Lars Løkke Rasmussen, sum hevur sitið í Havn og fylgt dystum á fartelefonini, hevur EM-fepur og heldur, at ein finalusigur í dag hóskar væl saman við sigrunum hjá monnum í 1992
Lars Løkke Rasmussen er til finaluna í kvinnufótbólti í Hollandi millum Danmark og Holland.
Eins og nógvir aðrir danir er Lars Løkke Rasmussen bitin av økjandi EM-feprinum, nú kvinnurnar hava vunnið so nógv í Hollandi.
– Eg havi fylgt við frá byrjan, men eg havi ikki sæð allar dystirnar, tí eg havi verið í Føroyum.
– So tað hevur verið eitt sindur trupult. Men eg havi sæð tað í míni fartelefon, sigur Lars Løkke.
Tá Danmark vann á Týsklandi 2-1, larmaði illa í húsunum, sum Løkke búði í í Havn. Danmark var aftanfyri í hálvleikinum, men skapti eina sensatión í øðrum hálvleiki.
– Tað vóru ikki so nógv í Føroyum, sum høvdu hoyrt um EM í kvinnufótbólti, áðrenn dystin ímóti Týsklandi. Men so vistu øll tað, sigur hann.
– Tað eksploderaði eftir tann sigurin, og eg merkti tað eisini rundan um meg.
– Eg stroymdi dystin á míni fartelefon í teimum lítlu húsini í Havn – (hjá Vága-Heina, red.), har er eg sat og rópti eitt sindur. Onkur hevur helst hugsað, hvørjum situr hasin býttlingurin og rópar eftir, sigur Løkke.
Tað eru 25 ár síðani, at donsku menninir vunnu EM í Svøríki. Ta ferðina kom Danmark við upp á avboð vegna borgarakríggið í gamla Joguslavia og tók alt Evropa á bóli.
– Tað hevði verið stórt, um vit kundu gjørt tað aftur í dag 25 ár eftir 1992.
– Tá eg hugsi um tað hevði ein sigur hjá kvinnunum verið væluppiborin, tí kvinnurnar eru jú ikki komnar við upp á avboð. Tær hava spælt seg til endaspælið.
Spurdur um ein sigur hjá kvinnunum hevði verið eins stórur, sum tann hjá monnunum í 1992 svarar forsætisráðharrin:
– Ja. Um tær vinna er tað stórt. Um tær ikki vinna, so er tað eisini stórt.
– Tær hava kykt ein neista her heima. Yvir ein millión fólk hava hugt eftir teimum í sjónvarpi, og tær hava skapt íblástur. Líka mikið hvussu tað gongur, so hava tær sigrað, heldur forsætisráðharrin.
Tá tað hósdagin var greitt, at Danmark skuldi møta hollandsku EM-vertunum í finaluni, skrivaði hann til hollendska starvsbróðrinum, Mark Rutte.
Tað hevur ført til, at Løkke og Rutte fara at hyggja eftir dystinum saman á einum útseldum stadion við eini 30.000 áskoðarum í Enschede.
– Vit fóru at skriva saman, tá tað var greitt, at vit skuldu møtast í finlauni. Hann heldur jú, at Hollandi vinnur, og eg skrivaði til hansara; keep on dreaming.
– So vóru vit samdir um, at vit skuldu síggja dystin saman, sigur Løkke.
– Holland hevur jú stuðul frá einum heilum stadion, men fleiri enn 2.000 danir í reyðum og hvítum fara uttan iva eisini at geva ljóð frá sær.
– Eg gleði meg nógv. Eg haldi, at tað er hugtakandi. Tað er spæligleði, eitt samanhald og ein neisti í hesum gentunum, so tú verður bara glaður, sigur forsætisráðharrin.
Fyri gott tveimum vikum síðani vunnu hollendsku genturnar 1-0 á Danmark í bólkaspælinum, men Lars Løkke heldur, at donsku genturnar hava lært av tapinum.
– Vit høvdu nógvar møguleikar í tí dystinum, og eg haldi, at tær hava lært. Hví skulu vit ikki kunna vinna tær?
– Tað er okkurt við okkara tjóðareyðkenni – vit koma altíð aftur, sigur Løkke.
– Fert tú at hyggja meira eftir kvinnufótbólti eftir finaluna?
– Tað vóni eg. Avgjørt. Men nú taka vit líka ein dyst í senn. Eg havi ein góðan varhuga, og eg trúgvi uppá, at vit kunnu gera tað, sigur forsætisráðharrin.
Dysturin í Enschede byrjar klokkan 16 okkara tíð.
/ritzau/