Petur S. Johannesen
Vágur
Johan Dahl bleiv avhøvdaður fyrst og fremst av sínum egnu nevniliga fyrrv. tingmanninum Heðini Mortensen og restini havnar?sambandsklaninum, og seinasta seymin í kistuna setti so Inger Krause Jensen og dóttir hennara vit teirra sera skitnu og ærumeiðandi grein í Fregnum undir heitinum »Johan Dahl hevur forpestað mítt lív«. Síðani metti løgmaður, at Johan Dahl mátti frá, tí samgongan/landsstýrið skuldi hava arbeiðsfrið!
Ikki eiti á samband/samgongu stuðlum og ikki eiti á sterkari útsøgn.
Spurningurin sum eftir stendur er nú, um tað veruliga er so, sum Inger Krause Jensen førir fram - hevur hon nú veruliga goldið alt hetta, sum hon sigur seg hava?
Sambært notatinum hjá Anfinn V. Hansen, so er myndin just tann øvugta- tað eru nevniliga Johan Dahl, konan hansara og Petur Nolsø sum hava goldið gildið, meðan partafelagið P/F C.C. Johansen betalti í 1994 kautión uppá 550.000, - og sum ein og hvør veit, so er tað altso ikki Inger Krause Jensen, tí hon er ikki eitt partafelag.
Við ørðum orðum, hon hevur inntil 1999 als onki goldið fyri Johan Dahl.
Hvar fór so tann upphædd upp á Kr. 227.000, sum Johan Dahl hevur goldið til Inger Krause Jensen kann ein spyrja?
Góður spurningur - tí hon er ikki komin inn á lánið hjá Nautilus sambært Anfinn V. Hansen.
Hvar er hon so farin? Man upphæddin verða farin inn á teirri í notatinum nevndu millumrokningina hjá P/F C.C. Johansen, til at gjalda yvirforbrúkið hjá Inger K. Jensen og dóttrini, altso tær 300.000, sum eru hevaðar kontant, uttan at skattur er goldin av teimum kann ein ganga út frá .
Kanska Inger K. Jensen og dóttirin kundu sagt okkum, um skattur er goldin av hesum hevaðum upphæddum, tí tað er ikki loyvt at heva pening úr partafelag til egið brúk, uttan at gjalda skatt eins og tað heldur ikki er loyvt at geva partaeigaralán uttan renturokning.
Sum skilst so slapp Inger Krause Jensen við skrekkinum og slapp at gjalda 450.000 fyri alt millumverandi við búgvið hjá P/F C.C. Johansen, men eg gangi út frá, at hendan upphædd eisini umfatar tær góðar 300 túsund, sum hon hevur brúkt sjálv, og so eina arða kautión umframt Nautilus kautiónina, sum eg havi fingið at vita eisini bleiv goldin sama dag, sum tann hjá Nautilus (Johan Dahl) .
Er hesin persónur eisini kravdur at gjalda sína upphædd aftur, ella er tað bara Petur Nolsø, sum medkautionistur hjá Johan Dahl, sum bleiv kravdur og dømdur, tá ikki kundi farast eftir Johan Dahl orsakað av gjørdu avtaluni, sum gjørd var í 1994 samb. notatinum frá Anfinni V. Hansen?
Skilji eg sakina rætt, so hevur Johan Dahl gjørt avtalu við Inger Krause Jensen og goldið hesa.
Eisini gjørdi hann avtalu við Petur Nolsø og Føroya Banka og hevur goldið hesar og skuldi sostatt verið leysur
Sig mær so hvar trupulleikin er?
Her sær alt út til at verða ruddað av vegnum, og løgmaður metti ikki at óseriøsu álopini á Johan Dahl í Fregnum borga fyri friði í samgonguni, og tí mátti Johan Dahl fella, ja avgerðin talar fyri seg sjálvari, lat meg siga eitt afturat um Johan Dahl.
Johan Dahl kom heim aftur til Vágs eftir at hava verði í svárum fíggjarligum trupulleikum (Skipasmiðju/Garðarnar - fallitið), var noyddur at fara til Bretlands fyri at fóta sær aftur, men hevði áræði og mót til at byrja av nýggjum aftur í Vági, og bygdi frystihúsið á keiini í Vági saman við øðrum, og sum hevur goldið teimum, sum hava lagt pening út hansara vegna, sambært notati hjá Annfinn V. Hansen, tað hann skyldar.
Tað kalli eg at hava bæði rygg og moral.
Tað er meir enn sigast kann um teir og tey, sum nú stinga hann í ryggin.
Churchill bleiv einaferð spurdur, um hann ikki hevði nógvar fíggindar framman fyri sær í politiska lívið sínum, og hann svaraði nakað soleiðis:
»Tað finnast eingir fíggindar framman fyri mær í politiska lívi mínum, teir sum eg havi eru allir aftan fyri meg«.
Nakað soleiðis kundi eg hugsað mær, at Johan Dahl hugsar í hesum døgum, nú hansara egnu partamenn og løgmaður stungu hann í ryggin.
Bæði tit og Jóannes mugu hava ringan smakk í munninum eftir at hava avhøvdað ivaleyst besta fiskimálaráðharra, vit kundi hava havt nakrantíð.
Sambandsmenn - standi saman um hendan tingmann tykkara.










