útvísast! Nú sigi eg ikki, at fólk við evnum, sum skara framúr, skulu viðgerast øðrvísi enn onnur. Men dømini vísa, at landsstýrismaðurin dugir ikki at síggja tað góða og mennandi í at hava góð sambond við onnur [...] landsstýrið, føroyingar eru av slíkum slag, at tað helst ikki má blandast við onnur. "Her býr eitt merkja fólkaslag" syngja sumbingar. Men eitt eigur landsstýrið at vita, at tað føroyska fólkaslagið verður ikki [...] fyri at ein kann verða sitandi sum landsstýrismaður. Men dømi um ein, sum tol ikki var til, var Jóhan Dahl úr Sambandsflokkinum. Hann varð koyrdur úr landsstýrisembætinum við tí grundgev-ing, at hann ikki
varð tosað um at broyta sjálvt navnið IOGT í ásannanini av, at nútíðin mangan hevur ilt við at sameina seg við heiti, sum hava verið brúkt í øldir. Í hesum viðfangi var ikki meiriluti fyri at gera nakra broyting [...] hevur stóran týdning at hitta fólk úr ymiskum samfeløgum, at hoyra um teirra virkishættir og møguleikar og úrslit , tá tað snýr seg um at fremja avhald. Søgan Tað var longu í 1878, at føroyingar tóku seg [...] var silkjuprent. Hetta arbeiðið var gjørt av limunum. Eitt var at fáa tað neyva tilfarið, at blaðið kundi koma út regluliga. Men eisini tað at framleiða tað lidna eintakið var ein partur av felagsarbeiðinum
til Vágs eftir at hava verði í svárum fíggjarligum trupulleikum (Skipasmiðju/Garðarnar - fallitið), var noyddur at fara til Bretlands fyri at fóta sær aftur, men hevði áræði og mót til at byrja av nýggjum [...] av hesum hevaðum upphæddum, tí tað er ikki loyvt at heva pening úr partafelag til egið brúk, uttan at gjalda skatt eins og tað heldur ikki er loyvt at geva partaeigaralán uttan renturokning. Sum skilst [...] nevndu millumrokningina hjá P/F C.C. Johansen, til at gjalda yvirforbrúkið hjá Inger K. Jensen og dóttrini, altso tær 300.000, sum eru hevaðar kontant, uttan at skattur er goldin av teimum kann ein ganga út
fantastiskt mót, sum helt tær uppi og styrkti teg, so at tú megnaði at berjast so leingi ímóti sjúkuni. Tá tú fekst at vita tína lagnustøðu í februar 2003; at tú ikki kundi gerast frískur, men bert ein royn [...] har ódnir hava um teg leikað. Men nú er alt tað komið at enda og tú hevur fingið frið. Vit gleðast saman við tær, at tú nú ein Guðseingil er, og at tú nú ert komin heim, heim til øll okkara kæru, sum vit [...] men tað fyrsta, sum rann tær í hug, tá tær tørvaði hjálp var, at tað var so strævið hjá beiggja, mær og sjúkrasystunum, at skulu noyðast at stríðast fyri teg. Hesin lítillátin maðurin, sum tørvaði hjálp
so tað tekur eitt sindur av tíð at spæla liðið saman. Vit hava tó spælt tveir vinardystir, og í tí fyrra skuldu vit so inn til Runavíkar at spæla ímóti NSÍ. Eg haldi, at spælið hjá okkum var ikki so heilt [...] roynt at verið toppskjútti í fleiri umførum. Hann hevur tó bert umboðað eitt felag her á landi, nevniliga barndómsfelagið úr Runavík, NSÍ. Eftir lokið kappingarár í fjør valdi Cristian Høgni tó at royna [...] sigur sær dáma stak væl í nýggja felagnum. - Ja, eg má siga, at mær hevur dámt heilt væl. Leikararnir hava tikið væl ímóti, og eg haldi, at eg hóski væl til liðið og leikararnar her. Nú er liðið væl út
alt fyrireikingararbeiðið at kalla liðugt. Grundarlagið í hugskotinum siga teir vera, at hetta skal vera eitt spæl fyri øll. Talan er ikki um mállæruspurningar á tann hátt, at spurt verður hvar ð?ini skulu [...] mál og orð, sum uttan iva fara at verða settir áðrenn, undir og aftan á jóladøgurðan í ár. Hesa seinastu tíðina hava Mikkjal Helmsdal og Hannis Egholm nevnliga arbeitt við at tilevna eitt nýtt føroyskt s [...] skulu svara spurningum av alskyns slag, soleiðis at teir kunnu vinna fram á mál. Kánus, sum nýggja spælið eitur, er ikki ólíkt í so máta. Men heldur enn at snúgva seg um landalæru, ítrótt og aðra vitan,
projekt" Áðrenn tú kom up í leikin hildu tey flestu, at endamálið við vinnuligum virksemi var at skapa arbeiðspláss, men tú vísti á, at endamálið veruliga er at skapa avlop til íleggjararnar. Við hesi nýggju [...] enn. Men tú hevur tað óivað so, at tú heldur vilt hava fólk at spyrja um "hví man hann fara", heldur enn at tey spyrja "er hann ikki farin enn?" Men síðani tíðindini um at tú fer frá vórðu almannakunngjørd [...] hugnaligt saman. Allir føroyingar vita, at tú hevur ein velduga góðan humor. Tú hevur altíð hildið fyri: "Det skal være sjovt at være bankmand." Og tað er stuttligt at vera saman við tær. Ein typisk viðmerking
postrutu. Mest týsdag At ganga soleiðis við posti krevur sína tíð, og tíðin, ta tekur at bera allan postin út, er eisini ójøvn. - Tað er minni at gera mánadagar nú - nei, tað vil siga, at soleiðis var tað fyrr [...] framman. Klokkan er farin at nærkast 10 og Lis er klár at fara víðari til næstu húsini í bygdini. Tað er ferð á henni og henni dámar arbeiðið sítt væl. Fólk eru altíð blíð at koma til - eisini tá tey fáa [...] arbeiðið hjá Lis er at hon í verleikanum er fastur avloysari hjá hinum postboðunum á Posthúsinum á Oyri. Tað hevur so aftur havt við sær, at hon mangan hevur skulað brúkt nógva tíð at seta seg inn í tær
mannagongdina. Stutt eftir fór hann at ganga í Havnar Telvingarfelag, og síðani tá hevur hann ment seg skjótt og gjørt nógv við telvingina. ? Eg sleppi ikki undan at siga, at eg eri púra bitin av talvinum. [...] gekk við posti, áðrenn eg gjørdi av eitt skifti at nýta alla tíðina til telving. Postfelagið hevur stuðlað mær nakað. At hava góð sambond ber við sær, at tað ikki altíð kostar so ógvuliga nógv. Í Dubai [...] Dubai skulu vit rinda 35 dollarar um dagin fyri at búgva á góðum gistingarhúsi, og ferðin er ikki so dýr. Men tú gerst avgjørt ikki ríkur av at telva, sigur Martin Poulsen og so leggur hann afturat: ? Teir
sambært Rúnu, at Føroyar als ikki ganga ES og OECD krøvunum á møti. - Hóast vit hava gjørt eitt greitt uppskot at samskipa og menna føroyskan granskingarpolitikk, hava vit ongan møguleika at menna og realisera [...] ynskini at menna og samskipa føroyska gransking. Skerjing á 720.000 krónur Men í fíggjarlógini 2004, sum júst er løgd fram í tinginum, er talan um alt annað enn høgar raðfestingar og játtanir at menna føroyska [...] meðan ráðið hevur eina millión at arbeiða við. Umsóknir fyri 22 milliónir - Gransking er og verður altíð kostnaðarmikil, og t.d. kostar tað millum hálva aðru og tvær milliónir at fíggja eina Ph.d. útbúgving