FØROYAMEISTARIN Í TALVI
27. januar fylti hann 20 ár. Men hann hevur longu vunnið FM tvær ferðir. Tað er Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag, sum vit tosa um. Hann liggur ikki á løtu síðuni, nú hann hevur vunnið FM í talvi. Í morgin fer hann av landinum. Saman við honum er talvvinmaðurin Hans Kristian Simonsen úr Kollafirði. Teir báðir eru á veg til Dubai, har teir skulu luttaka í altjóða kapping. Talan er um rættuliga sterka kapping. So sterka sum teir báðir ongantíð áður hava luttikið í.
? Eg kenni ein telvara úr Usbekistan, sum eitur Sergei Kayoumov. Vit luttóku saman í kapping í Ungarn nakað herfyri. Pápi hansara er stórmeistari, og mamman er talvvenjari. Hesin Sergei hevur syrgt fyri, at Hans Kristian og eg sleppa upp í part í sterku kappingini í Dubai. Um tað bara vóru styrkistølini, ið gjørdu av, hvør skuldi luttaka, so høvdu vit ikki sloppið við. Men vit hava fingið ágóðan av góða sambandinum hjá mær, sigur Martin Poulsen.
Bitin av talvi
Martin var ellivu ára gamalur, tá ið hann lærdi mannagongdina. Stutt eftir fór hann at ganga í Havnar Telvingarfelag, og síðani tá hevur hann ment seg skjótt og gjørt nógv við telvingina.
? Eg sleppi ikki undan at siga, at eg eri púra bitin av talvinum. Hesar síðstu mánaðirnar havi eg brúkt alla mína tíð til telving. Eg havi verið við í trimum kappingum í Ungarn, kapping í Onglandi og Wales, NM, kapping í Týsklandi og nú í FM kappingini.
Hvussu hongur hetta saman fíggjarliga?
? Størsti og besti stuðulin hjá mær í telvingini er pápi mín, sum fór í Mexikanska flógvan í arbeiðsørindum, meðan vit telvaðu FM á Toftum. Um hann ikki hevði víst so stóran áhuga og stuðlað mær so væl, so hevði hetta ikki borið til. Eg gekk við posti, áðrenn eg gjørdi av eitt skifti at nýta alla tíðina til telving. Postfelagið hevur stuðlað mær nakað. At hava góð sambond ber við sær, at tað ikki altíð kostar so ógvuliga nógv. Í Dubai skulu vit rinda 35 dollarar um dagin fyri at búgva á góðum gistingarhúsi, og ferðin er ikki so dýr. Men tú gerst avgjørt ikki ríkur av at telva, sigur Martin Poulsen og so leggur hann afturat:
? Teir bestu fáa nógv burturúr í Dubai. Eg veit ikki, hvussu stórar virðislønirnar eru, men eg havi frætt, at oljusjeikurin, sum er vertur, hevur tikið rívan til.
Hvat rokna tit við at fáa burturúr í Dubai?
? Hans Kristian og eg báðir hava lægstu styrkistølini, so tað verður torført. Men vit hava gott mót. Tað er stórur fyrimunur, at vit eru tveir. Harvið kunnu vit stuðla hvørjum øðrum í fyrireikingunum. Tað hava vit roynt eina ferð áður. Í 2002 luttóku vit í kapping í Spania. Tað royndist so væl, sum tað ikki hevur gjørt fyri ella síðani. Ta ferðina høvdu vit ikki nóg nógvar heilt góðar mótstøðumenn. Tað vóru fýra IMarar í kappingini. Um ein hevði verið afturat, so hevði eg fingið ein IM.
Venjingin
Dyggastu talvvenjingina fær Martin Poulsen frammanfyri telduna. Hann hevur eitt talvprogramm, sum sigst vera tað besta, sum er til. Martin situr fleiri tímar hvønn einasta dag frammanfyri telduna.
Tá ið vit spyrja, hvør hevur verið besti venjarin hjá honum, so sigur Martin, at hann var ikki farin at telva, tá ið stórmeistararnir Predrag Nikolic og Ivan Sokolov fyrrapartin av níti árunum vóru fleiri ferðir í Føroyum.
? Fyri stuttum var eg í Keypmannahavn og vandi hjá Arthur Youssupov. Hann er ættaður úr Russlandi og býr nú í Týsklandi. Hann sigst vera ein tann besti talvvenjarin í heiminum. Eg var bara saman við honum nakrar fáar dagar. Eg haldi, at fatanin fyri spælinum víðkaðist ikki so lítið av at vera saman við honum. Men tað er sjálvandi avmarkað, hvussu nógv fæst burturúr, tá ið talan er um so stutta tíð.
Martin Poulsen hevur áður verið unglingameistari. Fyrsta ferðin, at hann luttók í landsliðsbólkinum, var í 2001. Tá endaði hann á tíggjunda og aftasta plássinum. Síðani endaði hann á fimta plássinum, og nú hevur hann vunnið FM tvær tær seinastu ferðirnar. Næstu tvær vikurnar fæst at síggja, hvussu tað fer at hilnast hjá Hans Kristiani Simonsen og honum í sterkari kapping í Dubai.