Óetiska privatiseringin

Teitur Vágadal, sjúkrarøktarfrøðislesandi
----

Fíggjarkreppa, sparingar, rationaliseringar, effektivseringar, og mong onnur hugtøk vera blaka aftur og fram. Nú tá Kringvarpið er komið í kreppu, tykist annað rák at vinna frama. Privatisering, ella einskjiljing, sum tað eitur á føroyskum.

Hví privatisering?
Hesin spurningurin hevur tíanverri aldrin fingið nakra serliga viðgerð. Og er hetta at undrast stórliga á. Eisini kann ein serliga undrast, hvørji eru stórstu forsprákarar fyri einskiljing. Oftani eru tað serliga vinnulívsrøddir á Løgtingi, sum eru heitastu forsprákar fyri einskiljing. Og grundgevingin, er so gott sum altíð, at privata initiativi fer at skapa effektivisering og tískil betur rakstur. Ljóðar alt gott, men er tað rætt?

Hvat skal privatiserast?
Tað er so spurningurin. Tað er alt ein spuringur um, hvat ein hevur við at gera. Er tað vøruframleiðsla ella tænastur? Nú hevur landið ikki nakra serliga vøruframleiðslu, men landið veitir eitt ótal av tænastum. Og eru flestar, sosialar tænastur. Vælferðartænastur, sum eru til frama fyri fólkið. Vit kunnu nokk kanska skjótt semjast um at t.d. sjúkrahús skal ikki privatiserast.

Men áðrenn spurningurin um, hvat skal privatiserast, má ein hava spurningin um privat kontra alment fram. Spurningurin um tað, at alment ikki hugsar um yvirskot, men tað ger tað privata. Sum er drívmegin fyri tað privata initiativið.

Skattapeningurin privatiserast?
Og tann etiska tvístøðan, sum uppstendur við privatisering, er at skattapeningur skal gjalda fyri tænastur frá tí privata. Er tað t.d. í ordan at brúka kr 400.000 uppá ein sakførara ella skal tað almenna bara heldur anseta ein jurist til at arbeiða í tí almenna? Sum dømi kann nevnast ógegni hjá Jákup Mikkelsen. Fyri at prógva sítt ógegni fekk landið eina rokning á kr 30.000 frá sakførara fyri hetta, opinbart óbrúkiliga prógv. Tað privata fekk vinning av tí almenna.

At privatisera almennar tænastur, skapar so ein etiska tvístøðu. Hvussu kann ein verja, at skattgjaldarans peningurin skal brúkast til at fíggja eitt yvirskot hjá privatum? Tað er ikki effektivisering av skattapeninginum.
Tað almenna hevur ikki tørv á yvirskot, tað vil tað privata hava.
Tað almenna brúkar allan peningin uppá borgaran.
Tað fer tað privata aldrin at gera.
Tað privata hugsar bert um yvirskot í síðsta enda

Kringvarpið og óheftni?
Feskast dømi er, sum sagt Kringvarpið. Á flestu sosialum miðlum sær ein, at privatisering er á skrá. “Avtak Kringvarpið og privatisera tað”. Uppskotini eru mong.
Sosialurin og Norðlýsið er tveir partar, sum eisini finnast at almenna Kringvarpinum. Eirikur Lindenskov hevur fleiri ferðir róð uppundir at fáa blaðstuðulin aftur. Fyri at hjálpa miðlaheiminum. Skulu vit lurta eftir hesum røddum? Tá Norðlýsið sigur at “Kringvarpi – ein hóttan móti føroyska miðlaheiminum”, er tað eftirfarandi? Lætt er hjá teimum privatu at finnast at, tí at tey verja seg aftan fyri journalistikk, ella aðrar vinnur fyri tað sama. Men har eru ikki somu krøv til privat, sum til almenn. Kringvarpið hevur ein public service sáttmála, sum skal fylgjast. Tað hava privatu miðlanir ikki. Kringvarpið skal veita eina almenna tænastu, sum í síðsta enda ikki er lønandi. Og halda fólk veruligani at privat, tíma at reka eina ólønandi tænastu?

Dupultmoralurin hjá møguligum privatum almennum snýltaraum
Tað, sum teir privatu faktiskt eru í ferð við at gera, er at yvirtaka eina tænastu, sum fer at geva teimum eitt feitt yvirskot. Og har kvaliteturin nokk verður taparin, fyri ikki at gloyma tey, sum fíggja tað, skattgjaldarin. Paradis Hotel, og onnur programmir, hjá tí privata kunnu nokk nevnast, sum dømi um privatan kvalitet.
Um tey privatu vóru trúgv móti kapitalistiskum prinsippum, so kláraðu tey tað sjálvi, uttan hjálp frá tí almenna.
Tí má t.d. Kringvarpið ikki einskiljast.
Tað er ikki effektivisering, tað er at geva einum privatum yvirskot, goldnum av skattgjaldaraum. Og tá verður ikki allur peningurin nýttur á bestan fullgóðan hátt.
Tað almenna hugsar um borgaran, skattgjaldaran, ikki yvirskot.
Hetta er munurin á tí almenna og tí privata, og tí skal ein ikki privatisera almennar tænastur.