So bragdaði hjá FS

1. deild: Í sjeyndu royndini eydnaðist hjá vágamonnum at fáa fulla úrtøku, og nú sær brádliga betur út í botnstríðnum, har GÍ heldur óvæntað eisini telist millum liðini

FS Vágar-GÍ 2-0 (1-0)


At lívið sjáldan er lætt hja einum uppflytara, hava vágamenn prógvað so væl og virðiliga higartil hetta kappingarárið.

Hóast teir í fleiri dystum hava spælt góðan fótbólt, og hóast tað fleiri ferðir hevur riðið um snarið, so hava teir hvørja ferð verið við skerdan lut fyrstu seks umførini av landskappingini.

Hóast laku úrtøkuna, so hava viðhaldsfólkini alla tíðina vóna, at okkurt munagott úrslit fór at spyrjast burtur úr, og leygardagin bragdaði so endiliga.


Sonni við í báðum

Ikki tí, á pappírinum var kanska talan um ein heimadyst av tí heldur torføra slagnum, nú GÍ kom á vitjan.

Hinvegin hevur tað fleiri ferðir í ár verið sjón fyri søgn, at gøtumenninir ikki er eins væl fyri, sum teir hava verið undanfarin ár, og havandi komandi skránna hjá vágaliðnum í huga, so var tað kanska júst í hesum dysti, at útlitini fyri einum sigri undan summarsteðginum vóru tey bestu.

Tað tóktist eisini greitt, at leikararnir í øllum førum ikki ætlaðu, at talan skuldi gerast um eina endurtøku av tapinum móti HB fyrr í vikuni.

Í mun til tann dystin, var nú nógv meira bit og vilji í avrikinum hjá heimaliðnum, men skilst, so var talan tó ikki um nakra greiða yvirvág til nakran partin.

Tað eydnaðist tó heimaliðnum at leggja seg á odda, tá Sonni Johansen varð feldur í brotsteiginum. Brotssparkið setti Birgir Joensen trygt í netið, og so var frøin á heimaáskoðarunum stór, sum vera man.

Seinna umfarið var ikki stórt øðrvísi enn fyrstu trý korterini.

Liðini bæði stríddust framvegis fyri málinum, sum kundi tryggja sigurin, ella bjarga javnleikinum, men tað vórðu aftur vágamenn, sum drógu longra stráið.

Tór-Ingar Akselsen, sum er ein av ungu vágamonnunum, sum veruliga hevur gjørt vart við seg, dróg ígjøgnum høgru megin, áðrenn hann sendi inn til Sonna Johansen, sum beindi bóltin í málið.


Bjarging í eygsjón

At talan var um ein týdningarmiklan sigur hjá heimaliðnum er einki at taka seg aftur í.

Páll F. Joensen, sum er hjálparvenjari hjá vágamonnum segði eftir dystin, at teir sum so hava verið nøgdir við spælið í flestu av undanfarnu dystunum, men hinvegin hava teir verið alt annað enn nøgdir við úrtøkuna.

- Tað er klárt, at tá stigini ikki vilja koma, so kann hetta geva órógvan millum leikararnar, men eg haldi tó ikki, at tað hevur verið so galið hjá okkum, segði hjálparvenjarin.

Hóast sigurin ikki kundi hjálpa vágamonnum longur upp á stigatalvuna, so er eyðsæð, at teir nú eru um at hóma bjargingina fyri framhaldandi tilveru í bestu deildini.

Gaman í er talan um nakrar sera torførar dystir, hetta til summarsteðgin, men heystarskráin tykist ikki vera eins ræðandi.

Í øllum førum er tá talan um dystir móti teimum liðum, sum á stigatavluni liggja næstir vágamonnum, og fæst stig burtur úr hesum, umframt onkrum av hinum dystunum, hava vágamenn helst lyft seg av niðasta sessinum, áðrenn september mánaði er runnin.


Er tíðin farin?

GÍ tykist hinvegin at hava alstórar trupulleikar løtuni.

Á stigatalvuni eru teir einans á einum sætta plássi, og í løtuni eru útlitini ikki av teimum bestu fyri at koma longur upp á hesi.

Fram til summarsteðgin hava teir heimadystir móti ávíkavist B68 og B36, og skulu heiðursmerki av nøkrum slag fáast í landskappingini, er neyðugt, at seks stig fáast burtur úr hesum dystum.

Skal hetta eydnast, er tó alneyðugt, at skurarnir finna spælið frá nítiárunum fram aftur. Tá var GÍ meira enn nakað annað liðið í føroyskum fótbólti, men sum støðan er í løtuni, hevur aldarskiftið eisini viðført eitt maktskifti í føroyska fótbóltsheiminum.


FS Vágar-GÍ 2-0 (1-0)

1-0: Birgir Joensen (br.) 21.

2-0: Sonni Johansen 53.



FS Vágar:

Remigius Mikoliunis, Emil Hentze, Zylvanius Sudis, Darius Magdisauskas, Rimvydas Bakus ? Tór-Ingar Akselsen, Hannus Olsen, Albert Ari Thomassen, Sonni Johansen ? Birgir Joensen, Kim Poulsen


GÍ:

Sunnvard Joensen ? Bartal Eliasen, Áslakur Petersen, Poul Ennigarð - Rúni Justinusen, Helgi L. Petersen, Magni Jarnskor, Súni Olsen, Leivur Hansen ? Henning Jarnskor, Óli Hansen.

Erling Olsen hevur verið væl dámdur millum flest allar politikarar á Christiansborg. Hann fekk eisini heitið ?Uglin? fyri sítt góða vit og skil.

Nú hann enn einaferð leggur leiðina aftur til Danmarkar úr Føroyum hevur hann eisini nógvan nýggjan førning við sær. Hesaferð ikki til at brúka í politiskum arbeiði, men at hava við sær til hús.

-Eg er heilt hugtikin av øllum tí eg upplivað hesar dagarnar. Ikki minst av tiltøkunum í Norðurlanda-húsinum, har hann eisini var við til framførsluna av Jesus og Makedonarin. -Hetta var ein framúr vøkur framførsla. Eg eri virkuliga ovfarin og havi fingið uppaftur størri alsk til Føroyar eftir hesa stóru upplivingina sigur Erling Olsen, sum heldur tað vera eindømi fyri eitt fólk, at tað skal hava fostrað so nógv mentanarfólk. -Eg haldi tað er ljósið og isolatiónin, sum geva íblástur til tey mongu listarfólkini.