður. Og hendan fullveldismannin ætlar Javnaðarflokkurin at senda niður á fólkating. Tann avgerðin verður neyvan ein styrki fyri ríkisfelagsskapin og sambandsalliansuna, skrivar Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin.