Fólkaflokkurin við fullari manning

Tá Portalurin vitjaði á Gamla Apoteki um miðdagsleitið, vóru samráðingar millum løgmann og hansara Sambandsflokk og smáu flokkarnar.

Fólkaflokkurin sat tí í egnum flokshølum, og umframt alla nývaldu tingmanningina, fóru eisini tríggir teir næstu á listanum til staðar.

Rodmundur Nielsen, Joen Magnus Rasmussen og Brandur Sandoy vóru allir komnir til Havnar at vera saman við valdu tingmanningini.

Endar tað nú sum fleiri rokna við, at aðalráðini verða sjey í tali, er nærliggjandi at hugsa, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fáa hvør síni trý aðalráð at umsita, meðan tað verður eitt til smáu flokkarnar. Antin tað so verður ein ella allir tríggir av smáu flokkunum.

Báðir flokkarnir umsótu trý málsøki í fráfarandi landsstýrinum, og tað er væl hugsandi, at flokkarnir velja somu fólk í landsstýrissessirnar í nýggja landsstýrinum.

Av tí at hurðin inn til Sambandsflokkin var afturlatin ber ikki til at siga, um eisini teir tríggir fyrst valdu eykalimirnir hjá flokkinum eru við til samráðingarnar.