og at ein altjóða flogvøllur mátti vera tað málið, sum verður raðfest fremst av øllum. Men nú er valið og nú hoyrdist heldur ikki eitt kis aftur um altjóða flogvøll. Alt ov lítið at byggja á Frímund Hansen [...] Føroyum, so honum dámar onki, at flogvallarprátið nú er fánað burtur aftur. Hann sigur, at sum flutningsmøguleikarnir ímillum Føroyar og umheimin eru nú, hava vit ov lítið at byggja á. - Tað er heilt greitt [...] - Skulu vit hugsa um at menna okkara útflutning, er tað ein avgerðandi forteyt, at vit fáa ein ordiligan altjóða flogvøll í Føroyum, Tað heldur Frímund Hansen, stjóri í Vestlax og Vestsalmon, sum er størsti
Balslev verður endurnýggjað fyri síðani at verða flutt oman aftur á Vaglið. Tað er felagið Gist&Vist, sum nú eigur Kioskina hjá Astu – ella Kioskia hjá G, sum tey gomlu havnarfólkini kallaðu hana. Kioskin er [...] fyrstan tíð. Kioskin er við árunum víðkað og hevur í dag fingið eitt skap, ið øll kenna aftur og sum fólk eru góð við. Tá tú kemur til diskin, sært tú stjørnuloftið hjá Tórgarð, ið skal varðveitast. Útbyggingin [...] nevnt verður kioskin flutt niðan í høli á Sandvíkarhjalla, har umvælingararbeiðið verður gjørt. Eitt nú skal gólvið skiftast og takið gerast av nýggjum. Enn vita teir ikki, hvussu stórviðurin hevur tað og
høvuðskritikkur frá Sambandsflokkinum, tó at grundleggjandi virðið er, at allir samfelagsbólkar eiga og skulu hava grundleggjandi rættindi. Fýra tingfólk løgdu uppskotið fram, hóast eitt slíkt mál sjálvandi eigur [...] almenna orðaskiftinum. Samgongan ræðist ábyrgd Framvegis eru ógreiður í málinum, eftir at tað er samtykt. Nú skal løgfrøðiliga rótibutikkin í Tinganes, síðani til Danmarkar at venda hjá stjórn og Fólkatingi, [...] halda, at málið er avgreitt, veit eingin, hvat ið kann henda málinum á løgfrøðiliga vegnum, ið tað nú er sent út á. Eru løgfrøðiligir snávingarsteinar? Vit vita tað ikki, tí heimaarbeiðið er ikki gjørt
Javnaðarflokkin hagar, ið javnaðarfólk flest munnu kenna seg heima: í Ríkisfelagsskapinum. Tíbetur valdi Aksel rætt. Á landsfundinum lat hann alheimin vita, at nú skuldi Javnaðarflokkurin aftur verða [...] eintýðugt svar havi eg ikki. Møguliga er hetta eitt bland av báðum, tí um Javnaðarflokkurin skal vaksa, skulu samríkisatkvøður til. Og um fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum skal afturveljast, er brúk fyri [...] hevur harðliga brúk fyri stabiliteti og tryggleika. Sum kunnugt fáast hesi bæði í Ríkisfelagsskapinum. Nú er brúk er fyri erligum og greiðum útmeldingum á sambands- og samríkisvonginum í Føroyum.
pa, sparingar, rationaliseringar, effektivseringar, og mong onnur hugtøk vera blaka aftur og fram. Nú tá Kringvarpið er komið í kreppu, tykist annað rák at vinna frama. Privatisering, ella einskjiljing [...] in. Tað er alt ein spuringur um, hvat ein hevur við at gera. Er tað vøruframleiðsla ella tænastur? Nú hevur landið ikki nakra serliga vøruframleiðslu, men landið veitir eitt ótal av tænastum. Og eru flestar [...] Lindenskov hevur fleiri ferðir róð uppundir at fáa blaðstuðulin aftur. Fyri at hjálpa miðlaheiminum. Skulu vit lurta eftir hesum røddum? Tá Norðlýsið sigur at “Kringvarpi – ein hóttan móti føroyska miðlaheiminum”
Javnaðarflokkinum. Nú flokkurin var í Klaksvík, so varð dagurin eisini nýttur at vitja á fyritøkum og stovnum í Klaksvík. Fólkatingssessurin skal ikki nýtast til loysingarstríð – Vit hava nú sitið í átta ár [...] vera at gera seg inn á fólkaræðið í Føroyum. – Vit hava eitt Løgting, sum tekur avgerðir vegna Føroya fólk, og um vit hava ein meiriluta í Føroyum, sum til dømis ynskir at støðan skal vera sum hon er, so eiga [...] avbjóðingar, ið eiga at vera loystir á fólkatingi. Tað eru har forðingarnar liggja. Og sjálvandi skulu vit hava fokus á tey mál, ið koma fram á fólkatingi, ið kunnu hava ávirkan á føroysk viðurskifti,
hendan dystin sum skemt. Vit taka Føroyar í álvara. Vit spældu væl í Føroyum á einum øðrvísi undirlagi. Nú eru vit á heimavølli og eg vóni at spælararnir, ið vera á vøllinum í morgin fara at gera alt fyri at [...] vóni, at tí tað er ein heiðursdystur fyri Quini at leikvølluriin verður fullsettur, og at koma fleiri fólk. - Tað er týdningarmikið at geva øllum spælarunum spælitíð. Vit eru 23 spælarar, men tað eru spælarar [...] hendan dystin. Hesir dystirnir kunnu eisini verða vandamiklir, júst tí tú heldur at tú ert betri. Tað skulu vit ansa eftir. - Eg haldi ikki vit mistu tamarhaldið móti endanum móti Rumenia, men eg haldi ikki
Danmark og Holland. Eins og nógvir aðrir danir er Lars Løkke Rasmussen bitin av økjandi EM-feprinum, nú kvinnurnar hava vunnið so nógv í Hollandi. – Eg havi fylgt við frá byrjan, men eg havi ikki sæð allar [...] Um tær ikki vinna, so er tað eisini stórt. – Tær hava kykt ein neista her heima. Yvir ein millión fólk hava hugt eftir teimum í sjónvarpi, og tær hava skapt íblástur. Líka mikið hvussu tað gongur, so hava [...] lært av tapinum. – Vit høvdu nógvar møguleikar í tí dystinum, og eg haldi, at tær hava lært. Hví skulu vit ikki kunna vinna tær? – Tað er okkurt við okkara tjóðareyðkenni – vit koma altíð aftur, sigur
Bygging Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Klaksvíkar Kommuna hevur nú endaliga tikið avgerð um at fara undir at byggja nýtt røktarheim í Klaksvík. Byggingin fevnir í fyrsta umfari um 24 eldrabúpláss. Løgtingið [...] tíðarskeiðnum 2009 til 2011 at veita kommunum studningslán, sum er rentu- og avdráttarfrítt, til eitt nú ellis- og røktarheim upp til 700.000 krónur fyri hvørt búfólk. Í skrivi tann 28. mai boðaði Almann [...] gott stig á leiðini. - Í dag er tann akutti tørvurin 32 røktarheimspláss, og tað standa fleiri enn 80 fólk á bíðilista til røktarheim. Henda verkætlan er so eitt gott stig á leiðini, og eg trúgvi sjálv, at
ungar menn á liðnum. Tað ber boð um, at teir har vesturi eru farnir at hugsa um at seta fólk við, sum teir ætla skulu vera stuðlar á liðnum, tá ið teir næsta ár ætla at spæla seg upp aftur í bestu deildina [...] heimavølli í ár. B68 vann 3-0, og hetta var áttanda ferðin, at toftamenn vunnu fulla úrtøku á heimavølli. Nú valdast tað um, hvussu tað fer at hilnast leygardagin, tá ið B68 fer at vitja B36. Í løtuni eru toftamenn [...] hjá B68 á heimavølli, so er tað á heimavølli, at toftamenn hava mist tey fimm ella seks stigini, sum nú høvdu verið hent fyri at røkka silvurkrónunum ella uppaftur fínari krónum. B68 hevur tapt eina ferð