Tung, men góð og eggjandi byrjan

Skeiðsdepilin á Langasandi hevur endað fyrsta starvsár sítt, støðan verður gjørd upp og lagt verður til brots aftur í september við áræði

Nýggi privati frálæru- og útbúgvingarstovnurin, sum fór undir ymisk vistarskeið seinasta heyst, hevur hilnast betri enn væntað, men tó ikki so væl, sum vónað varð eina tíð. Árið eydnaðist væl, og teir um sjeyti luttakararnir hava latið væl at; fleiri fóru til og stóðu altjóðaliga viðurkendar próvtøkur.

Hóast íløgurnar gjørdust størri, enn roknað var við, hevur raksturin gingið so væl, at haðani hevur verið gjørligt at rinda hampiligan part av íløgunum í ognina, innbúgv, amboð, tilfar og annað. - Tað er at siga, at raksturin ber seg, men íløgurnar tyngja framvegis í meira lagi.

So statt fer smápartafelagið, sum eigur og rekur Depilin, á aðalfundi í næstum at hækka partapeningin, broyta leiðsluna nakað og bjóða fyritøkum, virkjum, stovnum og einstaklingum at seta pening í Skeiðsdepilin, so orkan kann verða miðsavnað um sjálvt skeiðsvirksemið.


Skeiðsrøðir 2000/2001

Starvsárið 1999/2000 skipaði Skeiðsdepilin millum annað fyri trimum skeiðsrøðum í enskum, tveimum, sum Frímerkjadeildin hevði bílagt, tveimum serskeiðum, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevði biðið um og trimum serskeiðum fyri Atlantic Airways. Samanlagt vóru umleið 5 skeið um mánaðin, annaðhvørt vikuskifti (fríggjakvøld-sunnudag) ella miðvikur (týskvøld-hósdag), frá september 1999 til maj 2000.

Í komandi starvsári, 2000/2001, hava vit millum annað lýst við teimum skeiðum, sum hildin vórðu í 1999/2000, umframt fyribils nøkrum einstøkum yrkisskeiðum, til dømis »Prógv í enskum í altjóðaligum handilsskapi og fyrisiting« og »Yrkisskeið fyri lærarar í enskum«, eins og eitt nýtt byrjanarskeið í enskum stendur í boði. - Strembað verður eftir at fáa áheitanir um at skipa fyri øðrum skeiðum, eitt nú vegna virki, fyritøkur, stovnar og felagsskapir. ? Sum dømi kann nevnast, at »Teinaringafelagið« heldur skeið á Deplinum eina viku í september, har norskur reipssnillingur fer at stíla fyri, hvussu reip verða viðgjørd, viðfarin, umframt knútar, spleisingar og tílíkt.


Fjølbroytt tilboð

So møguleikarnir eru sera fjølbroyttir. Og teir skeiðsleiðarar, ið knýttir eru at Deplinum, hava yvirhøvur hægri universitetsútbúgving og drúgvar royndir í at stíla fyri og halda skeið; samband er eisini við serkøn fólk á flestøllum økjum.

Skeiðini, ið lýst eru og verða, fevna um: Enskt byrjanarstig, 6 vikuskifti; Enskt lágstig (KET), 6 vikuskifti; Enskt framhaldsskeið (PET), 6 vikuskifti; Føroysk fyri øll , 6 vikuskifti; Faroese for non-Nordic Speakers, 6 vikuskifti; Enskt hástig (FCE), 6 miðvikur, Ensk í Altjóða Samskifti, Handli og Umsiting, yrkisskeið (CEIBT), 8 miðvikur; Altjóðaligt læraraskeið í enskum, yrkisskeið (CEELT), 6 miðvikur og Enskt í Ferðavinnuni (CTE), yrkisskeið, 6 miðvikur. - Onnur skeið og tiltøk eru eisini í umbúnaði komandi vetrarhálvuna, 2000/2001, og tey verpa lýst so hvørt.

Øll skeið á Deplinum eru almenn vistarskeið, t.v.s. at fólk fáa frálæru, innivist og allar máltíðir teir 2-3 dagarnar, hvørt skeiðið varir. Kostnaðirnir eru nakað lægri enn aðrastaðni, millum 10.000 og 15.000 fyri heila røð, t.e. um 120 tímar, ella millum 2.000 og 2.500 fyri stakskeið. Fyritøkur, stovnar og bólkar fáa avsláttur. Og Depilin verður í serstøkum førum leigaður til skeið, sum onnur skipa fyri.

Nágreiniligari tilfar um Depilin og ymisku skeiðini, savnað í mappu, fæst við at venda sær til: Skeiðsdepilin á Langasandi, 438 Langasandur; telefon 422574, fax 422521.e;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.

Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.


GÍ var betri

Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.

Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.

Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.

»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.


Finala um løgmanssteypið

HB-GÍ 0-1 (0-1)

0-1: Óli Hansen


Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ


Dómari: Suni Johansen


HB:

Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum


GÍ:

Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm