Eitt av mest nýttu og dominerandi orðunum undir valstríðnum í januar var orðið gransking. Vallyftini vórðu gylt um menning og játtanir til granskingarøkið í Føroyum, og t.d. gav núverandi løgmaður og flokkur hansara til kennar ynskini at menna og samskipa føroyska gransking.
Skerjing á 720.000 krónur
Men í fíggjarlógini 2004, sum júst er løgd fram í tinginum, er talan um alt annað enn høgar raðfestingar og játtanir at menna føroyska granskingingarøkið. Stjórin í Granskingarráði Føroya, Rúna Hilduberg, er sera vónbrotin um og misnøgd við lágu raðfestingarnar og vantandi viljan til menning, gransking hevur verið fyri í nýggja fíggjarlógaruppskotinum.
Rúna sigur, at hetta er eitt stórt afturstig, og hava Føroyar beina kós mótsættan veg sum grannalond okkara. Granskingarráð Føroya, sum hoyrir undir Mentamálaráðnum, er mannað av umboðum úr øllum aðalráðunum og virkar sostatt sum eitt regnskjól fyri gransking kring landið, og hevur ráðið tvær játtanir á fíggjarlógini. Eina fyri grunnin, sum játtar pening til verkætlanir, og eina til ráðið, sum umsitur grunnin og er politiskur ráðgevi.
- Grunnurin er skerdur við eini hálvari millión, meðan ráðið er skert við 220.000 krónum, og við hesum fíggjarliga grundarlagi kunnu vit ikki avrika nakað munagott fyri samfelagið, sigur Rúna Hilduberg. Í nýggja fíggjarlógaruppskotinum hevur granskingargrunnurin fingið 4,7 milliónir játtaðar, meðan ráðið hevur eina millión at arbeiða við.
Umsóknir fyri 22 milliónir
- Gransking er og verður altíð kostnaðarmikil, og t.d. kostar tað millum hálva aðru og tvær milliónir at fíggja eina Ph.d. útbúgving. Skulu vit upp á altjóða støði í Føroyum, mugu vit hava munandi meiri pening játtaðan, og í løtuni hendir júst tað mótsætta, staðfestir Rúna Hilduberg. Stjórin í Granskingarráðnum vísir á, at eftirspurningurin, viljin og evnini eru til staðar at granska í Føroyum, men við skerdum játtanum liggur alt lamið.
- Í fjør fingu vit 30 umsóknir, sum tilsamans kostaðu 22 milliónir, har útbúgvin fólk og feløg søktu um stuðul at granska bæði í almennu og privatu vinnuni, sigur Rúna Hilduberg. Men orsakað av vantandi peningi fáa flestu áhugaði eitt blankt nei, tí politiski myndugleikin játtar so lítið til gransking.
Verður blaða ígjøgnum fíggjarlógina 2004, er skjótt at síggja, at stórar skerjingar eru framdar á granskingarøkinum. Peningur til fiskivinnu- og havbúnaðarroyndir er skerdur, og saman við Fróðskaparsetri Føroya eru játtanir til økisgranskingarstovnarnar í Klaksvík og Suðuroy eisini skerdir munandi.
Føroyar langt frá OECD krøvum
Rúna Hilduberg vísir á, at europeiski felagsskapurin fyri fíggjarligum og menningarligum arbeiði, OECD, hevur ásett játtan á 3% av landsins bruttotjóðarúrtøku at vera minstamark til gransking, og hóast eingi neyv tøl fyriliggja í Føroyum, verður peningurin til gransking í Føroyum mettur at vera undir einum prosenti av BTÚ.
- Tískil eru Føroyar fullkomiliga afturúrsigldar samanborið við grannalond okkara, og t.d. er Ísland eitt gott dømi um, hvør vinningur kann fáast, um gransking verður raðfest, sigur Rúna Hilduberg. Saman við Íslandi eru bæði Noreg, Finland og Svøríki komin upp um tey 3%.
Granskingarráðið hevur nógvar funktiónir. Umframt at vera politiskur ráðgevi hevur ráðið fingurin á pulsinum í ES granskingarhøpi, ráðstevnur verða samskipaðar og uppskot verða støðugt gjørd til politiska myndugleikan at samtykkja. Men sannleikin er sambært Rúnu, at Føroyar als ikki ganga ES og OECD krøvunum á møti.
- Hóast vit hava gjørt eitt greitt uppskot at samskipa og menna føroyskan granskingarpolitikk, hava vit ongan møguleika at menna og realisera hann, tá eingin peningurin verður játtaður, staðfestir Rúna Hilduberg. Hon saknar eitt felags stev, ein reyðan tráð, samskipan og nøkur yvirornaði endamál á granskingarøkinum.
- Í løtuni liggur øll gransking spjadd í fleiri aðalráðum, og verkætlanirnar eru so lítlar og atskyldar, at eingi úrslit síggjast. Í staðin skuldu vit málrættað farið undir størri verkætlanir, sum uttan iva høvdu førleikament føroysku tjóðina bæði mentanarliga og vinnuliga, sigur Rúna Hilduberg.
Men sum gongdin og rákið í føroyska granskingarpolitikkinum hevur verið í nýggja fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004, tykist bert ganga skeiva vegin, og uttan pening kann einki avrikast, hóast vilji og eftirspurningur frá útbúnum fólki støðugt er til staðar.
Sambært stjóranum í Granskingarráðnum mugu radikalar broytingar til, um Føroyar í framtíðini skal kunna standa seg í beinhørðu kappingini á altjóða marknaðinum, og uppgávan gerst alsamt torførari, tá kappingarneytar okkara alsamt mennast og styrkjast við støði í einum miðvísum granskingarpolitikki, sum støðugt fær størri og størri játtanir á fíggjarlógunum.










