undirvatnsfasuni. Mannagongdin var at svimjararnir fyrst vórðu filmaðir ein og ein, yvir og undir vatn, meðan teir við fullari ferð svumu sína sergrein. Hesar upptøkur vórðu viðgjørdar av professaranum, sum [...] av filming, 12 tímar av videoviðgerð og 12 tímar av fundum. Svimjararnir vóru 16 serliga útvaldir svimjarar, ið verða mettir av hava serliga góð evni til svimjing, og sum ætla sær at kappast í rúma tíð afturat [...] Hetta er aðru ferð, at Haljand vitjar í Føroyum, og niðurstøðan frá vitjanini hesaferð var, at føroysku svimjararnir sum heild hava betrað um sín teknikk, men at har enn manglar nakað serliga í undirv
Streymnes, og gott 150 metrar frá sjálvari brúnni, fer at rúka undan motorhjálminum og festir í bilin. Talan er um ein lítlan lastvogn, um 4 - 5 ára gamlan. Maðurin steðgaði bilinum, leyp út og boðsendi [...] tá menn hava verið til tøkir at leypa avstað, og brandstøðin er beint hinumegin brúnna við Streymin. Sostatt var sera stutt at rykkja út við brandbilinum, og fingu teir tamt eldinum upp á eina heilt lítla [...] slangu við pumpuna, tá tann síðan, har pumpan situr, sá út at verða brend fyrst. Eingin fólkaskaði var í samband við hendingina, og maðurin rósti sløkkiliðinum fyri at vera so skjótir á staðnum.
Mangan hava dystirnir ímillum HB og KÍ verið tættir, og sunnudagin verður valla nakað undantak. Bæði liðini hava nakað at prógva. Við tveimum greiðum tapum á rað er KÍ fyribils sett av í avgjørda oddanum [...] spælið hevur verið ivasamt og ber ikki beinleiðis boð um, at KÍ alt fyri eitt skal venda gongdini. Nógv má bøtast, men í einari arvauppgerð ímóti HB verður øll megi sett inn og alt kann henda. HB er í vanda [...] einum av fremstu liðunum. Vinna teir, so hála teir beinleiðis inn á KÍ og aftur gera seg galdandi í stríðnum – í øllum førum fyri fyrst – heiðursmerkini.
Tottenham og Bolton á White Hard Lane, at Fabrice Muamba small um. Ongin var hjástaddur og tí var skjótt greitt, at talan var um ein álvarsligan tilburð. Hjálparfólk og læknar vóru skjótir á staðið og staðfestu [...] at hann fekk hjartamassagu á staðnum. Stutt seinni var dysturin avblástur og Fabrice Muamba varð koyrdur á sjúkrahús. Fyrst komu boð um at støðan hjá enska U-landsliðsleikaranum var stabil, men Bolton [...] boðað frá, at støðan er sera álvarsom. Ein rúgva av fótbóltsleikarum hava í kvøld verið á Twitter og víst sín stuðul til Fabrice Muamba. (Mynd: Polfoto)
teimum felagsnevnarunum, ið eru í heilt gomlu og heilt nýggju tónlistini, og samstundis hoyra vit eisini tónar úr skandinaviska fólkatónleikinum og úr miðeystri og India. Evnið fyri Tónleikavirðisløn Norðu [...] Tónaskaldið og professarin í tónasmíð Lasse Thoresen fær Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2010 fyri verkið Opus 42. Sostatt gjørdist Tróndur Bogason, ov stuttur. Tróndur Bogason var føroyska uppskotið [...] uppskotið millum tey tólv, sum skotin vórðu upp tilsamans. Dómsnevndin grundar valið á Lasse Thoresen og verkið Opus 42 við eitt nú, at Opus 42 er eitt serstakt verk, sum umboðar nýhugsan ikki bert innan n
taka eitt nú turra grind og spik við sær til Íslands. Fyri at kunna at taka skerpikjøt og ræst kjøt við sær, er neyðugt í hvørjum einstøkum føri fyrst at søkja íslendska fiski- og landbúnaðarmálaráðið um [...] frá, hvussu nógv kjøt verður tikið við, og hvaðani í Føroyum kjøtið kemur. Neyðugt er eisini, at embætisdjóralæknin skrivar sína endaligu váttan til Íslands, og hesa váttan skal hin ferðandi hava við sær [...] Matur Tað hevur ikki verið loyvt at taka skerpikjøt og ræst kjøt við sær til Íslands. Hetta hevur verið ein saknur hjá føroyingum, sum hava ferðast til Íslands. Men nú er hetta broytt. Avtala er nú gjørd
møguleikan at venja fyrst manslið hjá felagnum, sigur Henrik Gerster við heimasíðuna hjá Kyndli. – Vit fara at leggja dent á at skapa úrslit og samansjóða teir royndu spælararnar og tey mongu talentini [...] hann vann tvey meistaraheiti og tríggjar steypakappingar í trý ár. Undan tí hevur hann eitt nú vant menninar hjá H71. – Kyndil er mest vinnandi felag í føroyskum manshondbólti, og eg eri sera fegin um at fáa [...] umframt at hann hevur vant unglingar og dreingir 17 hjá felagnum. Dia Midjord, sum hevur verið mansvenjari hjá Kyndli síðstu trý árini, ynskti ikki at halda fram, og tí valdi Kyndil at fara eftir Gerster
Apoteki um miðdagsleitið, vóru samráðingar millum løgmann og hansara Sambandsflokk og smáu flokkarnar. Fólkaflokkurin sat tí í egnum flokshølum, og umframt alla nývaldu tingmanningina, fóru eisini tríggir [...] tríggir teir næstu á listanum til staðar. Rodmundur Nielsen, Joen Magnus Rasmussen og Brandur Sandoy vóru allir komnir til Havnar at vera saman við valdu tingmanningini. Endar tað nú sum fleiri rokna við, at [...] at aðalráðini verða sjey í tali, er nærliggjandi at hugsa, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fáa hvør síni trý aðalráð at umsita, meðan tað verður eitt til smáu flokkarnar. Antin tað so verður ein
ógina og lógina um brúkaravernd og meklaravirksemi í samband við fastognarkeyp. Tað sær eisini út til, sjálvstýrismeirilutin á tingi eisini fer at royna at fáa yvirtøkuna av útlendingaøkinum og marknaðeftirlit [...] sama posa. Eftir at álitini verða løgd fram í morgin klokkan 10 verður so fyrst 2. viðger og beint eftir tað triðja viðgerð og so verður valið skrivað út. Tingviðgerðirnar fara helst at taka nakrar tímar [...] morgin. Aksel V. Johannesen má so leggja ta provosorisku fíggjarlógina fram áðrenn tingfundurin endar, og valið verður skrivað út.
eystanfyri. - Trolbátarnir fáa mest av toski, hýsu og flatfisk. Ein landar fyrst í hesi vikuni, og hinir landa miðskeiðis í vikuni. Tvey garnaskip fiska svartkalva, men fiskiskapurin er smáligur. Bæði skipini [...] nú Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum annars hava verið á gulllaksaveiði í vertíðini, sum júst er liðug. Av teimum smáu trolbátunum er ein á Íslandsrygginum, tveir eru á landleiðini, og ein er eystanfyri [...] Flestu partrolarapør eru til fiskiskap. Skipini fiska upsa og fáa eisini nakað av hjáveiði. Skipini koma inn at landa, sum henda vikan gongur. - Men, fiskiskapurin hjá partrolarunum kundi verið betur,