Spanska landsliðið hevur havt tíðindafund. Her er nakað av tí, sum bleiv sagt. Tað var ikki stórt fokus á føroyska liðnum, men heldur á málmansstríðnum hjá Spania, og ikki minst Sergio Ramos. Umframt hvussu spanski venjarin æltar at brúka allar sínar stjørnur.
Flestu orðini um Føroyar átti miðvallarin hjá FC Barcelona, Sergio Busquets, sum var við í Føroyum, tá Spania vann 4-1. Hann sat tó á bonkinum.
- Vit sóu ikki so nógv av Føroyum. Tað er eitt lítið land við flottari natúru. Vit taka ikki hendan dystin sum skemt. Vit taka Føroyar í álvara. Vit spældu væl í Føroyum á einum øðrvísi undirlagi. Nú eru vit á heimavølli og eg vóni at spælararnir, ið vera á vøllinum í morgin fara at gera alt fyri at vinna, so vit kunnu halda fram á leiðini at fáa 30 stig, sigur Sergio Busquest.
Robert Moreno er spanskur landsliðsvenjari. Hann var hjálparvenjari undir Luis Enrique, sum hevur lagt frá sær vegna deyðsfall í familjuni. Hann er á tíðindafundinum saman við Sergio Busquets.
Sermerkt við tíðindafudinum var, at Robert Moreno ikki nevndi Føroyar við einum orði. Hann var bæði fittur og fryntligur á túrinum í Føroyum, men hesa ferð vóru umstøðurnar og hugurin ikki stórur at tosa um mótstøðuna.
Til seinast á tíðindafundinum fekk hann sagt, at Spania skal hava virðing fyri Føroyum, men tað var í mun til at teir ætlaðu at vinna stórt.
Beinleiðis frá tíðindafundinum:
Robert Moreno: Eg eri nøgdur við avrikið móti Rumenia. Serliga í seinna hálvleiki føldist tað sum at Rumenia legði trýst á við áskoðarum, men tá vit hava hugt umaftur, so var tað ikki so galið. Avbjóðingin er, at Rumenia fær ein stóran møguleika í yvirtíðini og tað hevði verið ringt at koma aftur. Eg eri nøgdur við liðið og hvussu tað gongur í løtuni. Eg eri nøgdur við liðið í løtuni.
- Tað verða broytingar á liðnum til dystin móti Føroyum. Eg má síggja nógvar spælarar og undir ymiskum umstøðum. Men vit mugu eisini hava virðing fyri mótstøðuni og ikki bara royna at skora. Tað kann ganga ímóti okkum í longdini.
- Eg vóni, at tí tað er ein heiðursdystur fyri Quini at leikvølluriin verður fullsettur, og at koma fleiri fólk.
- Tað er týdningarmikið at geva øllum spælarunum spælitíð. Vit eru 23 spælarar, men tað eru spælarar, sum eru vanir við at spæla allatíð. Tá vit siga at allir eru týdningarmiklir, so mugu vit eisini vísa tað við at lata teir spæla.
- Eg vil ikki siga, at vit hava ein fastan málverja. Vit hava tríggjar góðar málverjar.
- Vit mugu verða erligir. Vit mugu hava virðing fyri føroyska liðnum. Vit hugsa ikki um at skora seks mál. Vit fara at royan at gera okkara besta.
Sergio Busquets: - Vit ynskja sjálvandi eisini at vinna hendan dystin. Hesir dystirnir kunnu eisini verða vandamiklir, júst tí tú heldur at tú ert betri. Tað skulu vit ansa eftir.
- Eg haldi ikki vit mistu tamarhaldið móti endanum móti Rumenia, men eg haldi ikki tað er so. Vit høvdu tamarhalda, men málið hjá Rumenia kanska órógvar.
- Vit hava tríggjar málverjar, sum klára seg væl og sum verða úttiknir til landsliðið javnan. Tað er sunt við kapping.
- Eg spæli eitt ár á gangin. Alt hongur saman. Hvussu tað gongur á vøllinum, um venjarin hevur álit á mær og hvussu eg havi tað.
- Vit sóu ikki so nógv av Føroyum. Tað er eitt lítið land við flottari natúru. Vit taka ikki hendan dystin sum skemt. Vit taka Føroyar í álvara. Vit spældu væl í Føroyum á einum øðrvísi undirlagi. Nú eru vit á heimavølli og eg vóni at spælararnir, ið vera á vøllinum í morgin fara at gera alt fyri at vinna, so vit kunnu halda fram á leiðini at fáa 30 stig