forsøgnirnar og veljarakanningarnar høvdu annars víst, at flokkurin fór at fáa rættiliga stóra framgongd, men tá uppteljingin byrjaði var kortini ikki líkt til, at framgongdin var eins stór og væntað. - Puha, hetta [...] álítandi keldu fyrr um kvøldið, at hann fór at verða valdur. Men fólksins dómur tyktist vera øðrvísi. Tungliga sigur hann farvæl við umboðini fyri tíðindatænastuna. Spell, at tað ikki riggaði hesaferð. Umboðini [...] móti bilinum við fartelefonini í hondini. Hann hevur okkurt átrokandi at siga við okkum: - Bíðið. Bíðið. Eg havi akkurát fingið at vita at eg varð valdur!, sigur hann ovur-ovurfegin á málinum. - Ja, nú kann
verður spennandi at síggja, hvussu ein útlendingur velur út. Arbeitt verður eisini við at fáa framsýningina aðrastaðni m.a. til Firenze. Tað er týdningarmikið, at føroysk list fær høvi at verða sýnd uttanfyri [...] Landsins í 6 mánaðir, og hann nýtti stuðulin til at fara úttanlands - út í stóru verð - at fáa sær hugskot og íblástur til sína list. Framsýningin er prógv um, at Ingi Joensen hevur fingið væl burturúr hesum [...] týdningarmikið at hava hjálpsom fólk á tí mentanarliga økinum at heita á, og tað vilja vit takka teimum fyri segði Helgi Fossadal og helt fram: -Listasavnið hevur avgjørt, so vítt gjørligt, at dokumentera
Bjarging í eygsjón At talan var um ein týdningarmiklan sigur hjá heimaliðnum er einki at taka seg aftur í. Páll F. Joensen, sum er hjálparvenjari hjá vágamonnum segði eftir dystin, at teir sum so hava verið [...] umførini av landskappingini. Hóast laku úrtøkuna, so hava viðhaldsfólkini alla tíðina vóna, at okkurt munagott úrslit fór at spyrjast burtur úr, og leygardagin bragdaði so endiliga. Sonni við í báðum Ikki tí, [...] verið sjón fyri søgn, at gøtumenninir ikki er eins væl fyri, sum teir hava verið undanfarin ár, og havandi komandi skránna hjá vágaliðnum í huga, so var tað kanska júst í hesum dysti, at útlitini fyri einum
einfalt, men tøknin skal vera so løtt at hava við at gera sum møguligt. Hetta fyri at fólkið skal kenna seg so frítt sum gjørligt, sigur hann. - Myndugleikarnir krevja, at vit hava ymisk ravmagnstól umborð [...] vera noyddan at tosa við onkran serkønan í streymi, tí síðst hann sigldi har, var streymurin so harður, at hann nærum ikki slapp norðum. Nú man fara at ganga betri, sigur hann. Hann gleðir seg at koma aftur [...] eini 30 ár í miðal, og tey sleppa ikki undan at gera okkurt til nyttu á ferðini. Øll gjalda ein bíligan penga fyri at sleppa við, men afturfyri verða tey noydd at gera mat, vaska og alt annað, sum vanliga
latið væl at; fleiri fóru til og stóðu altjóðaliga viðurkendar próvtøkur. Hóast íløgurnar gjørdust størri, enn roknað var við, hevur raksturin gingið so væl, at haðani hevur verið gjørligt at rinda hampiligan [...] tilfar og annað. - Tað er at siga, at raksturin ber seg, men íløgurnar tyngja framvegis í meira lagi. So statt fer smápartafelagið, sum eigur og rekur Depilin, á aðalfundi í næstum at hækka partapeningin, broyta [...] stendur í boði. - Strembað verður eftir at fáa áheitanir um at skipa fyri øðrum skeiðum, eitt nú vegna virki, fyritøkur, stovnar og felagsskapir. ? Sum dømi kann nevnast, at »Teinaringafelagið« heldur skeið á
kanningini. Allir 179 næmingarnir svaraðu, at teir høvdu hoyrt um, at jødatýning varð framd. 45 prosent av hesum næmingunum vistu eitt sindur meira um týningina enn bara at hava hoyrt um hana. 27 prosent vistu [...] heldur enn at tosa opið um hana. Tað er kanska orsøkin til, at vitanin um holocaust er so lítil í Týsklandi. Næmingarnir fingu hugskotið Tað vóru næmingarnir sjálvir, sum fingu hugskotið um at arbeiða við [...] sjónarmið hjá fólkið, sum ikki eru sannførd um, at jødatýning nakrantíð er framd. Tað var eitt sindur ørkymlandi at lesa, tí tað var ikki øllum greitt beinanvegin, at hetta vóru sjónarmið hjá teimum, sum avnokta
liðið vísti enn einaferð, at tað so avgjørt kann gera seg galdandi, eisini móti teimum meira etableraðu liðunum í føroyskum kvinnufótbólti. Tað var í øllum førum torført at síggja, at hetta var ein dystur millum [...] og eitt, sum einki stig hevði. Komandi sunnudag skal NSÍ inn á Skála at spæla, og har átti møguleikin at verið til staðar hjá teimum at koma á stigatalvuna, tí Skála hevur heldur einki stig fingið enn, og [...] síðani kravdi KÍ at sleppa at spæla ein dyst móti Sumba, sum tær upprunaliga vunnu uttan dyst, tí málúrtøkan kundi gerast avgerandi. Tað gjørdist hann ikki, tá avtornaði, men eingin sigur, at tað ikki kann
sum myndirnar havast at. Listin í tekningum hjá Óla er at avdúka, ikki at skava útyvir. Hann sigur nógv í fáum strokum.Og so kann onkur yppa øksl og seta knyklar í brýr og siga, at Óli P. er eitt sindur [...] ikki soleiðis, at Sosialurin verður lisin aftanífrá? Fólk fara fyrst á síðstu síðu og lesa Óla P. fyrst.. Eitt sindur av skemti er í hesum? at fara á síðstu síðu, men kanska er tað so, at tey síðstu skulu [...] erkvisna, sum nú ræður, ella hevur Óli rakt á seymin, at vísa á tað snerpna í okkum? ? Ella eru vit bangin fyri , at skemti í Ólasa tekningum kann bera brá av, at skemti fer í ta gomlu grøvina? Óli P. er eygleiðarin
hansara í Dimmalætting týsdagin. Hann grynnur eftir øllum at døma ikki longur og tí roynir hann at rættvísgera ætlanirnar hjá samgonguni við at tosa um nógvar av heimsins ymsu skipanum. Tað hevur hann sjálvandi [...] kunnu velja at geva okkum ella at taka aftur. Hetta hava vit jú fingið prógv fyri í verki«. So nógv vóru orðini. Tað er ein ótrúlig háðan ímóti teimum føroysku politikarunum, sum vóru við til at fáa heim [...] Danmarkar at tosa við donsku stjórnina og hon játtaði at gjalda sín ríkiliga part. Er tað ikki júst fólkapensjonistarnir, sum tit við tykkara politikki háða, so tað stendur eftir? Ert tú so bláoygdur at trúgva
byrjanartrupulleikar og vantandi royndir gjørdu, at ymiskt fyrireikingararbeiði ikki var, sum tað átti. Til dømis varð bólkurin boðin at luttaka. Seinni vísti seg, at sponsorar lupu frá sínum avtalum við festivalin [...] tónleiki, at verkætlanin er longd eitt ár. Eins og í fjør, so er ætlanin at luttaka á stóru messuni Midem í ár. Í fjør luttóku úr Føroyum Kristian Blak og Rakul Petersen. Ætlanin er annars ikki at satsa breitt [...] ringt er at sláa ígjøgnum. Men miðvíst arbeiði verður gjørt og samstarv um landamørk er kanska eitt lyklaorð. Ein kann í hvussu er fegnast um, at tað við "Rock from the cold seas" er eydnast at lata oyruni