Teir 3800 bilarnir, sum hvønn einasta dag koyra millum Streymnes og Brúnna um Streymin, fara súsandi framvið trimum monnum í orange-littum klæðum.
Frammanfyri teir stendur ein lastbilur við tí eyðkenda gula litinum hjá Landsverki. Hesir tríggir menninir eru til arbeiðis hjá stovninum.
Staðið er bert fáar metrar inn frá landi, tá ein kemur koyrandi suðureftir brúnni um Streymin.
Tann einstaki bilførarin varnast neyvan, hvat arbeiði hesir tríggir menninir gera. Men hetta er kortini eitt arbeiði, sum kann koma at verða teimum at gagni í framtíðini.
Ein teirra stendur við eini sleggju í hondini, og slær niður móti einum stabba, meðan hinir báðir ídnir stuðla upp undir stabba og eina fýra metrar langa jarnplátu.
Millum hesar tríggjar menninar er eiðismaðurin, Eyðbjørn Mørkøre, sum er liðformaður hjá Landsverki í norðara parti av Eysturoynni.
- Vit byrjaðu at arbeiða her í gjár. Men sum tú sært, her er nógv eftir, sigur Eyðbjørn við Sosialin.
Íalt skulu teir seta 230 slíkar plátur upp í hesum umfarinum.
Dagføring
Henda vakra hósdagin fyri skjótt tveimum vikum síðani vóru Eyðbjørn og makkarar hansara, Poul Juul og Ellindur í fer við at seta upp eina bilverju, beint við húsini sum Landsverk hevur við Streymin.
Hetta er ein partur av eini størri ætlan um at dagføra tað meiri enn tveir kilomterar langa vegastrekkið millum sjálva brúnna og Streymnes.
Teir túsundtals bilførararnir sum koyra eftir hesum vegastrekkinum dag og dagliga kunnu bara staðfesta, at nógv ymisk arbeiði eru framd her ta seinastu tíðina.
Í løtuni er støðan hon, at alt vegastrekkið er asfalterað við einum berilagi, teir kalla. Tann nýggja brúgvin um ánna Búðaráir er liðug, og nú verður so bilverjan sett upp.
Sambært Landsverki er ætlanin at sjálvt slitlagið skal leggjast á vegin fyri ársskiftið.
Tað var júst hetta við bilverjuni - og teirri harav fylgjandi ferðslutrygdini - sum teir tríggir tókust við henda morgunin, ið Sosialurin koyrdi framvið.
229 plátur aftrat
Tá bilverja verður sett upp er avgjørt neyðugt at her verður farið fram nágreiniliga og við skynsemi.
Teir stóru stabbarnir verða fyrst settir niður, og síðani verða tær fýra metrar longu pláturnar í bilverjuni festar í hvønn einstakan stabba.
Í hvørji plátu er eitt hol, og gjøgnum hetta verður síðani ein stórur møttrikkur festur, soleiðis at hetta kann halda, um illa vildi til hjá onkrum bilførara.
Líkt er til, at teir tríggir - Eyðbjørn, Poul Juul og Ellindur - hava roynt hetta áður og tí vita teir, hvat tað vil siga at arbeiða sum eitt lið.
Tað sær einfalt út fyri tann óroynda, men tað krevur neyvleika og handamegi at seta allar hesar pláturnar upp. Ein løtu seinni er tann fyrsta plátan fest á stabban, og nú verður farið eftir tí næstu, tí hon skal festast útyvir.
Hetta var so tann fyrsta í hesum umfarinum. Nú eru bert 229 aðrar eftir, inntil komið er á mál við Streymnes!
- Tá hetta arbeiðið er liðugt fara vit yvirum aftur brúnna. Har er alt okkurt arbeiði, sum bíðar eftir okkum, sigur Eyðbjørn.
Vaska skelti
Eitt av teimum stóru arbeiðunum, sum hoyra undir arbeiðsøkið hjá Eyðbjørn og hansara monnum, er Norðskálatunnilin.
Her er eisini framt eitt stórt viðlíkahaldsarbeiði tey seinastu mongu árini, fyri líkasum at dagføra hann til tað, sum verður kravt av slíkum tunlum í dag.
Umframt hetta stóra arbeiðið so hevur tunnilin eisini tørv á regluligum viðlíkahaldi. Og tað hoyrir somuleiðis undir arbeiðsøkið hjá Eyðbjørn.
Millum hetta arbeiðið er reglulig vasking av skeltunum inni í tunlinum, soleiðis at bilarnir altíð kunnu síggja endurskinini framvið vegginum klárt - og reint!
- Tað dálkar heldur meiri nú, tí tað er so stutt síðani at tunnilin varð asfalteraður.
- So tað hevur verið nógv vasking í seinastuni, slær Eyðbjørn fast.
Hálka og salt
Nú veturin er komin eru tað líkindini hjá teimum koyrandi sum standa ovarlaga á skránni.
Tá vit tosaðu við Eyðbjørn aftur fyrrapartin í morgun vóru teir framvegis í arbeiðinum við bilverjuni til Streymnesar.
Men fyri fáum døgum síðani frættist kortini frá kava. So nógvur kavi var niðurkomin, at koyrandi varð ikki av Eiði til Gjáar. Heitt varð ístaðin á bilførarar um at koyra gjøgnum Funningsbotn og Funning um teir ætlaðu sær tann vegin.
Frammanundan seinasta vikuskiftinum høvdu teir ikki grivið nakrastaðni í vetur, men bert saltað á fleiri støðum.
Hetta arbeiðið var farið fram á teimum støðum, sum ofta verða nevnd, tá koyrilíkindini verða lisin í útvarpinum: Tunnilsvegnum við Norðskála, um Eiðisskarð og á Gjáarvegnum.
- Her kann ein altíð rokna við hálku. Ja, eg kann minnast at í fyrraári saltaðu vit heilt fram til juni mánað, sigur Eyðbjørn við einum brosi.
Kavarudding og viðlíkahald
At vera liðformaður hjá Landsverki merkir at hesin hevur ábyrgd fyri ávísum arbeiðum fyri vegadeildina í norðara parti av Eysturoynni.
Í starvi sínum sum liðformaður eru tað serliga tvey høvuðsøkir og høvuðsarbeiðir sum Eyðbjørn og hansara fólk er við í: Viðlíkahald um summarið og kavarudding um veturin.
Men sum nevnt aðrastaðni á síðuni eru teir eisini á øðrum støðum og arbeiða - í hesum føri beint hinumegin brúnna um Streymin.
- Ja, vit hjálpa ofta í øðrum økjum, um brúk er fyri tí. Beint nú eru vit í Streymoynni, og onkutíð eru vit aðrastaðni í Eysturoynni og arbeiða.
- Og so plaga teir at hjálpa okkum, um tað er neyðugt, sigur Eyðbjørn.