Svimjararnir lærdu at svimja

Hetta er aðru ferð, at Haljand vitjar í Føroyum, og niðurstøðan frá vitjanini hesaferð var, at føroysku svimjararnir sum heild hava betrað um sín teknikk, men at har enn manglar nakað serliga í undirvatnsfasuni.

 

Mannagongdin var at svimjararnir fyrst vórðu filmaðir ein og ein, yvir og undir vatn, meðan teir við fullari ferð svumu sína sergrein. Hesar upptøkur vórðu viðgjørdar av professaranum, sum síðani gav afturmeldingar til hvønn svimjara sær á fundi saman við venjarum teirra. Ein tilgongd sum tilsamans kravdi tveir tímar av filming, 12 tímar av videoviðgerð og 12 tímar av fundum.

 

Svimjararnir vóru 16 serliga útvaldir svimjarar, ið verða mettir av hava serliga góð evni til svimjing, og sum ætla sær at kappast í rúma tíð afturat. Hartil bjóðaði professarin seg til at brúka ein tíma afturat uppá 9 eyka svimjarar, so at samlaði hópurin til sjálva filmingina gjørdist 25 svimjarar. Hetta so at upptøkurnar av teimum kunnu nýtast nú og í framtíðini, til samanberingar.