Bygging
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Klaksvíkar Kommuna hevur nú endaliga tikið avgerð um at fara undir at byggja nýtt røktarheim í Klaksvík.
Byggingin fevnir í fyrsta umfari um 24 eldrabúpláss.
Løgtingið samtykti 11. mai løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli, har løgtingið heimilar Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, í tíðarskeiðnum 2009 til 2011 at veita kommunum studningslán, sum er rentu- og avdráttarfrítt, til eitt nú ellis- og røktarheim upp til 700.000 krónur fyri hvørt búfólk.
Í skrivi tann 28. mai boðaði Almannamálaráðið kommununum millum annað frá, at umsóknirnar verða viðgjørdar við grundarlagi í tørvinum á eldrabúplássum í upptøkuøkinum.
Harvið var greitt, at Norðoyggjar og Klaksvíkar Kommuna lógu frammarlaga til at fáa lut í nevnda studningsláni, og býráðspolitikarar vóru eisini longu byrjaðir at umrøða henda møguleika ítøkiliga.
Í apríl høvdu tveir av býráðspolitikarunum latið inn uppskot um bygging av ellis- og røktarheimi í Klaksvík, undirritað av Elsebeth G. Hansen, forkvinnu í Sosialu Nevnd, og Atla S. Justinussen, næstformanni í Sosialu Nevnd.
Á býráðsfundi 23. juni 2009 samtykti býráðið, eftir tilmæli frá nevndum, at taka undir við bygging av ellis- og røktarheimi.
Síðan hevur verið arbeitt miðvíst við verkætlanini, bæði innihaldsliga, tekniskt og ikki minst fíggjarliga, har dúgligt samskifti hevur verið við Fíggjarmálaráðið um tillaging av fíggjarligu fortreytunum, soleiðis at henda bygging kann fremjast í verki.
Mánakvøldið samtykti býráðið einmælt at fara undir bygging av røktarheimi í Klaksvík, sum í fyrsta umfari fevnir um 24 eldrabúpláss.
Eitt gott stig á leiðini
Forkvinnan í sosialu nevnd hjá Klaksvíkar býráð, Elsebeth G. Hansen, hevur sagt við heimasíðuna hjá Klaksvíkar Kommunu, at tað er nátúrligt at Klaksvíkar Kommuna tekur ábyrgd av sínum eldru, og at hetta er eitt gott stig á leiðini.
- Í dag er tann akutti tørvurin 32 røktarheimspláss, og tað standa fleiri enn 80 fólk á bíðilista til røktarheim. Henda verkætlan er so eitt gott stig á leiðini, og eg trúgvi sjálv, at tá ið gongd er komin á, verður lættari at fara undir 2. byggistig, sigur Elsebeth G. Hansen.
Skapar arbeiði til tómar hendur
Hon leggur eisini dent á, at hetta er eitt arbeiðsskapandi tiltak. Nakað, ið stórur tørvur hevur verið á í Klaksvík, har arbeiðsloysið javnt hevur ligið um sjey til átta prosent seinastu nógvu mánaðirnar.
- Vit skulu heldur ikki gloyma, at sjálv byggingin av røktarheiminum gevur arbeiði til nógvar hendur í byggivinnuni í byggitíðini, samstundis sum vit við hesum nýggja stovni fáa 35-40 nýggj, almenn arbeiðspláss, sum eru stabil. Hetta er júst tað, sum vit leingi hava eftirlýst og longst eftir her í kommununi.
- Tað, eg veit um, er hetta fyrstu ferð í umleið 10 ár, at vit fara undir at skapa almenn arbeiðspláss her í kommununi við hesari verkætlan, ið fer at nøkta ein stóran part av akutta tørvinum á eldraøkinum her í lokalsamfelagnum, samstundis sum sjálv byggingin skapir virksemi í byggivinnuni.
- Sostatt ganga fleiri góð og týðandi endamál hond í hond í hesum máli, og tað hevur verið ein fantastisk styrki fyri verkætlanina, at alt býráðið hevur staðið so sterkt saman um hana, sigur Elsebeth G. Hansen, forkvinna í Sosialu Nevnd.
Arbeiðið byrjar í summar
Borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu, Gunvá við Keldu, metir tó, at sjálva byggiarbeiðið ikki fer at byrja fyrr enn í summar.
Hon segði við Kringvarpið í gjár, at sjálva fyrireikingararbeiði kemur at taka einar nýggju mánaðir. Hon væntar, at tá komið verður út móti summarferiuni í 2010, so kann arbeiðið byrja.
Røktarheimið skal byggjast við Lítlukaj, og skal eitt stórt grundøki tí planerast har. Tað arbeiðið kann væntandi fara í gongd fyrst í komandi ári.
Arbeiðið er mett at kosta umleið 47 milliónir krónur.










