Rannvá Næs Hoydal býr í hugnaligu húsunum í V.U. Hammershaimbsgøtu í Havn. Í einum reyðum gomlum húsum, við kvistum á loftinum, og trøum og spæliplássi í garðinum, lýsa tey av heimligheit, nostalgi og hugna.
15 ára gamla Rannvá sær sjálv út sum ein fitt og pen genta. Hon er blíð og hevur eitt sera søtt og vinarligt andlit. At tað ikki endurspeglar tað, henni dámar best at skriva um, kunnu vit sláa fast við sjeytumma seymi. Tí í dag kemur hennara fyrsta bók út, og hon er ikki á nakran hátt sjálvbiogafisk. Hon snýr seg um ein drong, sum leggur til merkis, at alt við honum ikki ruggar rætt. Hann hevur fingið smakk fyri blóði, sum noyðir hann at eta av sínum egnu. Teitur er ein vampýrur. Í Sjey dagar í helviti, fylgja vit honum, og síggja hvussu hann snýr seg úr trupulleikunum, sum stinga seg upp, tá onnur varnast at okkurt er galið.
Revar vorðnir til vampýrar
- Eg havi bara hug til at finna uppá, og so at deila tað við øðrum, sigur Rannvá Næs Hoydal um sítt høvundavirksemi.
Heima hava tey altíð lisið nógv við børnunum, og síðan Rannvá gjørdist so stór, at hon kundi lesa sjálv, hevur hon lisið eitt ótal av bókum úr fantasy sjangruni. Harry Potter fyrst og fremst, síðan bøkurnar um Skammaradóttrina, Artemis Fowl og Myrkursins Frumevni. Í løtuni er tað stóra breyðið av eini bók, ið liggur á náttborðinum, Twilight. Tað er enn ein bók úr fantasy sjangruni eftir høvundan, Stephanie Meyer.
- Mær dámar væl tað yvirnáttúrliga. Sum barn dámdi mær væl at skriva og tekna um djór, eg helt tað vera stuttligt at skriva søgur um djór, sum tosaðu. Eg plagdi eisini at spæla Lion King her í garðinum hjá okkum, sigur hon og smílist.
Mamman tekur orðið eina løtu, og greiðir frá skrivingini hjá Rannvá.
- Eg dugi væl at síggja, hvussu hon hevur ment seg nú. Fyrst skrivaði hon um revar, so úlvar, varúlvar og nú er tað so vampýrar, hon skrivar um, greiðir mamman frá.
Mamman lesur alt, sum Rannvá skrivar.
- Eg má siga, at eg gjørdist nakað kløkk, tá eg sá hvat hon skrivaði um, sigur hon flennandi.
Einki ð manglar
Mamman, Marianna Hoydal, er lærari. Hon hyggur alt í gjøgnum, sum Rannvá skrivar. Hon kann bara staðfesta, at har manglar einki ð í tekstunum hjá Rannvá.
- Hon hevur altíð lagt seg eftir at skriva væl føroyskt.
Umframt góða málið, slepst ikki undan at leggja til merkis góðu evnini til at seta orð á sansir og kenslur í Sjey dagar í helviti. Tað ber boð um ein ótrúliga búnan høvund, sum einans er 15 ára gamal. Her skal skoytast upp í, at Rannvá Næs Hoydal var einans 14 ára gomul, tá Sjey dagar í helviti varð skrivað. Søgan um vampýrin Teit, varð skrivað til eina søgukapping, sum KT depilin í 2008 skipaði fyri, og sum Rannvá Næs Hoydal vann.
- Hatta við at lýsa sansirnar hevur kanska nakað at gera við at eg gangi til drama í Sjónleikarhúsinum. Eg havi eisini nakrar vanar, sum at ganga ein umveg heim úr skúlanum. So gangi eg og lurti eftir tónleiki, og eygleiði ting og fólk. Eg hefti meg eisini við myndir, sum kunnu hava ein annan týdning. Til dømis sá eg eina ferð tvey trø standa nakað frá hvørjum øðrum, við einum tunnum tráði av eiturkoppaspinni millum teirra. Tað fekk meg at hugsa um fólk, sum eru knýtt saman uttan at tey vita av tí, greiðir Rannvá Næs Hoydal.
Høvundurin er dreymurin
Eftir summarfrítíðina gevst Rannvá í skúlanum. Tá hevur hon gingið í skúla í níggju ár, og vil fegin hava frí í eitt ár, áðrenn hon fer á studentaskúla. Hon hevur ikki lagt neyvari ætlanir fyri framtíðina, men er ikki í iva um hvat hon skal í framtíðini.
- Eg skal verða rithøvundur. Eg veit ikki hvat skal henda, tá eg verið liðug við studentaskúlan, men eg fari at arbeiða fram ímóti at gerast rithøvundur, sigur hon.
Hon kundi hugsað sær at luttikið á skriviskeiði hjá Rakel Helmsdal, og í framtíðini sloppið at sæð verðina. Við síðuna av skúlanum skrivar hon fyri Strok, har hon ummælir fløgur, og skrivar greinar um djór og hevur ein spurnarkassa um djór.
- Tað dámar mær væl. Men skuldi eg valt, skuldi eg avgjørt skrivað skaldskap fram um djóragreinir og spurnarkassa. Eg havi okkurt liggjandi, sum eg ikki eri liðug við. Bókadeildin, sum hevur givið út mína fyrstu bók, hevur lovað at taka ímóti fleiri bókum, og tíðarritið Vencil hevur biðið meg skriva eina søgu til teirra næstu útgávu, sigur Rannvá.
Henni dámar einki at tosa um søgurnar, áðrenn tær eru heilt lidnar, men lovar at tann næsta ikki verður um nakran vampýr.
- Eg brúki ikki so nógva tíð til at skriva. Eg skrivi ofta brot, sum koma til mín tá eg til dømis havi verið ein biltúr, so renni eg uppá loft at skriva tað inn á telduna, og so lati eg tað fáa frið í eina tíð, sigur Rannvá Næs Hoydal.
Sjey dagar í helviti kemur út í dag, og fæst í bókahandlunum kring landið. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út.